Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-30, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juli 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 143 - 30. juli 2008 ] Sundabáturin tryggj­ aði sær FM, men á ólavsøku megnaðu sundamenn einki at gera við Riddaran KAPPRÓÐUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Soleiðis sum tað hevur gingið tríggjar tær seinastu ferðirnar, soleiðis gekk tað eisini á ólavsøku. Sundabaturin tryggjaði sær FM í kappingini millum 6-mannaførini við monnum, men heldur ikki hesa ferð megnaðu teir á meistara- bátinum at gera nakað við Riddaran úr Miðvági. Tvørabáturin legði bragd- liga fyri, og Sundabáturin hevði betri start, enn hann hevur havt undanfarnu ferðirnar. Riddarin var á triðja plássi fyrstu metrar- nar, men so fekk hann ferð á, meðan tað eina løtu ikki hilnaðist so væl hjá Sundabátinum. Riddarin stakk seg fram- um Tvørabátin og Sunda- bátin, og eina løtu var munurin ein heil bátslongd. Í endaspurtinum fekk Sundabáturin rættiliga ferð á, munurin fram til Riddaran minkaði, men tað bar ikki til at taka miðvingar, sum kortini ikki kundu taka FM heitið frá sundamonnum. Hóast FM-sigurin, nívdi tapið manningina umborð á Sundabátinum. – Vit blivu nummar tvey, og tað er lítið at fegnast um, gjørdi Elmar Joensen á Sundabátinum greitt. Hann vísti á, at teir ikki fingu endaspurtin at rigga. – Riddarin kom innfyri okkum, og vit mistu tíggju tøk. Tað er ógvuliga vána- ligt, men dómararnir eiga størstu skuldina av tí, metti Elmar Joensen, sum annars helt, at burtursæð frá tí gekk róðurin væl hjá teimum. – At vinna á ólavsøku er altíð gott, men vit mugu so góðtaka hetta sum tað er, ásannaði ein heldur harmur Elmar Joensen. Miðvingar gjørdu bart Sundabaturin tryggjaði sær FM í kappingini millum 6-mannaførini við monnum, men heldur ikki hesa ferð megnaðu teir á meistarabátinum at gera nakað við Riddaran úr Miðvági Mynd: Jens Kristian Vang Røðin millum dreingjabátarnar var nett tann sama á ólavsøku, sum hon var í FM kappingini KAPPRÓÐUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Dreingirnir á Sílinum eru mest sannførandi róðrar- manningin í hesum róðrar- árinum. Fyrr í summar hava dreingirnir hjá Havnar Róðrarfelag vunnið seks sera sannførandi sigrar, og aftur á ólavsøku vunnu dreingirnir á Sílinum so sannførandi sigur, sum tað sjáldan hevur verið vunnið í kappingini millum dreingjabátarnar. Sílið var fremst eftir startspurtin, á Molanum var Sílið leyst av hinum bátun- um, og tá ið bátarnir róðu fram við Molanum, øktist munurin støðugt frá fremsta plássinum og aftur til Havfrúnna úr Vestmanna, sum eina løtu var longri aft- uri enn næstfremsta pláss- ið, sum vestmannadreingir hava røkt alt summar. Junkarin var aftur hesa ferð triður á mál. Harvið var Sílið sera dyggur meistari, Havfrúgvin var eins tryggur á silvur plássinum, og Junkarin var tryggur á triðja plássi. Róar Dalsgaard rør við Sílinum og var sjálvsagt fegin. – Hetta er ótrúliga gott og