mikudagur 30. juli 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 143 - 30. juli 2008 ]
Genturnar hjá Havnar
Róðrarfelag tryggjaðu
vertsfelagnum fyrsta
FM heitið í ár. – Vit
hava veruliga viljað
hetta, segði Elin Sofía
á Tjaldrafløtti
KAPPRÓÐUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Drekin vann FM í kapp
ingini millum 5mannaførini
við gentum.
Firvaldur,
Jallurin
og
Hvassi royndu at fylgja við.
Eftir góðan start bar tað illa
til hjá Hvassa, sum var
einasta FM hóttanum ímóti
Drekanum.
Firvaldur bjóðaði av fram
við Molanum, og eina løtu
vóru tær av Tvøroyri fremstar.
Men so stakk Drekin seg
framum, og í endaspurtinum
vóru tað tær umborð á
Hvassa, sum vóru drúgvastar
aftanfyri Drekan.
Drekin var sannførandi
og eina stóra bátslongd
fremstur á mál.
– Hetta er fantastiskt,
segði ovurfegna Elin Sofía
á Tjaldrafløtti beint eftir, at
róðurin var av.
– Vit vóru fýra bátur, sum
skiftust allan vegin inn eftir,
so tað var ótrúligt, at vit
vóru sterkast. Og tað ger
tað bara betri, at hetta er
fyrsta ferðin, at Havnar
Róðrarfelag
hevur
eina
gentumanning, sum vinnur
bæði FM og ólavsøkuróð
urin, helt Elin Sofía á
Tjaldrafløtti, sum saman
við hinum gentum umborð
á Drekanum, var við at bøta
um metið upp á næstan ein
hálvan minutt. – Vit hava
tapt tepurt áður, men hava
dugað at rættað uppá mis
tøkini so hvørt. Og so hava
vit veruliga viljað hetta,
segði altso ovurfegna Elin
Sofía á Tjaldrafløtti.
Drekin er meistari
Fortuna legði ógvu
liga bragdliga fyri,
men tá ið málið var
hálvrógvið, vann
Jarnbardur fremsta
plássið. – Ein ótrúliga
harður róður, stað
festi Hildibjarta
Simonsen umborð á
Jarnbardi
KAPPRÓÐUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Jarnbardur staðfesti við
sigrinum
mánadagin
so
ruddiliga FM heitið í kapp
ingini millum 6mannafør
við kvinnum.
Jarnbardur legði seg á
odda, tá ið málið var hálv
rógvið. Á Mola høvdinum
fór
Jarnbardur
framum
Fortuna, og síðani var eing
in ivi um, at meistararnir í
Knørrafelagnum fóru at
vinna.
Men tær umborð á Fort
unu vóru treiskar. Vest
mannakvinnur løgdu bragd
liga fyri, og tá ið Jarnbardur
ikki fekk so góðan start, so
kendist tað at vera rættiliga
spennandi.
Fortuna var fremst inn á
Molahøvdið. Eina løtu vóru
tær ein stóran skut framm
anfyri tær næstu, men so
vístu meistararnir, hvat býr
í teimum.
Eina løtu tóktist tað sum
um, at munurin var tað
mesta av einari bátslongd,
men á málinum var fjar
støðan frá suverena Jarn
bardi og aftur til Fortunu
ein stórur skutur. Spurturin
hjá vestmannakvinnum var
ógvuliga dyggur, men hann
rakk altso ikki til meiri enn
somu plasering, sum hon
var í Miðvági fyri stórum
tveimum vikum síðani.
– Hetta var ikki lætt. Tær
tóku inn á okkum og vit inn
á tær, so vit skiftust um
fremsta plássið alla tíðina,
og tað er ógvuliga hart, tá
man ongantíð kann kenna
seg tryggan, segði Hildi
bjarta Simonsen, sum við
gullkrónum um hálsin kort
ini kundi føla seg trygga
sum FMvinnari.
Jarnbardur vísti vestmannagentum burtur
Framvið Molanum
vístu kvinnurnar á
Sílinum, hví tær so
ruddiliga hava vunnið
FM heitið
KAPPRÓÐUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað gekk, sum tað hevur
gjørt í hinum seks FM
kappingunum. Kvinnurnar
á Sílinum vunnu, og harvið
eru tær meistarar við fullum
stigatali.
Leingi
var
tað
heilt
spennandi. Saman við Síli
num hevði Frúgvin góðan
start, og inn á Molan var
rættuliga javnt ímillum teir
báðar fremstu bátarnar.
