mikudagur 30. juli 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 30. juli 2008
35
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Tað var so tætt sum
tað kundi vera, men
eisini so ivaleyst sum
til bar. Heiðabáturin
vann tryggan sigur í
umróðrinum ímóti
Árnfirðingi
KAPPRÓÐUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í umróðrinum millum 8-
mannaførini var eingin ivi.
Heiðabáturin stevndi einsa-
mallur á mál, og tað gekk
rúm tíð, áðrenn Árnfirðingur
var komin fram. Einar tvær,
um ikki tríggjar bátslongdir
vóru á muni. Í fyrra
róðrinum fóru Heiðabáturin
og Árnfirðingurin annars
stavn um stavn á mál. Tí var
neyðugt við umróðri.
– Vit hildu, at vit høvdu
eina hálva bátslongd at
geva av, men so tagdi
róðursmaður okkara, og tá
hevur tað verið ógvuliga
javnt, metti Bjarki Daniel-
sen, sum rør við Heiða-
bátinum. Men hóast javnt í
fyrstu royndini, stúrdu teir í
gula bátinum ongantíð, tá
rógvast skuldi umaftur.
– Á longru teinum hava
vit sæð, at vit orka nógv
betri og á 1500 metra
teinunum eru vit eisini tað
frammanfyri Árnfirðing. Tí
ivaðust vit ongantíð, tá tað
bleiv til umróður, greiddi
Bjarki Danielsen frá.
Tað var heldur eingin ivi,
tá samlaða støðan í 8-
mannaførum skuldi gerast
upp. Heiðabáturin var greið-
ur vinnari við 49 stigum,
tíggju stig aftur til nummar
tvey.
Eingin ivi í umróðrinum
Kappingin var intens,
men hon gjørdist ikki
so tøtt, sum tað kan
ska varð roknað við. –
FM skuldu vit vinna,
og at vit so fingu
ólavsøkusigurin eisini
er fantastiskt, segði
Brandur Pætursson á
Havnarbátinum
KAPPRÓÐUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað var eingin ivi, tá ið
spennandi kappingin mill-
um 10-mannaførini skuldi
avgerast í mjørkanum á
Havnarvág.
Havnarbáturin hevði betri
start enn Ormurin, og
Havnarbáturin
smurdi
Ormin av.
Á málinum var munurin
ein bátslongd.
Úrslitið ber við sær, at
Havnarbáturin vann FM
2008. Hetta var trettanda
FM heitið hjá Havnar-
bátinum, sum framvegis er
mest vinnandi róðrarbáturin,
síðani tað í 1973 varð farið
undir at kappast um FM á
tann hátt, sum tað framvegis
verður gjørt. – Hetta var
fantastiskt. Vit fingu ein
heldur slakan start, men
komu so aftur og bara øktu,
og í síðsta enda høvdu teir
ongan kjans, segði Brandur
Pætursson á Havnarbáti-
num. Hann lýsti annars
munin millum Havnarbáti-
num og Ormin soleiðis, at
teir hvítu úr Havnini høvdu
”timað”
kappingarárið
betri, sum hann tók til.
– Og FM skuldu vit
vinna, og at vit so fingu
ólavsøkusigurin eisini er
fantastiskt, segði Brandur
Pætursson.
Úrslitið á ólavsøku ber
eisini við sær, at tað ikki
eydnaðist
Orminum
at
vinna FM heitið í fyrstu
kappingini nakrantíð. Teir
fingu silvur.
Harvið verður setningurin
hjá
teimum
í
Róðrar-
felagnum Knørri næsta ár
at bjóða nýklæktu FM
vinnarunum í Havnarbátin-
um av í 2009, tá ið tað
ljóðar frá, at aðrir bátar eis-
ini fara at bjóða seg fram.
Havnarbáturin setti Ormin upp á pláss
Hetta var trettanda FM
heitið hjá Havnarbátinum,
sum framvegis er mest
vinnandi róðrarbáturin,
síðani tað í 1973 varð
farið undir at kappast um
FM á tann hátt, sum tað
framvegis verður gjørt
Mynd: Jens Kristian Vang
Ólavsøkutíðin:
1 Havnarbáturin 04:00.04
2 Ormurin 04:03.01
3 Eysturoyingur 04:12.08
4 Nólsoyingurin 04:20.22
Støðan:
1 Havnarbáturin (FM) 46
2 Ormurin 45
3 Nólsoyingurin 21
4 Eysturoyingur 15
5 Ormurin Langi (VK)
6 Vestmenningur 3
Ólavsøkutíðin:
1 Heiðabáturin 04:07.12
2 Árnfirðingur 04:07.13
3 Argjabáturin 04:10.09
4 Kvívíkingur 04:16.09
5 Knørrur 04:24.17
Støðan:
1 Heiðabáturin (FM) 49
2 Árnfirðingur 39
3 Argjabáturin 38
4 Kvívíkingur 28
5 Knørrur 12
6 Miðvingur 3
Fleiri umborð á Heiðabátinum vóru við at manna
Sølmund í fjør, og higani hava teir royndir við
umróðrum. Tað hjálpti á ólavsøku
Mynd: Jens Kristian Vang