mikudagur 30. juli 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
34
nr. 143 • 30. juli 2008
Eitt bóndahús í gomlu Norðragøtu
er frammi í Jákupsstovu. Tann
fyrsti, sum nakað kann sigast
stórvegis um, er Óla Jakup á
Bakkanum, sum var føddur 30.
oktober 1845.
Foreldur hansara vóru Hans
Petur Zachariassen, 1807-1888,
og Martha Eliasdatter, ættað frá
Gøtugjógv, 1807-1855. Tey áttu
9 børn.
Óla Jákup hevur havt rættiligan
útlongsul og fer út at sigla sum
heilt ungur. Hann var við jaktini
Emmanuel hjá Mortensen á Tvør-
oyri ein ringan túr, tá ið teir fóru
úr Keypmannahavn 26. november
1865 og komu ikki á Tvøroyri fyrr
enn 12. januar 1866. Tá høvdu
teir verið 48 samdøgur í sjónum
og eingin væntaði at síggja teir
aftur.
Várið 1866 fer hann longu
avstað aftur og kemur heim aftur
“um Tvøroyri” heystið 1867. Tað
er ikki meira vitað um hendan
túrin.
Men tá eru umstøðurnar frammi
í Jákupsstovu ringar. Tríggir brøður
eru deyðir í bestu árum.
Teir vóru:
Jóan Petur (1832-1864), 34 ár,
borin til festið, ógiftur
Zacharias (1833-1866), 32 ár
og ógiftur. Hann er deyður í
útisigling.
Thomas Hans (1840-1867), 26 ár
og ógiftur.
Óla Jákup er so heima, inntil
hann heystið 1872 fer avstað
aftur. Tá stendur hann at vera
farin “til Skotland som Matros”.
Hann kemur ikki heim aftur fyrr
enn í 1880, og tá vita fólk at siga
frá teimum gomlu, at hann kemur
heim frá Amerika.
Tá hevur hann verið burtur í
átta ár út í eitt. Tey gomlu í Gøtu
vistu at siga frá, hvussu avbera
ríkur hann var, og so var hann so
fínur!
Í 1880 giftist Óla Jákup við
Onnu Sofíu úr Bartalstovu í
Syðrugøtu. Hon var dóttir Skúla-
Jógvan. Í 1881 fekk hann handils-
bræv, bygdi sær sethús og handil
á Bakkanum í Norðragøtu og fór
at handla fyri Jørgen Bech og
sønner í Klaksvík. Men tað gekk
illa við handlinum og longu í 1887
mátti hann gevast.
Waagen
Í 1888 var Óla Jákup til lands í Ís-
landi. Hetta hevur uttan iva verið
av neyð. Tískil kemur hann um
heystið heim við norska skipinum
Waagen saman við 150 øðrum
útróðrarmonnum. Teir komu í eitt
slíkt ódnarveður, at teir mundu
farið á land inni í Skarðsvík í
Fugloynni. Tað var kavarok og
ódnarveður á miðari nátt. Fólkið
umborð fekk at vita, at tað tyktist
ikki at vera útlit fyri bjarging.
Tað vóru 7 gøtumenn við, um-
framt Óla Jákup. Hinir gøtumenn-
inir greiddu frá, at tá ringast stóð
til, tók Óla Jákup kommandoina
og fór upp í mastrina ella rigningin
fyri at skera eitt falli í. So nógv
hevur staðið á Óla Jákup, at tá ið
hann kom niður aftur, hevði hann
mist ein fingur uttan at vita av
tí. Eisini varð sagt, at Óla Jákup
fór til róðurs, tá ið skipið kom inn
á Skarðsvík. Hann var vanur sigl-
ingarmaður, sum hevði siglt úti í
eini 11 ár, bæði við segl- og damp-
skipi. Hann hevði eisini sum ungur
verið úti í Fugloy at vera, og hevur
verið kunnigur um hesar leiðir.
Tað hava í minsta lagi verið hesir
gøtumenn við:
1. Óla Jákup á Bakkanum (1845-
1889), Norðragøtu
2. Marius undir Eiðinum (1855-
1936), Syðrugøtu
3. Jóan Frederik fyri Innan á
(1853-1941), Norðragøtu
4. Stóru Óli í Tøðuni (1859-1939),
Gøtugjógv
5. Petur Pauli í Tjørnustovu (1860-
1939), Norðragøtu
6. Petur Jakku hjá Nellu (1861-
1931), Syðrugøtu
7. Símun Petur á Brúnni (1863-
1952), Norðragøtu
8. Ísakur Isaksen, (1860-1948),
Norðragøtu
Í 1888 vóru hesir menn í bestu
árum og hartil skilamenn. Allir
blivu teir gamlir uttan Óla Jákup.
Hann doyði 22. apríl 1889, bert
eitt hálvt ár eftir hesa minniligu
ferðina
Óla Jákup hevur uttan iva
fingið deyðamein av hesum túr-
inum. Hann doyði inni í Klaksvík
hjá beiggja sínum Andreas í
Krotugrøvini í apríl 1889.
Summarið 1889 varð búgvið
aftaná Óla Jákup selt: sethús,
handil og jørð 5½ gyllin.
Einkjan Anna Sofía, sum bert
var 27 ára gomul, mátti úr hús-
inum og av bygdini við børnunum
yvir aftur til hennara foreldur í
Bartalstovu í Syðrugøtu.
Sonurin Hans Petur var tá 6
ára gamal og Anna Martina var
4 ára. Yngsta barnið var ikki føtt.