Erla Kongsdóttir og Katla
bjóðaðu eisini av, og tær
vóru ógvuliga drúgvar. Men
á málinum var einki at ivast
í. Sílið vann við einari
bátslongd aftur til Frúnna,
og Erla Kongsdóttir og
Katla vóru í tættari kapping
um næstu plássini.
Sammett við fyrstu róðr
arnar var hesin róðurin
hugaligari hjá áskoðarunum
á tann hátt, at tað var væl
klárari hesa ferð.
Sílið setti sannførandi punktum
Umborð á Sílinum høvdu
tær alla orsøk til at fegnast,
tá tær við ólavsøkusigrinum
kundu staðfesta, at tær komu
ósigraðar gjøgnum róðrarárið
Mynd: Jens Kristian Vang
– Hetta var ikki lætt. Tær
tóku inn á okkum og vit inn á
tær, so vit skiftust um fremsta
plássið alla tíðina, segði
Hildibjarta Simonsen
Mynd: Jens Kristian Vang
Ólavsøkutíðin:
1 Drekin 04:29.24
2 Hvassi 04:31.16
3 Jallurin 04:32.06
4 Junkarin 04:36.07
5 Firvaldur 04:36.13
6 Tambar 04:45.24
7 Blikur 04:47.03
Støðan:
1 Drekin (FM) 47
2 Hvassi 44
3 Jallurin 31
4 Junkarin 31
5 Firvaldur 22
6 Tambar 11
7 Blikur 10
8 Teistin 0
Ólavsøkutíðin:
1 Jarnbardur 04:53.24
2 Fortuna 04:54.24
3 Gongurólvur 05:05.17
4 Lómur 05:08.03
Støðan:
1 Jarnbardur (FM) 48
2 Gongurólvur 40
3 Lómur 22
4 Fortuna 18
5 Hósvíkingur 5
Ólavsøkutíðin:
1 Sílið 04:48.03
2 Frúgvin 04:50.14
3 Erla Kongsdóttir 04:52.08
4 Katla 04:53.09
5 Báran 04:55.06
6 Ritan 04:59.07
7 Teistin 05:02.04
8 Blikur 05:03.20
Støðan:
1 Sílið (FM) 49
2 Frúgvin 42
3 Erla Kongsdóttir 31
4 Katla 28
5 Báran 21
6 Ritan 17
7 Teistin 7
8 Havfrúgvin 1
9 Blikur 1
10 Falkur 0
11 Fípan Fagra 0
– Hetta er fantastiskt,
sigur Elin Sofía á
Tjaldrafløtti
Popczynski skal venja Aarhus Fremad
Eftir at hava vant fýra føroysk feløg seinastu árini, skal póllendingurin Krzysztof Pop
czynski nú venja danska felagið Aarhus Fremad. Eg havi valt at flyta til Danmarkar, tí
unnusta mín er donsk, og tí eg havi vunnið alt í Føroyum og tí gjarna vil víðari, sigur
Krzysztof Popczynski við Århus Stifstidende. Danska 2. deildarfelagið hevur gjørt ein
trý ára sáttmála við Krzysztof Popczynski, og tað fegnast tey um. Vit eru sera fegin
um at fáa Krzysztof til felagið. Hann hevur víst stóran áhuga fyri starvinum, og hann
hevur eina spennandi fótbóltsfilosofi, sum vit gleða okkum til at fáa innført her í felag
num, sigur Aarhus Fremad í tíðindaskrivi. Krzysztof Popczynski hevur áður spælt í
donskum fótbólti – tað var fyri Esbjerg. Síðani hevur hann vant VB, GÍ, HB og TB í
føroyskum fótbólti. Í farnu viku kom fram, at Krzysztof Popczynski ikki skuldi halda
fram á Tvøroyri, men longu nú hevur hann fingið nýtt starv.
Svimja til Nólsoyar 16. august
Í ár verða tveir teinar at svimja. Tann vanligi, har byrjað verður
niðanfyri hjá radioamatørunum. Teinurin er 4.000 metrar til
Nólsoyarbygd. Hin teinurin er 1.000 metrar, har byrjað verður frá báti,
ið liggur úti fyri bygdini. Øll møtast hjá radioamatørunum klokkan 15.
Klokkan 16 leypa tey, ið svimja 4.000 m, á bláman yviri við Strond
við Stóradam, niðanfyri hjá radioamatørunum. Tey, ið svimja 1.000,
fara samstundis í bátarnar og sigla til startmálið 1.000m úr Nólsoyar
bygd, har tey byrja svimjingina klokkan 17. Málið hjá báðum bólkum
er Heiðursportrið niðri á keiini í Nolsoy.