vert hvørja krónu. Sjey á rað er óført, og man hevur ikki vunnið FM uttan at vinna á ólavsøku, segði Róar Dalsgaard, tá hann var komin upp á land. – Vit hava vant so nógv, og í dag vildu vit gera alt fyri at vinna, so tað koyrdi bara allan vegin hjá okkum, sigur Róar Dalsgaard, sum var við at vinna ein ógvuliga sannførandi róður. – Tað var gott, ótrúliga gott, næstan bara hygg, segði Róar Dalsgaard, sum skýrdi ólavsøkuróðurin at vera ein hyggeróður, sum hann tók til. Sílið sera sannførandi – Sjey á rað er óført, og man hevur ikki vunnið FM uttan at vinna á ólavsøku, sigur Róar Dalsgaard umborð á Sílinum, sum eisini vann Útvarpssteypið Mynd: Jens Kristian Vang Ólavsøkutíðin: 1 Sílið 04:33.15 2 Havfrúgvin 04:39.08 3 Junkarin 04:40.06 4 Teistin 04:44.12 5 Strípan 04:45.09 6 Tjaldrið 04:45.13 7 Katla 04:46.06 8 Blikur 04:47.13 9 Jallurin 04:49.15 10 Tambar 05:02.01 Støðan: 1 Sílið (FM) 49 2 Havfrúgvin 41 3 Junkarin 36 4 Tjaldrið 25 5 Strípan 18 6 Teistin 17 7 Katla 8 8 Blikur 1 9 Tambar 1 10 Jallurin 0 Ólavsøkutíðin: 1 Riddarin 04:22.12 2 Sundabáturin 04:23.06 3 Tvørabáturin 04:24.07 4 Gongurólvur 04:29.02 5 Strálan 04:29.06 6 Hósvíkingur 04:29.07 7 Lómur 04:30.07 8 Kollfirðingur 04:32.00 9 Rádni 04:32.03 10 Jarnbardur 04:40.24 11 Fortuna 04:41.04 12 Víkingur 04:41.09 Støðan: 1 Sundabáturin (FM) 45 2 Riddarin 42 3 Tvørabáturin 38 4 Gongurólvur 25 5 Hósvíkingur 14 6 Rádni 11 7 Lómur 9 8 Strálan 6 9 Fortuna 4 10 Jarnbardur 2 11 Kollfirðingur 0 12 Víkingur 0 Taptu ímóti dønum Einki stig og einki mál. Tað er úrtøkan hjá føroyska U17 landsliðnum, sum í gjár spældi seinna dystin í NM-kappingini. Mótstøðuliðið var Danmark, sum, sambært heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum, er væl sterkari enn skotar – sum vunnu 3-0 á Føroyum mánadagin. Úrslitið gjørdist 2-0 til danir, eftir at tað var málleyst í hálvleikinum. Bæði málini vórðu skotin tíðliga í seinna hálvleiki. Í dag er frídagur, og hósdag- in er seinasti dysturin í bólkaspælinum á skránni. Tá skulu føroyingar royna at vinna stig móti Svøríki. Heldur Cliftonville enn B36 FC Keypmannahavn gjørdi stutta prosess á útivølli ímóti Cliftonville úr Norður- Írlandi. Hóast teir vóru á útivølli, so vunnu teir í FCK heili 4-0 á Cliftonville. Sama kvøld vann Brøndby bara 1-0 á heimavølli ímóti B36. Flestu fótbóltsáhugaðir danir og føroyingar høvdu tí sjálvsagt væntað, at sjónvarpsrásin ”3+” fór at vísa retur- dystin millum B36 og Brøndby, sum verður á ovara vølli í Gundadali í annaðkvøld. Men nei. 3+ hevur valt at vísa dystin millum FC Keypmannahavn og Cliftonville, sjálvt um FCK fer á vøllin við einari 4-0 leiðslu, meðan væl størri spenningur er um úrslitið ímillum B36 og Brøndby. Ilt er at fáa eyga á logikkin í hesum valinum hjá 3+. Brøndby valdi eisini at siga nei til at spæla á grasi á Tórsvølli sjálvan Ólav- søkudag. Teir vilja heldur taka eitt tørn á graslíkinum á ovara vølli hóskvøldið. Tvey ólogisk val, sum fótbóltsáhugaðir føroyingar bara mugu virða.