Hetta var Olevina, uppkallað eftir
pápanum. Hon giftist við Høgna
Høgnesen bónda á Grundlendi í
Oyndarfirði. Anna Martina giftist
við Andreas Hansen, á Rætt, í
Syðrugøtu. Hans Petur doyði bert
20 ára gamal við Cyclone i 1903.
Anna Sofía fór at halda hús
við Jógvan Hansen Uppi á Rætt,
seinni kallað Uppi á Trappuni,
og her var hon til Jógvan doyði í
1925. Tá fer hon til dótrina Onnu
Martinu og doyr í 1933, 71 ára
gomul.
Arnleyg og Tummas skrivaðu,
at gøtufólk vóru sera vónbrotin
um, at avrikið hjá Óla Jákup ikki
hevur verið tikið uppá tungu,
hvørki tá ella seinni.
Sum kunnugt yrkti Jóan Petur
uppi í Trøð í Kvívík eina vísu
um tilburðin. Eitt ørindi ljóðaði
soleiðis:
Lukku so fatti tey fingrabein
So væl kundu skipinum føra
Gomul gøtufólk søgdu altíð, at
hetta ørindi var meint við Óla
Jákup, tá ið hann fór til róðurs.
Líggjas og Hans
Petur bóndi
Ein av beiggjunum hjá Óla Jákup
var Elias, kallaður Líggjas í
Jákupsstovu, f. 1836. Ein sonur
hansara var Hans Peter, vanliga
kallaður Hans Petur bóndi.
Hans Petur er føddur í Norðra-
gøtu 11. november 1864, elsti
sonur Líggjas (Elias) Hansen og
Elspu Johansdatter, ættað av
Fløtti í Kunoy. Í 1870 fáa tey eisini
sonin Jóan Símun (í Pállstovu).
Trý ár seinna fáa tey eina dóttir,
ið fær navnið Billa eftir ommuni
í Kunoy. Men longu 17 dagar
eftir doyr Elspa, og hálvan triðja
mánaðar seinni doyr Billa eisini.
Eftir situr pápin við tveimum
synum, sum eru 9 og 3 ára gamlir.
Líggjas giftist upp aftur við Onnu
Sofíu úr Skálafirði, og í 1876 fáa
tey dótrina Magninu, sum seinni
giftist yviri í Tøðuna við Gøtu-
gjógv. Í 1879 fáa tey sonin Petur
Hans, seinni kendur sum Langi
Petur Hans.
Men hetta gjørdist eitt syndar-
ligt vár, tá ið seks mans umkom-
ust við Kirkjubátinum. Millum teir
sjólátnu eru Líggjas, pápi Hans
Petur. Hann er nú sum 14 ára
gamal faðir og móðurleysur men
ov ungur at taka festið.
Anna Sofía giftist upp aftur við
Martinus, yngsta bróður Líggjas.
Tey fáa í 1882 Eliu, kend sum
Elia í Guttastovu. Hon er omma
Haldgrim Gregersen.
Martinus festir Jákupsstovufest-
ið, men longu í 1884 verður Gøtu
aftur rakt av eini bátavanlukku,
tá ið 8-mannafarið Nólsoyingurin
gekk burtur við átta monnum.
Millum hesar var tann bert 32 ára
gamli Martinus.
Nú festir Hans Petur 19 ára
gamal. Hann giftist 29 ára gamal
Elspu Poulsen, f. 28. 11. 1867 úr
Úti Guttastovu í Syðrugøtu. Hon
var dóttir Poul Olsen og Elsebeth
Joensdatter, ættað frá Gjógv.
Elspa er yngst av sjey systkjum.
Tey bæði giftast 14.11 1891.
Longu tvey ár eftir doyðu bæði
foreldur hennara. Tískil komu
teirra børn at vaksa upp uttan
ommur og abbar. Tey bæði fingu
13 børn. Fleiri teirra doyðu sum
børn, men tey sum vuksu upp vóru:
Elias Sofus, Poul Enok, Jakku,
Palli, Elspa, Sámal Petur, Hansina,
Jóan Símun, Andreas og Erik. Av
teimum giftust øll, uttan Símun, og
fingu børn.
Tískil er hetta blivin ein sera
stór ætt. Í 2002 vóru 772 bein-
leiðis eftirkomarar umframt mak-
ar. Síðan eru nógv komin afturat.
Eftir av hesum níggju børnunum
hjá gamla Hans Petur eru eftir at
nevna:
Sámal Hansen (1838-1919),
kallaður Gamli Sámal. Hann
kallaði tveir av sínum synum upp
eftir beiggjunum, sum doyðu
ungir, nevniliga Jóan Petur og
Tummas Hans.
Anna Sofía (1848-1926) giftist
inn á Brúnna. Hon var mamma
Jóan Jakku, sum giftist við Hans-
inu Øregaard úr Lorvík og Onnu
Jovinu, sum giftist við Zakarias
Karl í Frammistovu. Ein sonur var
Sámal Petur, sum doyði við Tulip
í 1904.
Sambært fólkateljingina í
1911 eru 31 hús í Norðragøtu.
Henda søga viðvíkir sjey av
hesum húsunum, nevnliga hesi:
Pállstova, hjá Langa Petur Hans,
hjá Sámali, inni á Brúnni, hjá
Zacharias Karl, Frammi í Køkinum
og hjá Tummas Hans.
Frammi í Jákupsstovu
Komandi partur
Næstu ferð kemur seinasti
partur um grannalagið hjá Tróndi
í Gøtu. Tá hava vit eisini søguna
um Jóan Jakku Petersen úr
Ólavstovu í Syðrugøtu, sum var
til skips 76 ára gamal, blindur!
Hans Petur bóndi og kona hansara Elspa
Óla Jákup á Bakkanum við konuni Onnu Sofíu, fødd Jacobsen