Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juli 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 30. juli 2008 Longri, breiðari og lægri eru lyklaorðini til nýggja VW Passat CC, sum júst nú er komin á marknaðin. Ein bilur fyri tey sum ganga hægri upp í design og comfort, enn tað at bilurin endiliga skal vera so praktiskur Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Meðan nógv verður gjørt burtur úr at gera bilarnar høgar, rúmligar og praktisk­ ar, fyri at fáa so stóran kundaskara sum gjørligt, eru tað eisini kundar, sum ynskja sær ein bil, har høv­ uðsdenturin er lagdur á design og komfort. Tað er t.d. Mercedes­Benz CLS, besta dømið um ­ ein lágur luksus coupé við fýra hurð­ um og flottum designi. VW Passat CC er gjørdur við Mercedes­Benz CLS sum fyrimynd. Passat CC er ikki ein van­ ligur Passat við lægri taki og smærri broytingum, men hesin hevur heilt annað design, sum er longri, breið­ ari og lægri en tann vanligi Passat. Talan er um ein 4­ persónabil við tveimum sitiplássum framman og tveimum aftan. Kabinan er væl innrættað, forsetrini stuðla væl og eru løtt at stilla inn til røttu koyristøð­ una. Bilurin vit royndarkoyrdu var ein við 2,0 litra TDI dieselmotori við 140 hk. Talan er um ein sera um­ hvørvisvinarligan og øko­ nomiskan motor, sum koyrir 17,2 km/l (blandað koyring). Umframt ein annan 2,0 litra TDI diesel­ motor við 170 hk, fæst Passat CC fæst eisini við hesum bensinmotorum: 1,8 litra (TSI) við 160 hk, 2,0 litra (TSI) við 200 hk, og 3,6 litra V6 (4Motion) við 300 hk. Passat CC er á tremur við framkomnari elektroniskari standardútgerð og fæst við allari hugsandi eykaúgerð. Sum standard hevur hann punkteringsfrí RunFlat dekk, sum als ikki lata seg ávirka av at t.d. ein seymur fer upp gjøgnum dekkið. Koyrieginleikarnir eru á sera høgum støði, og væl virkandi servostýringin ­ saman við framkomna und­ irvogninum ­ ger sítt til at bilurin er ein heilt serlig uppliving at koyra. Passat CC kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Prísirnir byrja við kr. 358.000,­ fyri ein 1,8 TSI við 160 hk bensin­ motori. VW Passat Comfort Coupé SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Bilradio á Ras2 Bilradio er í summarfrí. Næsta sending verður send týsdagin 19. august. Passat CC er ein flottur og elegantur luksus coupé við fýra hurðum og fýra sitiplássum Motorurin 2,0 litra (4 syl.) diesel við 140 hk O-100 km/t 9,8 sek Botntrekk 320 Nm við 1.750 snún/min Oljunýtsla 17,2 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 235/45-17 Stødd og vekt Longd 480,0 m Breidd 186,0 m Hædd 142,0 m Eginvekt 1.430 kg Viðførisrúm 532 litrar Prísur kr. 374.000,- (2,0 TDI) Søluumboð Bilasølan Vegurin Langi FO-188 Hoyvík Tel: 35 97 00 www.bilasolan.fo VW Passat CC 2,0 TDI VW Passat CC. CC stendur fyri Comfort Coupé. Eitt smart konsept sum vit helst fara at síggja meira til í framtíðini Instrumentborðið líkst nógv tí á vanliga Passatinum, men stílurin er nakað annarleiðis Sum á fleiri øðrum fínum luksusbilum, bert pláss til tvey á baksetrinum í væl tilgjørdum setrum bilar 16