mikudagur 30. juli 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 • 30. juli 2008
MIÐvIkaN
33
Tað hava verið fleiri
stórir skaðadagar í Gøtu
seinast í 19. øld og
fyrrapartin í 20. øld. Í
1879 og 1884 ganga
tveir bátar burtur. Hetta
vóru vanlukkur, sum
raktu nógv hús í sóknini.
Høvuðskeldan til hesa
og fylgjandu frásøgn eru
Arnleyg og Tummas
Jacobsen
Fríggjadagin tann 23. mai 1879
gongur Broje, seinni kallaður
Kirkjubáturin, burtur á veg heim
frá handilsferð til Klaksvíkar. Teir
høvdu verið í Klaksvík eftir viði at
umvæla kirkjuna við.
Báturin fór úr Klaksvík um
hálvgum tvey tíðina seinnapartin.
Tveir lorvíkingar greiddu frá í
forhoyri, at teir høvdu sæð bátin,
og at hann var tungt løddur av
borðviði og stokkum og hevði grót
sum barlast.
Tað var longu væl av vindi av
suðri, tá ið teir fara av Klaksvík.
Vindurin bara vaks og streymurin
var harður.
Lorvíkingar sóu bátin koma um
fjørðin seinnapartin um dagin
fara suður við, men teir hava
verið ov seinir á sjóvarfallinum.
Tað verður sagt, at báturin var
seinkaður í mun til sjóvarfallið, tí
teir høvdu eitt ferðafólk við, sum
varð sett av í Kallsoynni.
Seinni um dagin síggja teir eitt
vrak fara rekandi við streyminum
norð gjøgnum fjørðin. Tað var so
ringt veður, at teir sóu ikki hvat
tað var. Teir mannaðu beinan
vegin tíggjumannafar at vita,
hvat hetta mundi vera. Teir koma
fram á gøtubátin, sum bert fleyt á
borðviðinum. Líkið av Hans Jacob
hjá GlyvraHanusi fleyt í bátinum.
Vegna veður máttu teir lata bátin
fara, men líkið tóku teir við.
Komnir til lands royndu teir alt,
teir kundu at fáa lív í Hans Jacob,
men til fánýtis. Hóast veðrið var
av tí ringastu leitaðu lorvíkingar
eftir fleiri líkum, men uttan úrslit.
Seinni varð to líkið av Jóan Fredr
ik í Súnastovu rikið á land.
Teir ið fórust vóru:
1. Jákup í Blásastovu (Jacob
Jacobsen), 50 ár og bóndi. Eftir
hann sótu einkjan Rakul og 22 ára
gamla dóttirin Elspa Katrina, sum
giftist við Tummas, húskallinum
av Strondum.
2. Líggjas í Jákupsstovu (Elias
Hansen) var 41 ára gamal og
bóndi. Eftur hann sótu einkja og
fýra ómyndug børn. Tey vóru Hans
Petur f. 1864, Johan Símun f.
1870, Magnina f.1877 og Petur
Hans f. 1879, kallaður Langi Petur
Hans.
3. Andrass (Andreas Joensen) var
66 ára gamal einkjumaður. Hann
átti fýra børn. Tey vóru Marsanna,
Dorthea, giftist við Eyða í
Blásastovu, Jóhanna, giftist við
Jákup í Frammistovu og Sámal
Jákup.
4. Jóan Fredrik í Súnastovu (Joen
Frederik Heinesen) var 56 ár og
ógiftur. Hann átti fýra systkin.
Eitt av teimum var Abraham í
Súnastovu.
5. Hans Jacob hjá GlyvraHanusi
(Hans Jacob Hansen),37 ár og
giftur, átti fýra børn. Var abbi
Hans Jacob Havstreym.
Hetta er ikki einastu ferð, at
bátur á handilsferð til Klaksvíkar
gongur burtur. Tann 16. februar
1847 umkomst ein gøtubátur, sum
hevði verið í handilsørindum í
Klaksvík út fyri lendingini í Syðru
gøtu, og ein maður druknaði. Tað
var 50 ára gamli David Joensen,
kongsbóndi í Syðrugøtu.
J. Símun Hansen greiðir frá fýra
øðrum tilburðum hjá bátum úr
Fuglafirði og Lorvík á handilsferð,
sum hava kostað mannalív.
Aftur vanlukka í 1884
Longu 20. mars 1884 gekk “Nóls
oyingurin” burtur á Fuglfjarðaboð
unum á veg heim av útróðri. Her
fórust 8 norðragøtumenn.
Teir vóru:
1. Martinus í Jákupsstovu, 32 ár.
Hann var giftur við einkjuni eftir
bróðurin Líggjas, sum fórst við
Broje. Tey áttu eitt barn.
2. Hans Jacob hjá Peri, 48 ár, átti
4 ómyndug børn.
3. Jóan Karl í Mortanstovu, 39 ár
og ógiftur.
4. Jákup á Brúnni, 16 ár. Sonur
Símun Petur á Brúnni og beiggi
Jákup Simonsen, ið gjørdist
lærari í Gøtu alla sína tíð.
5. Jákup Petur í Pállstovu, 52 ár,
einkjumaður uttan børn.
