mikudagur 30. juli 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 143 - 30. juli 2008
Føroyar
í ævir
Landsmenn! Ólavsøkugest
ir! Æraða fjøld! Føroying
ar!
At stíga fram fyri tykkum
hesa nátt, er fyri meg sum
at stíga fram fyri sjálvan
drottin jólanátt. Ein æra so
stór, at eg sat í tímar og
kundi ikki festa á blað tey
orð, eg vildi bera fram fyri
tykkum.
Ikki tí – eg havi hildið
manga talu sum hesa áður.
Men eg havi aldrin havt
aðrar áhoyrarar enn meg
sjálvan. Mínar talur hava
verið vendar til mín til tess
at eggja meg at halda fram
við kampinum fyri at mítt
hjarta altíð skal sláa eina
føroyska takt.
Tá eg hevði sitið ein tíma
ella tveir og einki orð
skrivað, gekk eg mær út í
hjall og skar mær spik so
gott, at eg stórgræt tá eg
legði tað undir tonnina.
Men eg stóð eisini har í
hjallinum og stórgræt av
tankanum um, at tað, eg
vanliga leggi undir góman,
er medistari úr Føtex.
Føroyingar! Tað er órógv
í mínum sinni. Míni sál
vantar javnvág. Tað er
ósamsvar millum tann, eg
eri, eg tað, eg geri.
Seyður livir ikki í sjógvi,
toskur ikki á landi, og eg
livi
ikki
umgyrdur
av
donskum skvaldri. Eg bara
ani sum ørn í búri.
Sum grasið, ið vit stund
um síggja trýsta sær veg
upp gjøgnum asfalt, soleiðis
má eg hvønn dag trýsta og
berja meg gjøgnum eina
tjúkka dýnu av kleiggjutum
donskum pjatti fyri at
yvirliva um føroyingur.
Luftin eg dagliga andi er
so tjúkk er av vrevli og
fjanti, at tað at draga ondina
mangan kenst mær sum at
draga móru niður í lungu
ni.
Hvør dagur er hjá mær
ein bardagi fyri tí føroyska.
Ikki tí eg vænti, at konan
ella dóttirin ella tann ótol
andi moster Yvonne nakran
tíð verða føroyingar. Eg
haldi fram at stríðast fyri at
tær ikki skulu broyta meg.
Eg veit at eg mangan
kann
tykjast
bondskur.
Beiskur. Illur og ótolin.
Men eins og hin ásttikni
unglingin pínist tá hann má
vera burturi frá síni kæru,
so pínist eg, tá eg má vera
burturi frá Føroyum.
Tað er hart at noyðast
einsamallur í ein kjallara tá
tú vilt skipa Sjúrðarkvæðini.
Rákin av turrari grind er
ikki tann rætti, tá tínar
borðfelagar eta flæskesteg
med rødkål. At tosa um
kappastríð og hetjubrøgd
við danskar frúur er sum at
fara upp á gólv við einum
gásaflokki. At hoyra danskt
mál úr munninum á egnu
dóttir míni, kenst sum at
drekka spilta mjólk úr
gullkaliki.
Men í kvøld, landsmenn!
Í kvøld – ólavsøkukvøld! –
er
eingin
pína;
eingin
beiskleiki!
Í
kvøld
er
veitsla, í kvøld er gleði og
javnvág! Í kvøld dansi eg
við míni andans brúður!
Hjá mær at vakna í hjarta
num á Føroyum ólavsøku
morgun, er sum hjá einum
barni jólaaftan at vakna
undir sjálvum jólatrænum.
Men mínar gávur eru ikki
pakkaðar inn í glitrandi
pappír. Mínar gávur eru tit,
landsmenn. Bankandi før
oysk hjørtu, klødd í fornan
føroyskan búna.
Tá eg hugsi um hvussu tit
í gjáramorgunin pussaðu
knapparnar
til
klæðini,
berst mær fyri at tit pussaðu
okkara tjóðskaparliga førn
ing, so hann aftur kann
skyggja blankur í sólini.
Og tá eg nú síggi tykkum
í kvøldarljósinum... eri eg
aftur um at stórgráta. Gráta
av gleði og gráta av longsli
eftir at vera partur av
tykkum.
