Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-30, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juli 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 [ Nr. 143 - 30. juli 2008 ] Gerandisdagurin heima í Vági hevur síðstu árini verið merktur av, at hjúnini Thurid Kjærbo og Kaj Joensen hava fremsta, føroyska svimjara búgvandi heima. Men fyri fyrstu ferð eru foreldrini hjá Pál Joensen farin at fylgja soninum í kapping uttanlands SVIMJING Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Tey eru sera spent. Fyri fyrstu ferð eru tey farin utt­ anlands at fylgja soninum, nú hann skal royna seg millum allar fremstu, ungu svimjarar úr øllum Evropa. Thurið Kjærbo og Kaj Joensen eru farin ta longu leið til Beograd í Serbia, har tey komandi dagarnar skulu fylgja 17 ára gamla soninum, ið svimur sín kjans fyri Føroyar. Pál Joensen og Kári á Høvdanum umboða Føroyar í evropameistarakapping fyri juniorar. Meðan mál­ setningurin hjá unga svimj­ aranum úr Fuglafjarðar Svimjifelag er at røkka eini hálvfinalu og annars lyfta sítt altjóða støði upp á 800 FINA­stig, so hevur ungi svimjarin úr Suðuroyar Svimjifelag kjans at blanda seg millum teir allar fremstu í kappingini. Tað vilja for­ eldrini uppliva. – Avgerðin at fara avstað varð tikin fyri 3­4 mánaðum síðani, og síðani eru vit blivin alt meira spent, ikki minst eftir hansara framúr góðu úrslit til danmarksmei starakappingina fyrr í juli, sigur Kaj Joensen. Tá avtornaði fóru foreldr­ ini ikki einsamøll avstað. Við í ferðalagnum er eisini Eyðbjørn, 12 ára gamli lítlibeiggin hjá Pál, Malan Bærentsen, sum umframt at vera ein av fremstu svimj­ arum í landinum eisini er gentan hjá Pál, og hjúnini í grannalagnum hjá Pál og teimum í Vági, Jeanna og Hans Michael í Lágabø. Harumframt er Elmar, ið er stóribeiggin hjá Pál, vænt­ andi niður til Beograd at fylgja við síðstu dagarnar av kappingini. Setir dagsskránna Heima við hús í Vági hevur gerandisdagurin síðstu mongu árini verið merktur av svimjingini hjá Pál Joen­ sen, ið byrjaði at svimja sum seks ára gamal. – Vit royna at stuðla hon­ um, tað vit kunnu. Við hús verður dagurin lagdur til rættis eftir honum, eitt nú maturin, friður til hvíld og so framvegis. Svimjing fyll­ ir sera nógv, eisini í ger­ andisdegnum hjá okkum foreldrum, sigur Kaj Joen­ sen. Umframt at kompromis­ leysa stríðið hjá Pál Joensen at røkka tindunum hevur økt um áhugan hjá foreldr­ unum fyri svimjing í síni heild, so hava tey eisini valt at leggja nógv av síni tíð, fyrst í Vágs Svimjifelag, og seinni í samanlagda Suður­ oyar Svimjifelag, har Pál Joensen svimur. Foreldrini fegnast um tað stóra arbeiði, ið Jón Bjarnason hevur gjørt fyri teirra son og felagið sum heild. Stolt av soninum Dagarnar í Beograd ætla Thurid Kjærbo og Kaj Joen­ sen sjálvsagt at síggja allar kappingarnar við føroyskari luttøku. Men foreldrini hjá Pál eru tó varin við at geva eitt boð uppá, hvussu tað fer at hilnast soninum. – Eg tori ikki at siga. Men sjálvandi hava vit góð­ ar vónir, og vit eru sera spent, sigur Kaj Joensen, sum er sera stoltur av soni­ num: – Jú, tað kann eg siga fyri okkum bæði, at vit eru sera stolt av honum. Heilt av­ gjørt. Og eg haldi meg kunna siga, at øll Vágs bygd og Suðuroyggin sum heild stendur aftanfyri hann. Eg havi ikki tal á, hvussu nógv fólk hava biðið meg heilsa Pál, nú vit fóru her niður, sigur Kaj Joensen. Føroyska ferðalagið fer aftur til Danmarkar sunnu­ dagin, og har steðga tey til mikudagin, áðrenn leiðin gongur aftur til Føroya. – Eg vóni at vit eftir kapp­ ingina um ikki annað fáa ein frídag saman við Pál, ein dag uttan venjing, sigur stolti pápin við einum skálkabrosi. Soleiðis svimja teir: Mikumorgun: 400 m frí, innleiðandi 100 m rygg, innleiðandi Mikudag seinnapart: 400 m frí, finala 100 m rygg, hálvfinala Hósdag seinnapart: 1500 m frí, finala 100 m rygg, finala Fríggjamorgun: 200 m rygg, innleiðandi til hálvfinalu Fríggjadag: 200 m rygg, hálvfinala Leygarmorgun: 50 m rygg, innleiðandi til hálvfinalu 800 m frí, innleiðandi Leygardag: Hálvfinaluna í 50 m rygg Finala í 200 m rygg Finala í 800 m frí Finala í 50 m rygg Stolt foreldur í Beograd Føroyskir stuðlar í Beograd. Foreldrini hjá Pál Joensen, Thurid Kjærbo og Kaj Joensen. 