Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 144 - 31. juli 2008 Klokkan 9:30 í morgun savnaðust tingfólk í løgtinginum og nýggja tingsetan er av álvara byrjað. Tingfólk hava á skránni viðgerðina av løgmansrøðuni, men tað merktist eisini, at bíðað verður í spenningi eftir Gerhardi Lognberg, sum kemur við fráboðan í dag um, hvørt hann stuðlar samgonguni. Vit hava viðmerkingar frá flokkunum um, hvat teir meta um løgmansrøðuna, líka frá teimum jaligu, til tann, sum vil hava løgmann at leggja frá sær Politikkur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Vit hava spurt politisku flokkarnar á tingi, hvat teir halda um løgmansrøðuna hjá Jóannes Eidesgaard, løgmanni, og ikki óvæntað, so eru metingarnar ymiskar: Løgtingið sett Klokkan 9:30 í morgun savnaðust tingfólk í løgtinginum og nýggja tingsetan er av álvara byrjað Mynd; Dagfinn Olsen Hongur ikki saman Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin: - Røðan fevnir víða, sum vant, og er tann longsta í míni tíð sum tingmaður. Samanumtikið vil eg siga, at tað er trupult at fáa alt at hanga saman, tí har eru stórar ætlanir, so sum at menna skúla, mentan og gransking, sum eg eisini taki undir við, men tað hongur bara ikki saman. Inntøkurnar minka og almennu útreiðslurnar vaksa. Visjónin er í ordan, men samsvar er ikki millum orð og gerðir, sigur Kári P. Højgaard. Spennandi Jens av Rana, Miðflokurin: - Eg haldi røðan er visiónér, hyggur fram, og hon er semjusøkjandi. Røðan lýsir væl ætlanir hjá samgonguni, tað sum er gjørt. Enn er so stutt fráliðið, so ein kann siga, at komandi hálva árið verður sveinastykkið hjá samgonguni, tí tá kemur fíggjarlóg fyri, og reformar í fiskivinnuni og á sosiala økinum. Og har er t.d. tað nevnt, at sjúkrakassi og kringvarpsgjald verða løgd undir skattaskipanina, verða samhaldsføst, og tað er ein lætti hjá teimum á lægstu rók í samfelagnum, sum jú gleðir okkum, so tað er spennandi, sigur Jenis av Rana. Melanie C gleðir seg til Føroyaferð Superstjørnan úr Spice Girls hitti her fyri umboð frá Summar Festivalinum og segði seg gleða seg nógv at sleppa til Føroya at spæla. Melanie C hevur ferðast víða sum solistur og partur av bólkinum Spice Girls, men hon hevur ikki áður vitjað í Føroyum. Tað fær hon høvi til um tvær vikur, tá Summar Festivalurin verður hildin. - Eg havi lært, at tú skalt ikki vænta tær ov nógv av nøkrum, men eg eri sera spent at sleppa til Føroya at syngja. Eg havi ongantíð áður verið í Føroyum, og eg hevði als ikki roknað við, at eg fekk møguleikan at vitja í Føroyum, so hetta er sera spennandi fyri meg og bólkin hjá mær, sigur Melanie C. - Eg havi hoyrt nógv gott um Føroyar. Eg visti ikki so nógv um Føroyar, áðrenn Summar Festivalurin kom inn í myndina, men síðani havi eg gjørt research, og nú gleði eg meg at sleppa at vitja tykkum. Melanie C spælir fríggjakvøldið 8. august á Vágbøi. Erik Biskpstøð, umboð fyri Summarfestivalin, hittir Melanie C