Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-30, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juli 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 143 - 30. juli 2008 ] 40 Súni verður ikki við Tað hevur verið ivamál, um Súni Olsen, sum var dagsins maður á Brøndby Stadion fyri tveimum vikum síðan, verður tøkur til dystin í annaðkvøld. Hann hevur fingið staðfest eitt lítið brot í fótinum, soleiðis, at hann ikki kann verða við, tá liðfelagarnir fara at stríðast ímóti Brøndby. Heðin Askham sigur í stuttari viðmerking í morgun, at sum støðan er í løtuni verður føroyski landsliðsleikarin ikki við í morgin. Tað verður tí, eftir øllum at døma, uttan Súna Olsen, at B36 skal royna at vinna seg víðari. Malson trýr upp á sensatiónina Sam Malson hevur staðið seg sera væl, síðan hann í summar skifti úr enska Plymouth til B36. Í annaðkvøld fær hann aftur møguleikan at skjóta sítt fyrsta mál fyri árstalsfelagið. Eitt mál, sum kann fáa alstóran týdning fyri felagið og føroyskan fótbólt. Onglendingurin gleðir seg nógv til seinna dystin móti Brøndby, og hann hevur trúnnað á, at B36 kann skapa sensatiónina. Serliga eftir úrslitið á Brøndby Stadion. - Tað var ein ótrúlig uppliving, við sera góðum hýri. Vit taptu 0-1, men tað var eitt frálíkt úrslit fyri okkum. Brøndby væntaði at vinna við minst fýra málum. Nú hava vit møguleikan at fáa eitt stórt úrslit á okkara heimavølli í annaðkvøld, sigur hann við Herald Express. Gisle Thorsen, journa­ list­ur á Ekst­ra Bladet­, st­að­fest­ir, at­ Brøndby als ikki ót­t­ast­ fyri dyst­inum í Gundadali í annað­kvøld. ­ Eingin ræð­ist­, t­í danir t­rúgva uppá, at­ Brøndby fer víð­ari. Og t­að­ fara t­eir, sigur Gisle Thorsen UPPTAKT Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo - Teir hava sjálvandi virðing fyri B36. Men tað er eingin ótti at hóma. Brøndby legði við tepra sigrinum á B36, í fyrsta inn- leiðandi dystinum til UEFA CUP, trýst á seg sjálvt. Í annaðkvøld skal seinni dyst- urin avgreiðast á graslíki- num í Gundadali. Hóast før- oyingar droyma um sensa- tiónina, so eru danir als ikki ræddir. Í øllum førum ikki, um vit skulu trúgva Gisle Thorsen, tíðindamanni á Ekstra Blaðnum. Brúkið sama upplegg Gisle Thorsen hevur seinnu árini starvast sum ítróttartíð- indamaður, har hann serliga hevur sum uppgávu at fylg- ja við gongdini hjá Brøndby. Hóast hann vónar fyri danskan fótbólt, at danir standa sum sigursharrar í Gundadali í annaðkvøld, so vil hann fegin geva sítt boð uppá, hvussu B36 skal spæ- la í morgin. Hann heitir á Heðin Askham um ikki at broyta uppleggið frá fyrra dystinum. - B36 stóð sera væl í verjupartinum, og tað skal størsti denturin eisini leggj- ast á í morgin. Málverjin hevði eina frálíka bjarging í fyrra dystinum eftir roynd frá Morten “Duncan”, men tað var eisini tað. Uppleggið var eisini orsøkin til fantas- tiska úrslitið. Teir mugu ikki leypa framav og byrja at trýsta Brøndby. Tað ræð- ur um at hava tol, og hava neyðuga hepnið, tá møgu- leikarnir koma. Tað hevði verið stórt spell fyri føroy- ingarnar, um Súni Olsen ikki verður tøkur í morgin. Tað er júst eftir hansara frá- líku innlegg, at B36 skal fáa neyðugu málini. Brønd- by fer at halda vakið eyga við honum, um hann verður við, so hann fær tað trupult, greiðir Gisle Thorsen frá. Má ikki miseydnast Sigursvanda Brøndby er eitt av stóru feløgunum í Danmark. Seinastu tvey árini hevur hinvegin gingið alt annað enn væl, og liðið er rapað niður eftir stigatalv- uni, og eitt skifti í fjør vóru teir í beinleiðis niðurflyting- arvanda. Undir leiðslu av Tom Køhlert slapp felagið undan fullkomu eyðmýking- ini, og nú verður aftur strem- bað eftir danska oddanum. Tað gongur eisini rætta veg- in, og eftir tveimum umfør- um er felagið oddalið í Superliguni. Gisle Thorsen staðfestir, at tað hevði givið ógvusligt bakslag, um Brøndby ikki vinnur seg víðari ímóti B36. - Tað má bara ikki henda. Felagið er akkurát sloppið úr kreppuni, og byrjanin á hetta kappingarári hevur verið frálík. Eg veit ikki, um eg kann lýsa tað við orð- inum vanlukka, men tað hevði í øllum førum verið eitt stórt vónbrot. Tað vildi tikið alt sjálvsálitið frá teim- um, hugleiðir Gisle Thor- sen. Brøndby vann um viku- skiftið við tveimum málum móti einum á meistarunum úr AaB. Max von Schle- brugge, sum skoraði einasta málið móti B36, stóð fyri báðum málunum. Brøndby avgerð beinanveg Tíðindamaðurin á Ekstra Blaðnum verður ikki til staðar á ovara vølli í Gunda- dali í morgin. Hann fer at fylgja dystinum umvegis alnótina, har hann ætlandi fer at síggja Brøndby vinna seg víðari. Hvat væntar tú sjálvur av dystinum? - Eg trúgvi, at Brøndby fer at leggja nógv fyri og avgerða dystin í fyrra hálv- leiki. Tí fáa teir eitt mál, so er sloppið. B36 fer ikki at skjóta trý mál í morgin. Eingin ræðist, tí danir trúg- va uppá, at Brøndby fer víð- ari. Og tað fara teir, sigur Gille Thorsen í horninum úr Danmark. B36 – Brøndby: - Brøndby fer víðari - Eg trúgvi, at Brøndby fer at leggja nógv fyri og avgerða dystin í fyrra hálvleiki. Tí fáa teir eitt mál, so er sloppið. B36 fer ikki at skjóta trý mál í morgin, sigur journalistur á Ekstra Bladet, sum Sosialurin hevur tosað við Mynd: Polfoto