12 ára gamli, Eyðbjørn, ið er lítlibeiggin hjá Pál, Malan Bærentsen, sum umframt at vera ein av fremstu svimjarum í landinum eisini er gentan hjá Pál, og hjúnini í grannalagnum hjá Pál og teimum í Vági, Jeanna og Hans Michael í Lágabø Mynd: Jón Brian Hvidtfeldt vinnaramentaliteturin lýsir úr venjarunum, ið hava lagt doyðin á at fáa sínar svimj­ arar trimmaðar til júst hesa kapping, ið verður teirra størsta avbjóðing sum jun­ iorar. Umframt harða venj­ ing leggja teir stóran dent á, at Pál og Kári liva rætt og fáa neyðugu hvíldina, so teir eru til reiðar til avbjóð­ ingina. Hóast foreldur, lítli­ beiggi og gentan hjá Pál eru komin til serbiska høvuðs­ staðin í kvøld, týskvøld, so kemur ikki upp á tal, at tey koma framvið at vitja á hotellinum, har svimjararnir og venjarnir búgva. Nei, Pál og Kári skulu tíðliga í song, og so má hitt bíða til í morgin. Og ungu svimjar­ arnir kenna týdningin av hvíld, og biðja góðanátt og tørna inn eftir eitt stutt prát við Sosialin. Málið Fyrstu, innleiðandi kapping­ arnar, ið eru avgreiddar tá hesar linjur koma á prent, geva ábendingar um styrk­ ina hjá Pál Joensen og Kára á Høvdanum. Pál svimur innleiðandi í 400 metur frí, Kári á Høvdanum innleið­ andi í 100 metur rygg, og finaluumførini eru seinna­ partin. Men undan kapping­ unum hava báðir gott mót: – Fyrsta avbjóðingin er 400 frí, har eg liggi sum nummar trý. Eg fari at royna at svimja meg í final­ una og so síggja, hvat hend­ ir har. Málið er at vinna so nógvar evropearar sum møguligt, sigur Pál Joensen við einum brosi. – Mítt mál er fyrst og fremst at svimja meg upp á 800 FINA­stig. Fyrsta royndin er í 100 metrum frí, sum eg helst skal klára at svimja við tíðini 58,1 sekund. Tað fari eg eftir í dag, og so má eg taka tað harfrá, sigur Kári á Høvd­ anum. Einki óvæntað í hópinum Brøndby skal hóskvøldið royna seg ímóti B36 í seinna innleiðandi UEFA CUP dystinum. Tom Køhlert, venjari í sigursvanda felagnum, hevur tikið út leikararnar, sum skulu royna at sleppa undan eyðmýkingini, um tað ikki eydnaðist at vinna seg víðari. Hesir eru í hópinum: Stephan Andersen, Max von Schlebrugge, Samuel Holmén, Kasper Lorentzen, Kim Daugaard, Alexander Farnerud, Morten Duncan Rasmussen, Chris Katongo, Peter Madsen, David Williams, Jon Jonsson, Tobias Mikkelsen, Stefan Gislason, Thomas Rasmussen, Jacob Berthelsen, Jan Kristiansen, Daniel Wass og Morten Cramer. Uppiborið stig til U19 Sum fyrireiking til undankappingina í oktober, luttekur U19 í Lyngby Cup, har føroyingarnir royna seg móti ymsum feløgum. Fyrsti dysturin í ársins útgávu av kappingini var á skránni í mánadagin. U19 spældi móti Hvidovre, og fingu dreingirnir eitt væl uppiborið stig. Heimasíðan hjá Fótbóltssam­ bandinum skrivar, at dysturin var leiktur í umleið 30 hitastigum, so umstøðurnar vóru ikki heilt sum her heima. Hvidovre legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men eftir stegðin fekk innskifti Jan Ellingsgaard javnvág í úrslitið. Danirnir løgdu seg aftur á odda, tá sjey minuttir restaðu av dystinum, men í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat javnaði Rógvi Holm til endaliga úrslitið 2­2. Samanumtikið vóru føroyingarnir væl við, og tað var uppiborið, at U19 fekk stig burtur úr dystinum.