Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juli 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 30. juli 2008 Opel Astra nummar 10 millió­nir koyrdi herfyri út av verksmiðjuni í Bochum í Týsklandi. Jubileumsbilurin var ein silvurgráur Opel Ast­ ra 1,7 CDTI stationcar. Fyrsti Astra varð gjørdur tann 12. august 1991. Opel Astra, sum verður seldur í 80 ymiskum lond­ um kring heimin, hevur fingið nó­gvar heiðurslønir fyri bæði design og fram­ komna tøkni. mg Toyota hava tikið eitt ó­van­ ligt stig fyri at vekja áhugan fyri umhvørvisvinarligum bilum við at leiga nøkur av teimum mest eftirspurdu og sentralu parkeringsplássun­ um í Keypmannahavn og reserverað tey til eigarar av hybridbilunum Toyota Prius. Vit vilja við hesum røkja teir kundar, sum hava valt at koyra í einum av heimsins mest umhvørvisvinarligu bilum, sigur René Mourit­ sen, kunningarstjó­ri hjá Toyota Danmark. mg Í fleiri evropeiskum londum er tað nú krav at hava trygdarvestar í bilinum. Um bilurin t.d. steðgar upp, og bilførarin og onnur ferðandi í bilinum mugu fara úr bilinum á alfara vegi, skulu tey kunna síggjast væl av øðrum í ferðsluni. Tað er eitt sindur ymiskt hvussu strangt tað er, men í nó­gvum londum fáa bilførarar bó­t fyri ikki at hava trygdarvestar i bilinum. Kelda: FDM Tíggjunda árið á rað hevur týski bilfelagsskapinum ADAC, í samstarvi við 19 aðrar evropeiskar bilfelags­ skapir, kannað trygdina í yvir 30 av mest týðandi tunlunum til bilferðslu í Evropa. Sjey av hesum tunlum, harav tríggir í Norra og tríggir í Italia, eru vurderaðir sum sera vánaligir hvat trygd viðvíkur. Næstan triði hvør tunnil er ikki nó­g tryggur at koyra í hvat við­ víkur t.d. ljó­sviðurskiftum, rýmingarvegum og ferðslu­ eftirliti. Einans 10 tunlar fingu heilt gó­ðan karakter. Besta karakterin fekk tann 1,3 km langi tunnilin “Pont Pla” í høvuðsstaðnum í Andorra. Ongin danskur tunnil var við í kanningini hjá ADAC. Kelda: FDM 17 bilar Á skeltinum stendur ”Gratis parkering for Prius ejere” Ókeypis parkering til Prius 10 milliónir Opel Astra Opel Astra nummar 10 milliónir á verksmiðjuni í Bochum í Týsklandi Krav at ný­ta trygd­arvestar Í fleiri evropeiskum londum er tað nú krav at nýta trygdarvest um bilførarin og onnur ferðandi í bilinum mugu fara úr bilinum á alfara vegi Trygd­in í evropeiskum tunlum