6. Símin Pauli i Jørundstovu, 59
ár og bóndi. Fýra børn sótu eftir.
7. Jóan Petur í Jørundsstovu,
25 ár, ógiftur. Elsti sonur Símun
Paula.
8. Óla Jákup í Tjørnustovu, 37 ár,
ógiftur, borin til festið
Samløgan
Sama dag sum Nólsoyingurin gekk
burtur gekk Samløgan frá Gjógv
burtur eisini við átta monnum.
Í Gjáarsøguni hjá Peter Jacob
Sigvardsen verður endurgivin
frásøgn hjá gjáarmanni, sum var
á útróðri sama dag. Hann greiddi
soleiðis frá hesum degi:
“Teir høvdu sett úti í Mið
havinum, tá hann knappliga brast
á av landnyrðingi við ringum
sjógvi. Teir kvikaðu sær at taka
eini átta stykki av línu inn í bátin.
Pápi stýrdi. Hann plagdi at siga,
at hetta var tað versta, hann
hevði siglt uttan av havi. Tað var
at liggja og skáka undan sjógvi.
Eisini var ein sjógvur so nær, at
har var eingin møguleiki at sleppa
undan. Við hesi øgiligu ferðini tók
hann bátin og rendi hann beint
uppí. Hann brestist so, at teir
væntaðu, at báturin smildraðist
sundur. Men báturin helt.
Í gerðarbókini hjá løgregluni í
Eysturoy verður m.a. sagt:
“Atter maa vi berette om
to sørgelige Ulykkestilfælde,
som indtraf den 20de d. M.
Fra hver af Bygderne Gjov og
Nordregøte paa Østerø forliste en
Ottemandsfarer og Mandskabet
druknede, i alt 16 Mand,
der efterlader 7 Enker og 23
ukonfirmerede Børn.
Om Morgenen var Vejret
godt, men hen ad Formiddagen
blæste det stærkt op, og Søen
blev meget oprørt med enkelte
Braadsøer, der gjorde skade hvor
de traf.
Paa flere Baade pressede man
Lever ud og kastede den for at
stille Søen, hvad der rimeligvis
har hjulpet flere. Mange var nær
ved at forulykke. Fisk, Skrin og
Redskaber skyllede over Bord…
Hetta gevur uttan iva eina
ábending um umstøðurnar hjá
Nólsoyinginum.
Við hesum báðum vanlukkum
vóru 13 mans farnir á sjónum
í bygdini í 5 ár. Av teimum 23
húsunum í Norðragøtu vóru 11
hús rakt. Tey vóru Tjørnustova,
Blásastova, hjá Andrassi,
hjá Glyvra Hanusi, frammi
í Jákupsstovu, 2 mans, hjá
Peri, Súnastova, Mortanstova,
Pállstova, Jørundstova (2 mans) og
á Brúnni. Allir í sama grannalagi.
Í juli 1890 gingu tveir mans
burtur við Gøtugjógv á Norð
fjørðinum í Íslandi. Tað vóru
brøðurnir Hans Pauli og Johan
Hendrik Olsen frá Gøtugjógv.
Cyclone
Í 1903 gongur Cyclone burtur. Tá
sjótast seks gøtumenn. Teir vóru
Otto í Ólastovu, 18 ár, Hans Petur,
sonur Óla Jákup á Bakkanum, 19
ár, Grækaris fyri oman Oyruna, 24
ár og Jóan Petur í Guttastovu, 46
ár. Hesir vóru úr Syðrugøtu. Frá
Gøtugjógv vóru Óli í Mikkjalstoft,
21 ár og Olivur á Trøðni, 17 ár.
Tað vóru 16 menn við Cyclone.
Eingin kundi skilja, hvat ið var
hent, tí veðrið var av tí besta.
Tulip
Í 1904 gongur Tulip burtur við
hesum monnum:
Hans Frederik Hansen, 30 ár,
skipari
Peter Jacob Hansen, 26 ár
Samuel Peter Joensen, 22 ár
Joen Pauli Poulsen, 29 ár
Simon Peter Olsen, 21 ár
Carl Fr. Olsen, 26 ár.
Hans Frederik og Joen Pauli vóru
giftir.
22. mars 1918 umkomust tveir
mans úr Norðragøtu á Gøtuvík.
Tað vóru svágrarnir Per úti í Ják
upsstovu og Magnus í Súnastovu.
Per var 41 ár og ógiftur. Hann var
einasti sonur hjá Hans Jacob hjá
Peri, sum fórst við Nólsoyinginum
í 1884. Magnus var 56 ár og
giftur. Hann átti son og tvær
døtur.
Vanlukkuna á Gøtuvík í 1944
greiddu vit frá í seinasta parti.
Skaðadagar
Ein av gøtumonnunum við Waagen
í 1888 var eisini Petur Pauli í
Tjørnustovu. Veðrið var so ringt,
eisini í Norðragøtu, at húsini hann
hevði í gerð fóru í luftina
Uttast til vinstru er Ísak Isaksen, sum bæði var við Waagen og umrødda útróðrartúrin í 1913. Síðan eru tað Tummas
Hans og Jóan Petur hjá gamla Sámali, sum var beiggi Óla Jákup á Bakkanum