Eg veit, at summi ikki
skilja meg.
Eins og tann fiskur ið
aldrin hevur spraklað uppi
á turrum ikki dugir at
virðismeta tilveruna í sjó
num, soleiðis duga tit at
virðismeta, at tit sum før
oyingar búgva í Føroyum.
Tí er hetta mín áminning
hetta vakra kvøld: Tit eru
fiskurin í sjónum, seyðurin
í haganum, fuglurin í bergi
num, sílið í ánni. Tit eru
føroyingar í Føroyum!
Tað er tykkum so sjálv
sagt sum luftin, tit anda –
og tí gáa tit kanska ikki um,
hvussu stórt tað er.
Men um tit hvønn dag
dugdu at virðismeta tykkara
veldugu, dagligu gávu, so
hevði verið minni flokka
dráttur og minni klandur í
landinum.
Liðfelagar klandrast ikki,
tá dómarin bríkslar eftir
vunnan dyst. Og tit eru vinn
arar hvønn einasta dag,
hvønn tíma, hvørja løtu.
Tit eru eitt við klettar og
fjøll. Eitt við mál og ment
an. Eitt við fortíð og fram
tíð. Eitt við landið; eitt við
tjóðina. Og okkara tjóð
sigrar hvønn dag, bara við
at vera til.
Um mær varð boðin
størsta høll og hon var
skrýdd í gulli øll, tó faðirs
smátta mær er meir, tí hon
er eittans, ikki fleir.
Verið góð við smáttuna,
farið væl við henni, røkið
hana, verjið hana.
Eg geri tað harða arbeiði.
Eg dreni uttan um til tess at
forða fyri, at ov nógv óhum
ska setur at smáttuni. Onkur
annar málar vindeygu, og
onkur tendrar tey vøkru
ljós, ið brenna í longum,
mjáum stakum í stovuni.
Smáttuna røkja vit – tjóð
ina skapa vit – við okkara
atferð sum einstaklingar.
Við at seta okkum tað góða,
tað vakra, tað sanna – tað
føroyska! – sum mál, og
aldrin víkja frá tí.
(Tað er hvussu vit megna
hetta, sum skilir teir góðu
føroyingarnar frá teimum
ringu.)
Tá Hans Andrias fortelur
okkum at Katrin býr á
strondini, so sigur tað okk
um ikki so nógv um Katrina.
Men tá hann sigur at Katrin
býr á strondini og Katrin
hon er fitt – ja, so er tað
sum um, at vit øll kenna
hana. Hon er jú fitt. Vit
síggja hana fyri okkum. Vit
vita hvussu tað er at støkka
inn á gólvið hjá Katrini. Vit
kenna angan av henni. Tí
vit vita at hon er fitt! Hon
umboðar
tað
góða
og
vakra.
Katrin bíðar tolin í Før
oyum, meðan ...
Sørin er í Íslandi – í
Íslandi er kalt.
Sørin fiskar íslandstosk
og leggur hann í salt.
Landsmenn! Katrin er
Føroyar! Og Føroyar eru
tann hjúnarfelagin, sum
ikki bara Sørin, men vit øll
eiga í andanum!
Um sangurin segði at
Katrin býr á strondini og
Katrin er sakførari, so hevði
hon framvegis verið okkum
fremmand. Sama um tað
stóð, at Katrin er tjúkk ella
Katrin er rík.
Men vit kenna hana, tí
hon er fitt. Hon er Føroyar.
Og hon er ikki rík...
”Katrin eigur ikki jørð og
neyvan borð og disk, strev
ast við at vaska posar og at
turka fisk.” Men…
”Sólin brennir brúnan
kinn og bleikir gula hár,
kagar inn í eyguni, so djúp,
so rein og klár.”
Ólavsøkurøða
Haraldur
- Hjá mær at vakna í hjartanum á Føroyum
ólavsøkumorgun, er sum hjá einum barni jólaaftan at
vakna undir sjálvum jólatrænum. Men mínar gávur
eru ikki pakkaðar inn í glitrandi pappír. Mínar gávur
eru tit, landsmenn. Bankandi føroysk hjørtu, klødd í
fornan føroyskan búna, segði útisetin Haraldur í talu
sínari til tjóðina ólavsøkukvøld. Les røðuna her