Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-30, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juli 2008síða 49

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 30. juli 2008 49 tíðindi sen fingu Listavirðisløn Miðlahúsins hátið og tann tíðin, tá okkara mentanarligu eyðkenni koma eina sterkast til sjóndar. Hvat er meira upplagt enn at nýta júst tjóðardagin til at heiðra okkara list og okkara listafólk? Hvat er meira rímiligt enn at gera tað her við standmyndina yvir eina av okkara tjóðarhetjum, Nólsoyar Páll, sum hevur so stóran týdning fyri okkara samleika? Tann virðisløn, sum vit fara at handa tveimum føroyskum tónlistamonnum, skal eisini síggjast sum ein tøkk og viðurkenning ikki bert frá Miðla­ húsi og sponsorum, men frá allari tjóðini til føroysk listafólk. Áðrenn eg fari at kunngera nøvnini á móttakarunum og at handa virðislønirnar, skal eg takka teimum sponsorum, sum hava gjørt hesa virðisløn møgu­ liga. Teir eru Norðurlandahúsið, Fuglafjarðar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Havsbrún og Norðoya Sparikassi. Tað er ómetaliga týdningarmikið, at eisini kommunur og privatar fyritøkur sýna listini ans við ítøkiligari og kontantari viður­ kenning. Eg fari eisini at takka okkara mongu og gávuríku listafólkum fyri teirra skapandi virksemi, sum mangan verður útinnt undir truplum umstøðum. Tað er teirra virksemi og verk vit stolt vísa fram fyri útlendskum gestum. Tað er teirra virksemi, sum saman við eitt nú ítróttarfólki ger okkum kend og vælumtókt úti í heimi. Í altjóðagerðini eru mentan og list tað týdningarmesta fyri eina og hvørja tjóð segði Jan Müller og kunngjørdi síðani nøvnini á móttakarunum av virðislønini, sum er 50.000 kr. til hvønn. Teir eru Hanus G. Johansen og Stanley Samuelsen. Eftir hetta sungu teir hvør sítt lag. Myndir: Jens K Vang. L i s t av i r ð i s l ø n M i ð l a h ú s i n s Tórshavn 29. juli 2008 Jan Müller Ábyrgdarstjóri Hanus G. Johansen Listavirðisløn Miðlahúsins verður tann 29. juli 2008 latin Hanusi G. Johansen, tónaskaldi og sangara, sum tøkk og viðurkenning fyri hansara tónlist, hansara vøkru løg og hansara hugtakandi framførslu av egnum løgum. Løg eftir Hanus G. Johansen, ið kunnu metast sum fólkatónleikur í ætt við jazz og blues, eru eyðkend og nema við sterkar kenslur í okkum øllum. Sum fólkatónleikari kann Hanus G. Johansen metast javnt við teir bestu uttanlanda innan hetta slagið av tónleiki. Hanus G. Johansen hevur í mong ár við síni eyðkendu songrødd, sínum sangi og sínum góða gittarspæli hugtikið føroyskar áhoyrarar. Við síni persónliga eykendu framførslu og sermerkta framburði á palli bergtekur hann ung og gomul og fløgur hansara teljast millum best umtóktu útgavur í landinum. Hanus hevur serstakliga við sínum løgum til yrkingar eftir skaldið Pól F víst okkum á nýggjar síður av skaldskapi hansara, síður har sterkar kenslur bylgjast, har kærleikin og lívsins ljósu eins væl og døkku síður koma til sjóndar. Vøkru og eyðkendu løg hansara eru víða gitin og stak væl umtókt, serstakliga av øllum ættarliðunum og hava tey stóran mentanarligan týdning og soleiðis eisini stóran týdning fyri føroyskan samleika. Hanus G. Johansen fekk handað heiðursbræv og 50.000 kr.