mikudagur 30. juli 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 143 • 30. juli 2008
5. partur
Lagnudagurin í 1913
Í seinasta parti høvdu vit
fyrra part av frásøgnini hjá
Petur Jakku í Blásastovu,
pápi Tórir Thomsen, um
hansara fyrsta túr til
útróðrar. Í hesum seinna
partinum var hann til
útróðrar feigdardagin 23.
desember 1913:
Vit vóru eisini til útróðrar tann
ringa dagin, tollaksmessudag í
1913. Vit róðu suðureftir hendan
dagin. Vit egndu um náttina. Tað
vóru vánalig líkindir. Barometrið
fall skjótt. Tað vóru eisini so
grúiligir regnstoytingar. Summir
bátar egndu, og aðrir egndu ikki
orsakað av líkindunum. Eg var
24 ára gamal, og tað var eg sum
dreiv bátin. Vit róðu út eftir móti
Mjóvanesi út á Svínoyarfjørð. So
fóru vit at seta. Tað var lagaligt,
so vit settu tað mesta av línuni.
Tá tvær línur vóru eftir, vóru
sovorðin køst niður á sjógvin. Tað
vóru slíkir stoytingar av regni.
Høvdu vit verið eldri, høvdu vit
neyvan sett alt. Alt varð tískil
sett. Línan stóð nú ikki so leingi.
So fóru vit at draga. Hetta gekk
bedrøviliga illa at byrja við.
Suðurrákið var so mikið hart,
og vindurin var so nógvur av
landnyrðingi, at vit orkaðu ikki
at rógva framyvir línuna. Vit
stríddust við hetta tann heila og
haldna dagin. Eg minnist, at eg
var frammi í skut seinnapartin
av dragingini. Tað var nógvur
vindur, men tá var suðurrákið
burturdottið, so tá gekk væl at
draga. Tá bar til at andøva so
frægt, at tað kundi komast fram
á línuna. So var liðugt at draga,
og fisk høvd vit nógv av. Tað var
mest sum ov nógv í bátinum.
Mann tosaði um bekkfastan
bát. Tá var bakskuturin fullur
og tað sama var við rúmini har
frammi, bógrúmið og tofturúmið.
Tá ið línan var komin inn mátti
seglið repast. Eg minnist, at
eg stóð frammi í skut. Tað var
so nógvur vindur, at hann datt
til annan kjálkan, og teir fingu
hann ikki upp ímóti aftur. Tá so
seglið var repað, og blokkurin var
niðurflyttur á mastrini, tá varð
seglið ákoyrt. Tað var ræðuligt,
sum hann sigldi skjótt inn eftir.
Tað var so nógvur vindur, at tað
gekk eisini nógvur sjógvur á
bátin, men seglið bleiv standandi.
Tá vit komu inn fyri Lambavík
var ljós tendrað i Lamba. Tað
var ein gamal maður á bátinum.
Hann æt Ísakur. So sigi eg við
hann: “Hvat halda tygum Ísakur?
Skulu vit fara heim til Lamba
ella skulu vit royna Mjóvanes,
so vit sleppa inn á Gøtuvík.”
Hann helt spakuliga fyri, at
tað var betri at fara til Lamba.
Men eg var ungur og hevði tó
hug at prøva at fara á Gøtu, tí
at eystfallið var við okkum. So
bleiv gjørt. Vit fóru so eysturum.
Vit vóru teir flestu ungir menn.
Vit vóru tríggir sum vóru 24 ár,
tað vóru tveir sum vóru yngri,
og so var tað Ísakur, sum var
eldri. Tað gekk bara væl heim við
landinum. So róðu vit allan vegin
heim við Mjóvaneslandinum,
heim fyri Syðrugøtu. Hann var
landnyrðingur í ættini. Tá vit
Vanlukkur á sjónum og
Óla Jákup á Bakkanum
Hildið verður fram við frásøgnum frá grannlagnum hjá Tróndi í Gøtu. Her hava verið vanlukkur á sjónum, sum hava rakt
bygdina meint. Ein áhugaverdur persónur í grannalagnum var eisini Óla Jákup á Bakkanum og hansara ætt
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Hendan frálíka tekningin av Gøtu kirkju er frá aldarskiftinum, teknað av Christian Heilskov, blaðstjóra á Dimmalætting. Petur Jacob gav seinni eina ljósakrúnu
til kirkjuna sum tøkk fyri, at sonurin Jákup varð bjargaður, tá ið skip hansara gekk burtur
Soleiðis fóru gøtumenn til handils til Klaksvíkar um ta tíðina, tá ið teir fóru at keypa timbur til kirkjuna. Menninir
eru frá vinstru: Magnus á Mýruni, Petur Jakku hjá Nellu,var við Waagen, Gamli Heini, Ólavur inni í Oyri, Elias í
Bartalstovu, allir úr Syðrugøtu og Sámal Jákup í Frammistovu í Norðragøtu
Í grannalagnum hjá Tróndi í Gøtu: