mikudagur 30. juli 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 30. juli 2008
31
Hinir brúnu kinnar eru
bergini, tað gula hár er
grasið, og tey djúpu, reinu
og kláru eygu eru Føroya
vøtn, gil og firðir.
Soleiðis er faðirs smátta.
Vøkur og mild.
Tá eg var mær í haganum
henda dagin kundi eg ikki
annað enn taka um ein
stein, sum hevur verið her
so nógv 1.000 ár fleira enn
eg. Eg kysti steinin, og ...
hann kysti meg aftur. Tað
var týðuligt, at hann kendi
meg so nógv betur, enn eg
kendi hann. Kendi mín
trega, mín longsul og pínu.
Síðani tveittu vit okkum, eg
og steinurin, í eitt gil har vit
bóltaðust í runu og vatni til
vit tváðaðu okkum í hinum
mjúka grasi.
Tá vit síðani turrir lógu
og hugdu uppi í himmal
hválvið, tá kendi eg meg
eitt við Føroyar – og eg
stórgræt. Græt um Føroyar
og fyri Føroyar.
Men tað er mær altíð ein
troyst at tann sveitti, ið
spríkir úr mær og tey tár eg
grátI í kampinum fyri
Føroyar, tað er sami sveitti
og somu tár, sum runnu av
fornum abbum, tá lunnar
vóru lagdir undir Føroyar.
Sami sveitti og somu tár, ið
fara at renna av teimum, ið
eftir okkum koma. Hesi tár
og sveitti renna niður í
sama kar, og úr hesum kari
kunnu øll, sum vilja hoyra
til tjóðina, súgva sær tjóð
skaparligan stirðil.
Ein teirra ið lat nógvar
dropar í karið, var maðurin,
ið stendur her á torginum,
stoyptur í bronsu. Nólsoyar
Páll. Hansara andi er livandi
og til staðar. Og vitanin um,
at hansara og míni tár nú
renna saman fær meg at ...
ja, stórgráta.
Tað gevur ikki eyð og
ognir at stríðast fyri Før
oyum. Men tað gevur heið
ur. Og tað gevur vissuna
um hitt æviga lívið.
Tí tann, sum berjist fyri
tjóðina, gerst eitt við teir, ið
bardust sama kamp fyri
øldum síðani og eitt ið teir,
sum í komandi øldum fara
at stríðast hitt góða stríð.
Tjóðin er ein vera, sum
livir gjøgnum ættarliðini.
Offrar tú títt lív til hana,
livir tú víðari í hennara
sterka hjarta, eftir at títt lítla
hjarta er tagnað. Nólsoyar
Páll og Gøtutróndur liva
enn, og eins og teir kunnu
vit liva í ókomnum øldum.
Tann einstaki livir og
doyr; tjóðin bara livir!
Tann einstaki er einki;
tjóðin er alt!
FØROYAR Í ÆVIR!
Haraldur talaði til tjóðina
– og tjóðin lurtaði
Mynd: Jens Kr. Vang