mikudagur 30. juli 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
[ Nr. 143 - 30. juli 2008 ]
Eftir fyrireikingar
í tveir dagar er tað
nú álvara fyri Pál
Joensen og Kára á
Høvdanum, sum
umboða Føroyar
í evropameistara
kapping í svimjing
fyri juniorar.
Svimjarar og
venjarar teirra hava
góðar vónir til stóru
avbjóðingarnar í
Beograd
SVIMJING
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Svimjararnir eru til reiðar,
og tað sama eru venjarar
teirra. Pál Joensen og Kári
á Høvdanum brúktu mána
dagin og týsdagin til at
venja seg við hitan og
umstøðurnar
annars
í
Tašmajdan svimjistadion í
Beograd,
sum
komandi
dagarnar verður karmur um
størstu avbjóðing hjá 650
av fremstu, ungu svimjarum
úr 40 londum í Evropa.
– Eg havi roynt at slappa
av og trappa niður frá hørðu
venjingini, og annars roynt
at venja meg við sólina, sig
ur Pál Joensen, sum síðani
Danish Open fyrst í juli
hevur verið á venjingarlegu
í Ålborg saman við venjar
anum, Jón Bjarnason.
Ungi svimjarin úr Vági
letur væl at uttandura hyli
num, og hann óttast ikki, at
hitin í Beograd, sum liggur
um 30 stig, verður ein forð
an, eitt nú á langa og slítandi
1500 metra teininum.
Eisini Kári á Høvdanum,
ið er ryggsvimjari, er til
reiðar:
– Eg havi brúkt dagarnar
her niðri til at venja meg
við hylin og at svimja undir
opnum
himli,
umframt
venja meg við sterku sólina
og nógva hitan. Eg var eitt
sindur tungur mánadagin,
men tað er komið uppá
pláss nú, sigur Kári á Høvd
anum.
Vinnaramentalitetur
Jón Bjarnason er venjari í
Suðurroyar Svimjifelag og
Petur Heðin á Fløtti í
Fuglafjarðar
Svimjifelag,
har ávíkavist Pál Joensen
og Kári á Høvdanum venja
til dagligt. Báðir eru við í
Beograd, og tí ber til at siga,
at ungu svimjararnir hava
hvør sín landsliðsvenjara
við sær til serbiska høvuðs
staðin. Felags fyri venjarar
nar er, at teir seta greiðar
málsetningar og høg krøv
til sínar svimjarar.
– Pál hevur víst góðar
taktir hesar síðstu dagarnar,
og hann er heldur betur fyri
enn til danmarksmeistaraka
ppingina fyrst í juli, har tað
jú gekk sera væl hjá honum.
So vit hava góðar vónir,
sigur Jón Bjarnason.
– Kári hevur svomið
nógv, bæði mánadagin og
týsdagin. Hann hevur vant
seg við umstøðurnar og vit
eru við at vera har. Sjálvur
meti eg, at hann hevur ikki
verið betri fyri enn hann er
nú, sigur Petur Heðin á
Fløtti.
Sjálvsálitið er gott, og
Pál og Kári sera væl fyri
FAKTA
Til EJM í Beograd svimur Pál Joensen 400 metur frí,
800 metur frí og 1500 metur frí. Kári á Høvdanum
svimur 50 m rygg, 100 m rygg og 200 m rygg.
Innleiðandi kappingarnar eru klokkan 08-1100. Og
finalurnar eru klokkan 1600-1900, í báðum føri
føroyska tíð. Rás2, Sosialurin og Portalurin eru við til
EJM í Beograd. Tíðindi frá kappingini vera at frætta í
øllum miðlum.
Pál Joensen og Kári á Høvdanum við Tasmajdan stadion í Beograd, har teir skulu kappast móti fremstu svimjarum í Evropa
Mynd: Jón Bjarnason
Keflavík søplaði sigurin burtur
Keflavík spældi á Fylkisvølli í Reykjavík ígjár. Símun Samuelsen var við allan
dystin. Keflavík fekk eina rimmar byrjan. Longu í 1. minutti skoraði Guðmundur
Steinarsson fyri Keflavík. Eftir 35. minuttirs spæl javnaði Ian Jeffs fyri Fylkir,
men beint áðrenn steðgin legði Guðmundur Steinarsson aftur Keflavík á odda. Tá
eitt lítið korter var farið av 2. hálvleiki økti Hørður Sveinsson til 31, og sigurin
var í eygsjón hjá Keflavík. Men í 72. minutti fellir Brynjar Ørn Guðmundsson
danan Allan Dyring í brotsteiginum hjá Keflavík. Guðmundsson var útvístur, og
Kjartan Ágúst Breiðdal setti brotssparkið í netið til 23. Fylkir tók nú yvir, og
stutt áðrenn leiklok javnaði sami Kjartan Ágúst Breiðdal til endaliga úrslitið 33.
FH vann 52 á Akranesi, og merkir tað, at Keflavík misti oddasessin til FH. FH
hevur 28 stig, Keflavík hevur 27 stig, og Valur hevur 23 stig, øll fyri 13 dystir.
Taptu í fyrstu royndini
NM fyri U17 landslið er í Svøríki í hesum døgum. Føroyar
spældi fyrsta dystin í gjár, og teir noyddust at leggja rygg
til 30 ósigur ímóti Skotlandi. Í hálvleikinum var málleyst.
Á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum er at lesa, at
føroysku dreingirnir stóðu seg væl. Teir smæddust ikki
burtur í framrættaða spælinum, og millum annað bjargaðu
skotar á málstrikuni, tá Andras Vágsheyg stýrdi bóltin móti
málinum. Skotland var væl meira á bóltinum, og tóku av
møguleikanum, tá hesir komu. Málini vórðu skotin í 53.,
62. og 78. minutti.