mikudagur 30. juli 2008síða 48
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Nr. 143 - 30. juli 2008
tíðindi
Góðu ólavsøkugestir.
Hjartaliga vælkomnin til hesa
hátíðarløtu á Nólsoyar Pálstorgi,
her í Vágsbotni, har vit fara at
handa Listavirðisløn Miðla
húsins.
Vit hava greitt frá hesari
virðisløn í fjølmiðlunum, so
eingin orsøk er her at fara í
smálutir. Skal bert vísa á, at tað
er av størsta týdningi, at vit øll
tað almenna eins væl og tað
privata sýna okkara listafólkum
viðurkenning og takksemi.
Uttan alt, sum okkara lista
fólka skapa, vóru vit fátæk og
mentanarliga illa fyri. Vit høvdu
verið sum skip uttan barlast,
uttan kumpass og kós. Okkara lív
hevði verið tómt og uttan tær
ríkandi upplivingar, sum listafólk
geva okkum. Okkara samleiki
sum tjóð hevði ikki verið tann
sami.
Tað er okkara mentan, sum ger
okkum til eina tjóð, sum kann
savnast á einum degi sum hesum.
Ólavsøkan er okkara tjóðar
Hanus G. Johansen og Stanley Samuel
Tað var rættur hátíðardámur í Vágsbotni
ólavsøkudag, tá Listavirðisløn Miðlahúsins
varð latin fyri fyrstu ferð. Hendingin fór
fram á Nólsoyar Pálstorginum stutt eftir at
tingið varð sett. Tað var Jan Müller, stjóri
í Miðlahúsinum, sum beyð vælkomin
og handaði tveimum tónlistamonnum
virðislønina. Teir eru Hanus G. Johansen og
Stanley Samuelsen. Vit prenta her røðuna,
sum Jan Müller helt:
L i s t av i r ð i s l ø n
M i ð l a h ú s i n s
Tórshavn 29. juli 2008
Jan Müller
Ábyrgdarstjóri
Stanley Samuelsen
Listavirðisløn Miðlahúsins verður tann 29. juli 2008 latin Stanley Samuelsen, tónaskaldi og sangara,
sum tøkk og viðurkenning fyri hansara vøkru løg og hansara hugtakandi og sermerkta framburð av
egnum løgum. Løg og framførslur Stanleys eru fólkatónleikur á sera høgum altjóða støði. Løg hansara
hava ríkað okkum og tey nema við hjartarøturnar á føroyingum, og tí er hann sera væl umtóktur av
ungum sum eldri. Fleiri av løgum hansara eru vorðin fólkaogn, ið verða sungin, har fólk koma saman
til almennar so væl sum til privatar samkomur eins og fløgur hansara eru at kalla í hvørjum húsi.
Við sínum eyðkendu og vældámdu løgum hevur Stanley Samuelsen tikið fram í ljósið eldri føroyskan
skaldskap eftir eitt nú J.H.O. Djurhuus, Jóannes Patursson og H.A. Djurhuus, sum á hendan hátt
aftur eru vorðnir kunnugur nýggjum ættarliðum. Stanley Samuelsen hevur við hepnari hond eisini
sett løg til yrkingar hjá yngri yrkjarum og soleiðis breitt út kunnleikan til hesar. Umframt at vera
gávuríkt tónaskald og sangari telist Stanley Samuelsen millum teir allrabestu gittarleikarar, sum tað
er ein sonn frægd at lýða á. Yndisligu løg Stanleys hava stóran mentanarligan týdning og soleiðis eisini
stóran týdning fyri føroyskan samleika.
Stanley Samuelsen fekk handað heiðursbræv og 50.000 kr.