fríggjadagur 25. juli 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 25. juli 2008
23
Herta Adis Bertelsen,
ættað úr Trongisvági,
búsitandi í Norðdepli,
andaðist mikudagin á
Klaksvíkar sjúkrahúsi,
77 ára gomul. Jarðar
ferðin verður frá kapell
inum
á
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi leygardagin
klokkan 14:00. Tey, ið
vilja
minnast
Adis,
kunnu lata Verkstaðnum
á Brekku eina gávu,
konto í Føroya Banka.
Anfinnur
Djurhuus
ættaður úr Kunoy, and
aðist á Ríkissjúkrahúsin
um týsdagin, 65 ára
gamal.
Jarðarferðin
verður úr Kirkjugarðs
kapellinum leygardagin
klokkan 13.00.
Tommy Winther Kjær
bo, ættaður úr Vági,
búsitandi í Esbjerg, and
aðist hósdagin 17. juli,
46 ára gamal. Jarðarferð
in verður úr Kirkjugarðs
kapellinum
í
Havn
sunnudagin
klokkan
14:00. Tey, sum vilja
minnast Tommy, kunnu
lata
børnunum
eina
gávu, konto í Eik Banka
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Nú eitt ár er farið síðani okkara elskaði sonur
og stóribeiggi
Rói
doyði, ynskja vit at bera fram eina tøkk.
Vit vilja takka øllum tykkum, sum vóru til serligu
skilnaðarløtuna í kapellinum saman við okkum.
Eisini ynskja vit at takka tykkum øllum, sum vóru
til jarðarferðina. Takk til Ebenezer og Lívdina fyri
góða samskipan av jarðarferðini og ervinum. Ein
serlig tøkk til tykkum sunnudagsskúlabørnini í
Lívdini, sum sungu yndissangirnar hjá Róa undan
jarðarferðini. Eisini ynskja vit at takka Tórshavnar
Býráð og løgregluni, sum gjørdu tað møguligt, at
hava jarðarferð í miðbýnum á ólavsøku.
Vit vilja eisini takka arbeiðsplássum okkara, Eik og
Føroya Banka, fyri framúr góðar arbeiðsumstøður
tíðina aftaná. Takk til øll tykkum, ið við brøvum,
heilsanum, yrkingum, sangum, peningaligum
gávum og blómum hava víst okkum samkenslu.
Síðst og ikki minst vilja vit takka okkara nærmastu
familju og vinum, sum áhaldandi hava verið um
okkum hesa tíðina.
Rói okkara sólstrála er sløknað í lívinum, men
litríku minnini liva víðari í hjørtum okkara.
Jóhanna, Bogi og Hugin
Hósdagin 3. juli komu boðini um, at
Sonni Olsen var farin, einans 60 ára
gamal. Tað fór ein kaldur gjóstur
ígjøgnum okkum øll, hendan vakra
summardagin. Boðini komu ikki
heilt óvæntað á okkum, ið vistu at
hann var sjúkur. Tó var vónin har, tí
áður hevði hann mangan brattan
farið, men hesaferð var Sonnasa
tímaglas runnið út.
Sunnudagin 6 juli var Sonni borin
út úr Eiðis kirkju. Ein stór hugtung
mannfjøld var savnað at vísa Sonna
hin seinasta heiður. Sólin skein fagur
liga, hóast løtan var tung og svár.
Fylgið var so stórt, at ikki øll sluppu
inn at sita í kirkjuna, har Emil prestur
hevði gravartaluna og við vælvaldum
og uggandi orðum segði um Sonna
og hansara lív. Síðani legði prestur
hann í Harrans hendur.
Kórið; Vitin úr Klaksvík, sum
Sonni sjálvur setti so høgt, sang tveir
vakrar og hugvekjandi sálmar fyri
okkum. Hetta var ein hitandi og ugg
andi løta.
Tó var ongin óávirkaður, tá synir,
abbasynir og verðsynir bóru Sonna
úr úr kirkjuni og ein hvøll spyrjandi
barnarødd hoyrdist: “Mamma, hvar
fer abbi ?” Fleiri av okkum svaraðu
innantannað: “Nú hevur hann fingið
frið, og nú fer hann heim!”
Sonni vaks upp á Eiði, og hetta var
hansara heimur, tá og alt lívið. Hann
var av raskastu unglingum og hartil
sterkur og fimur, sum teir fæstu. Alt
sá so fagurt út fyri framtíðina, men
inni í honum reiðraðist lagnusjúkan,
meðan Sonni vaks seg til raskan
mann.
Sum stórur smádrongur fekk
Sonni ávíst, at hann hevði sjúk nýru.
Annars livdi hann sít vanliga lív.
Sum bygdadrongur hjálpti hann til
við øllum vanligum arbeiði á landi
og sjógvi. Fór burtur, tá tann tíðin
kom og var sera væl dámdur, raskur
og hugagóður. Harafturat dámdi hon
um skemt og var sera hugnaligur at
vera saman við.
Hann giftist við Katrini, sum hann
lærdi at kenna ungur úr nærumhvørv
inum. Tey fingu sær hús á Eiði og
yvirtóku seinni barndómsheimið hjá
honum Yviri við Gjógv og broyttu
tey til nútíðina. Sonni og Katrin
fingu 4 børn – tveir dreingir og tvær
døtur. Karstin, sum nú býr í Ong
landi. Heidi, sum giftist til Klaksvíkar
og Vilbjørg og Jóhannes Einar, sum
búgva á Eiði.
