fríggjadagur 25. juli 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 142 • 25. juli 2008
Vikuskifti
tíð hetjan
sum eitt illmenni, og so var hann
heiðin afturat. Tann myndin
hóskaði ikki til lærdómin, eg
hevði heimanífrá.
Tað er týdningarmikið at fáa
staðfest okkara søgu, og tað er
týdningarmikið at brúka søguna.
Allar tjóðir í øllum heiminum
brúka sína søgu til tjóðarbygging.
Eisini Føroyar skulu brúka sína
søgu til tjóðarbygging. Søgan um
Trónd í Gøtu og hansara samtíð er
ein hin mest spennandi parturin
av okkara søgu. Hon umfatar
eisini Sigmund Brestisson, og tað
skal vera rúm fyri báðum hesum
gørpum í søgu okkara.
Vit hava nógv at takka tykkum
fyri, sum hava virkað fyri at
reisa minnisvarða yvir Trónd í
Gøtu og síðani hava skipað fyri
tróndardøgum, har ymiskir tættir
í Føroya elstu søgu hava verið
tiknir fram.
Tit hava við hesum staðfest
hansara pláss í okkara universi
við eini konkretari standmynd,
so Sigmundur ikki stendur
einsamallur. Men eisini við ymsu
tiltøkunum hava tit givið okkum
øllum pláss at kjakast um og
menna okkara vitan um forna
føroyska søgu – uttan fordómar.
Og so langt komu vit týsdagin, at
írsku serfrøðingarnir førdu fram
prógv um forna írska búseting í
Føroyum, og prestur segði seg
ikki ivast í, at Tróndur hevði tikið
við keltiskt kristnari trúgv tíðliga
í tíðini.
Naddoddur fann
Amerika
Eitt er, hvat akademikarar fáa
burturúr søgugransking. Eitt
annað er at siga søgur.
Tað ger ikki petti, um vit brúka
søguna positivt, tá vit skulu gera
vart við okkum uttan fyri Føroyar.
Eg hitti ein íslending ein
dagin, sum hevði virkað innan
ferðavinnuna í USA í nógv ár.
Hann spurdi, um eg visti, hvør
norðurlendingur oftast varð
havdur á munni í Amerika? Eg
grundaði og gav nøkur uppskot
– Bjørk, A.P. Møller, Victor Borge,
men nei. Rætta svarið var Jónas
Bronch, sum jú legði grundina
undir New York. Tá sigi eg við
hann, at tíverri hava vit ongantíð
fingið staðfest endaliga, at hann
var føroyingur, sum vit hava
hildið, tí onkur sigur nú, at hann
kom úr Hollandi.
Tá risti íslendingurin á
høvdinum og mælti: Høvdu vit
bara minsta ferilin av møguleika
at gera hann til íslending, so
høvdu vit langt síðan gjørt tað.
Latið ikki hollendingar fara við
honum! Hetta er jú ein fín søga!
Og eg má geva honum rætt. Tá
tað snýr seg um marknaðarføring,
so minnast fólk eina góða søgu.
So nú fortelji eg hvørja ferð um
drongin, sum fór úr Føroyum sum
ungur sjómaður og endaði við at
grundleggja New York.
Og eg kundi ikki droymt um
at sagt frá søguni um víkingar
við sjóverki, sum settust upp í
Føroyum. Tað er nógv stuttligari
at siga frá Naddoddi – einum
av fyrstu føroyingunum, sum var
tiltikin sjómaður og navigatørur.
Tað var hann, sum leiddi
íslendingar og norðbúgvar til
Amerika. So vit hava ikki bara
grundlagt New York. Vit funnu
eisini Amerika!
Og hvat gjørdu írsku munkarnir
í Føroyum, jú, teir skrivaðu av
fornar grikskar og rómverskar
bøkur og vísindaverk, sum annars
vóru farin fyri skeyti í barbarisku
miðøldini, og soleiðis varð
stórur partur av versturlendsku
sivilisatiónina í roynd og veru
bjargaður í Føroyum.
Og hvar er heimsins elsta ting?
Í Íslandi? Nei, tað er á Tinganesi
í Havn.
Og hava tit nakrantíð hugsað
um, hvussu lættliga Sverri í
Kirkjubø hertók alt Noreg í
1100-talinum? Tað gekk so lætt
og skjótt, at ongin rættiliga
registreraði, at Føroyar høvdu
hertikið Noreg.
Tá eg so ein dagin herfyri
var saman við nøkrum írskum
starvsbrøðrum og fortaldi
teimum, at ættfaðir mín, Tróndur
í Gøtu, sum eg meti vera 24
ferðina tipoldurabbi mín, var
langabbasonur navnframa Ólav
Hvíta kong, sum ráddi fyri borgum
í Dublin fyri 1150 árum síðani, ja,
tá var ikki eitt eyga turt.
Byggja land í
samstarvi
Eg vóni, tit orka at halda
dampinum uppi í Gøtu. Nú fáa
tit lorvíkingar afturat tykkum at
lempa uppí, so tað skuldi bara
styrkt um støðuna. Vit vilja fegin
vitja aftur til fleiri tónleikatiltøk
og víkingadagar.
Allir føroyingar taka støðu til
Trónd í Gøtu. Annaðhvørt hann
var frælsishetja, bølmenni,
kristin, heiðin, frælsisstríðsmaður
ella sjálvsøkin. Sjálvt stand-
myndina av honum stendst stórt
kjak av. Men í grundini snýr øll
søgan um Trónd í Gøtu seg um
okkara eksistens, og tí er hon so
áhugaverd. Og tí er tað so sera
umráðandi, at tit halda fram við
tiltakinum Tróndardagar komandi
árini.
Vit hava brúk fyri at skilja
okkara søgu betur og at skapa
toleranta rúmd fyri ymiskleikum í
fatanum, tí tá ber eisini til at fáa
allar føroyingar at fylkjast um at
byggja okkum eitt sjálvbjargið
land í samstarvi heldur enn í
stríði hvør við annan.
Tøkk fái tit fyri hesi tiltøk
í vikuni, sum brátt runnin er,
og tøkk fái tit fyri at reisa
minnisvarðan yvir Trónd í Gøtu
og havið framhaldandi eina góða
víkinganátt og eitt gott G! Mini.
Standmyndin av Tróndi í Gøtu
Mynd: Jan Müller