Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juli 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 143 - 30. juli 2008 Stutt Sagt Biðja Brown fara Trýstið á bretska for­ sætisráðharran, Gordon Brown, veksur í hvørjum, og nú vilja eisini summir av hansara egnu floksfe­ løgum hava hann at fara frá. Teirra millum er parla­ mentslimurin Gordon Prentice. Við blaðið Finan­ cial Times sigur hann, at Gordon Brown má duga at skilja, at tað er best fyri hann sjálvan og stjórnar­ flokkin, at hann leggur frá sær. Financial Times skriv­ ar, at fleiri aðrir Labour­ tinglimir siga tað sama sum Gordon Prentice, men ikki alment. Sjálvur hevur Brown gjørt greitt, at hann fer ikki frá. Gordon Brown undir trýsti (Mynd: Polfoto) Aftur ein Pinochet Eftirnavnið Pinochet hvørvur ikki úr kilskum politikki við fyrrverandi forsetanum Augusto Pinochet, tí nú ætlar elsta dóttir hansara, Lucia Pino­ chet Hiriarte, sær upp í politikk. Hon hevur júst stillað upp til kommunuval í býarpartinum Vitacura í høvuðsstaðnum Santiago. Hetta er ein av teimum býarpørtunum, har yvir­ høvur múgvandi fólk búgva, og har nógvir av teimum dýraru handlun­ um hava sínar deildir. Lucia Pinochet bleiv tikin í fjør saman við ølllum hinum í Pinochet­ættini í sambandi við ákærurnar ímóti pápa hennara. Hon varð tók latin leys tveir dagar seinni. Lucia Pinochet Hiriarte (Mynd: AP) SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Mær tørvar ikki verja. Eg eri ósekur og fari at prógva tað. Við Guðs hjálp verði eg fríkendur (Radovan Karadzic) útlond Fyrrverandi bosnia­ serbiski leiðarin Radovan Karadzic kom í morgun til Haag, har hann skal fyri altjóða krígsbrots­ mannadómstólin Tað var týðiligt, at okkurt serligt var á vási á flogvølli­ num í Rotterdam tíðliga í morgun. Tyrlur hjá niður­ lendsku løgregluni flugu uppi yvir vøllinum og øki­ num kring vøllin, og fleiri løgreglubilar stóðu og bíð­ aðu. Løtu seinni lendi eitt lítið flogfar. Teksturin á tí vísti, at talan var um eitt serbiskt flogfar, og so var greitt, at flogfarið var komið við fyrr­ verandi bosniaserbiska leið­ aranum Radovan Karadzic. Niðurlendskir løgreglu­ og trygdarmenn fylgdu Karadzic úr flogfarinum inn í ein skottryggan bil, sum flutti hann týdningar­ mikla gestin til eitt fongsul í Schveningen beint uttan fyri Haag. Har skuldi hann fyrst til læknakanningar, og er heilsan í lagi, skal hann bíða har einar tveir dagar, áðrenn hann skal fyri krígs­ brotsmannadómstólin fyrstu ferð. Krígsbrotsmannadómstól urin hevur skuldsett Rado­ van Karadzic fyri grov krígsbrotsverk undir borg­ arakrígnum í Bosnia í 1990­ árunum. Talan er um skuld­ setingar fyri bæði fólkadráp, etniska útreinskan og annan ágang. Kann taka ár Millum annað er Karadzic skuldsettur fyri at hava havt ábyrgdina av, at 12.000 fólk doyðu í Sarajevo, meðan býurin var hersettur, og hann er eisini skuldsettur fyri at hava havt ábyrgdina av, at 8.000 muslimskir menn og dreingir vórðu myrdir í býnum Screbrenica í 1995. Ákærin hjá krígsbrotsma nnadómstólinum hevur reist 11 ákærur ímóti Kara­ dzic, og innan 30 dagar skal hann gera sínar viðmerk­ ingar til tær og siga frá, um hann játtar seg sekan ella ikki. Tað er longu greitt, at Karadzic fer at vísa ákær­ unum aftur, og serfrøðingar í Haag siga, at rættarmálið ímóti honum byrjar neyvan fyrr enn um nakrar mánaðir, og at tað kann taka ár, áðr­ enn dómur fellur. Karadzic hevur boðað frá, at hann ætlar at verja seg sjálvan, eins og Slobodan Milosevic gjørdi. Tað eru 11 ár, síðani krígsbrotsmannadómstól­ urin bað serbisku myndug­ leikarnar taka Radovan Karadzic og Ratko Mladic. Tann seinni er ikki tikin enn. Karadzic útflýggjaður og komin til Haag Við hesum flogfarinum kom Radovan Karadzic til Haag (Mynd: Polfoto) Klivin, sum Radovan Karadzic skal halda til í, er 15 fermetrar við einari song, einum mborði, einum sjónvarpi og brúsu (Mynd: Polfoto)