Tá so brekini við nýrunum seinni
blivu ov stór, fekk hann sær arbeiði á
landi, men hugurin til sjógvin var
har framvegis. Hann royndi einkultar
túrar burtur aftur. Tað var ikki bara
línan, sum hann kendi, men hann
royndi teir flestu veiðihættirnar og
væl lá fyri hjá honum. Ein álitismaður
og ein maður allir vildu hava við
umborð.
Hann bleiv tó meira og meira
ávirkaður av sjúkuni og bleiv síðani
settur í dialysuviðger her og niðri.
Tað gekk so eina tíð og hann hevði
tað upp og niður, men so var einasta
vón, at hann mátti fáa eitt annað
nýra, og tað var ikki bara sum at siga
tað. Hetta gjørdi, at eisini annað í lik
aminum bleiv ávirkað. Henda tíðin
fór illa við honum. Hann var ofta inn
lagdur her og niðri í Danmark. Eisini
fyri hansara nærmastu var tað ein
strævin tíð.
Einaferð fyrst í nítiárunum kom
hjálpin. Ein í ættini og vinmaður
hansara, vildi, um hetta kundi læta
seg gera, geva honum sítt eina nýra.
Hvat hevur verið í tonkunum hjá
teimum báðum og teimum nærmastu
hesa tíðina, vita vit ikki. Vit víta tó,
at hetta prógvar ein sannan vinskap.
Øll vildu vit óiva havt ein slíkan vin.
Á ólavsøku í 1991 lógu teir lið um
lið á Ríkissjúkrahúsinum til skurð
viðgerð.
Til alla lukku gekk hetta væl og
fekk Sonni nærum tvey ártíggjur aft
urat, vegna hendan ósjálvsókna vin
skap og sjúkraviðgerð annars. Hetta
er ein av teimum kvirru hetjunum, ið
ganga okkara millum. Okkum øðrum
kann tað vera ein áminning um, at
vera enn jaligari at donera gøgn.
Sonni náddi av hesum at síggja
síni børn blíva vaksin og at kenna
síni abbabørn, ið hann var so sera
glaður fyri og góður við. Ein kerligari
og betri abba sást tú neyvan. Eisini
náddi Sonni at síggja yngru dóttrina
blíva vígda her beint frammanund
an.
Sonni var ikki ein, ið gjørdi nógv
hóvasták burtur úr sær sjálvum. Ei
heldur var hann ein, sum gramdi seg
um sína sjúku, heldur var tað øvugt.
Hann var blíður og dugdi sera væl
við øðrum fólkið og var eins við øll.
Um hetta var viðføtt ella boðaði um
serligan lívskunnleika vegna sjúku
sína, kunnu vit bara gita okkum til.
Hann royndi alt lívið, at arbeiða,
tá hann kundi og tað hann var ment
ur. Hansara partur skuldi helst ikki
liggja eftir. Eisini eftir, at hann legð
ist upp á land. Fyrst koyrdi hann last
bil og smíðaði eina tíð. Mangan
harðan vetur hevði hann á fjøllunum
við at grava kava. Seinastu árini
hjálpti hann bóndanum, var vaktar
maður umborð á liggjandi skipum
og brýndi á flakavirkinum.
Sjálvandi var hann eisini áhugaður
í lívinum á plenuni Niðri á Møl. Ikki
minni, tá teir eldru spældu krokk har
niðri. Har hevði hann nakrar góðar
løtur saman við vinmonnunum.
Heimið hjá verforeldrunum á
Tøvuni var eitt savningarstað í Norð
skálabygd og tá so svigarsynir og
svigardøtur løgdust afturat, kundi
mangan vera trongligt, men altíð var
hjartarúmd.
Vit vóru øll vælkomin, men vistu,
at av okkum var Sonni fremstur hjá
vermóðir. Ikki var tað tí, hann bara
streyk henni og øðrum eftir hárinum.
Hann kundi saktans hava sínar sterku
viðmerkingar.
Sonni var eisini vældámdur niðri á
Ríkissjúkrarhúsinum og á Hotel
Thorshavn fyri sítt jaliga lyndi, so
tað var so natúrligt, tá vit, tveir svágr
ar, skuldi niður á Ríkissjúkrahúsið,
at hann líka sum upplærdi okkum
har og gjørdi okkum tað lættari at
vera har. Hann fylti so nógv, har
hann kom, á tann góða mátan , og
hevði so lætt við, at koma í samband
við onnur og at fáa vinskap við nógv
ymisk fólk.
Vit tríggir vóru nógv inni hjá hvørj
um øðrum hesa tíðina. Sjúkrasystrar
nar vóru heldur bilsnar, tá vit søgdu
frá, at vit vóru svágrar. Og tá vit so
søgdu, at ein svágur kom afturat í
næstu viku, spurdu tær sjálvandi
hvussu nógvar systrarnar vóru...
Hann var ein stuðul fyri onnur
sjúk og hevði sambond við fleiri
teirra aftaná sjúkralegu.
Eg vil takka, tær Sonna, fyri at vit
kendust og fyri okkara vinskap. Eg
veit, at hetta eisini er galdandi fyri
okkum allar svágrarnar og svigar
indurnar.
Tykkum nærmastu, Katrin og børn
um tykkara við makum, abbabørnum
og langabbasyni og syskin hansara
við familium vil eg vísa mína stóru
samkenslu í sorg tykkara.
Jóin
Minningarorð um
Sonna Olsen á Eiði
nøvn