hósdagur 31. juli 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 31. juli 2008
7
tíðindi
Ætlanir og ongin
fígging
Kaj Leo Johannesen,
Sambandsflokkurin:
- Har eru stórar ætlanir,
men ongin fígging, og tað
er og verður dýrt at liva í
Føroyum. Ein kann eisini
siga, at høvuðsvinnan fær
eitt slag í andlitið í
løgmansrøðuni, sigur Kaj
Leo í stuttari viðmerking,
og leggur afturat:
- Røðan kann eisini
lýstast við fyrstu
ørindunum hjá Fríðrikki
Petersen, ið yrkir; ”Tíðin
rennur sum streymur í á”,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Silvalandið
á Summarfesti
valinum
enn betri í ár...
Summarfestivalurin saman við Norðoya
Sparikassi hevur aftur í ár rullað
ermarnar upp, og gjørt sítt til at børnini
og familjurnar fáa ein ógloymandi
summarfestival, bæði á Vágsbø og á
Akursmørk, har stóra Silvalandi ðkemur
at húsast dagarnar 7.-9. august.
Tíðindaskriv
Tað er eingin loyna, at eftir buldrasligu kvirlurnar í
fjør, samanborið við avbera góða veðrið, ið nú
hevur ligið um landið, so hevur
Summarfestivalurin aftur í ár mót uppá, at tað skal
gerast ein ógloymandi løta, bæði fyri børnini og
familjurnar, ið vitja stóra Silvalandið.
Stóra evnið fyri Silvalandi í ár er: Indiánarar og
kovboyarar, og fara hesi at síggjast aftur, tá stóra
tiltakið fer av bakkastokki í Klaksvík í komandi
viku.
Umframt teir, koma Angela og Hannibal, Basim,
Silvi, gyklarar, Oskar, Eldblásarin,
karikaturteknari og onnur at framføra og geva sítt
íkast.
Ein serlig bommverksmiðja er eisini fingin til
vega, og fara børnini at kunna gera sítt egna
góðgæti...
So tað verða nakrir spennandi familjudagar á
Summarfestivalinum, har alt tað stuttliga gerst enn
meira stuttligt...
Føroyar skulu blóma
Bergtóra Høgnadóttir Joensen, Tjóveldi:
Umframt, at Bergtóra Høgnadóttir Joensen heldur talan
vera um nakað av tí sama, sum er á hvørjum ári, so sær
hon eisini ymiskt jaligt í løgmansrøðuni.
- Har eru fiskivinnupolitikkur og broytingar nevndar, og
tað er gott, og at blokkniðurskurður er nevndur, metir í
hvussu er okkara flokkur er gott.
Vælferðarsamfelagið, mentan og gransking eru nevnd
og mugu raðfestast, tí hetta er neyðugt, um trivnaður skal
vera í landinum. Og tað er neyðugt at fólk støðast, um
Føroyar skulu blóma, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen
í stuttari viðmerking.
Løgmaður má leggja frá sær
Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurn:
- Eg fari at siga, at løgmaður eigur at leggja frá sær! Tað er jú best, so
veik sum hendan samgongan er.
- Men annars vil eg siga, at løgmansrøðan er ein rósa til undanfarnu
samgongu, har vit vóru við, og hon er rós til tað, vit fingu framt og til tær
ætlanir, ið vit høvdu. Røðan er tí afturlítandi. Men røðan sigur so heldur
ikki nakað um, hvussu nakað í veruleikanum skal gerast, so eg vil siga, at
hetta er bæði longsta og samstundis minsta løgmansrøðan, ið eg veit um,
sigur Jørgen Niclasen.
Vísir á hvat skal
gerast
John Johannesen, Javnaðarflokkurin:
- Løgmansrøðan er visjónér, frameftirlítandi, og sigur
hvørjar ætlanir eru, og minni um hvat er gjørt, og tað er
sum tað skal.
- Annars haldi eg eisini, at hon ber boð um 3 flokkar,
ið eru nokkso samdir hugsjónarliga. Og víst verður
eisini á hvat er neyðugt, og hvørji tøk skulu takast. Mær
dámar eisini væl, at røðan setir Føroyar í miðdepilin og
sær Føroyar sum eina eind, í kapping við umheimin.
- Skal nakað sigast, so meti eg, at orðini um at fáa
føroyingar heimaftur eru bara hálvsøgd, tí har snýr tað
seg eisini um at fáa fólk at støðast, so vit ikki missa
fólk. Tá vit hava eitt gott samfelag, eisini t.d. hjá
einligum mammum, tá hava vit eitt gott samfelag. Hetta
eru tvær síður av somu søk, sigur John Johannesen.
VOX jubileum í Norðurlandahúsinum
Tann 16. august hevur gospelkórið VOX konsert í Norðurlandahúsinum. Hetta er í samband við, at kórið hevur 10 ár á
baki. VOX hevur sungið gospel í 10 ár og er vorðið eitt kent navn innan føroyskan kórsang. Kórið VOX hevur tilknýti til
Heimamissiónina og er leitt av Ásbjørn Berthelsen. VOX er mannað við dugnaligum útvaldum sangarum. Nógv verður
gjørt burturúr 10 ára hátíðarhaldinum. Millum annað eru allir fyrrverandi sangarar bodnir at syngja við. Á konsertini
fara ymiskar útgávur av VOX at framføra. Fyrst verður tað sangararnir, sum manna VOX í dag. Síðani verður tað
sangararnir, sum hava sungið við, men ikki er í kórinum longur. Til endans syngja øll saman í einum stórum felagskóri á
50 sangarar. Tá verður sungnir fleiri gamlir og kendir sangir. – Vit eru sera spent til konsertina, og vit vóna, at nógv
koma at hoyra okkum. Vit ætla í øllum førum at gera nógv burturúr og geva eina rimmar framførslu, sigur Ásbjørn
Berthelsen, kórleiðari. Konsertin verður 16. august klokkan 16 í Norðurlandahúsinum. Atgongumerki eru at fáa á
kunningarstovunum, í Norðurlandahúsinum og á heimasíðuniwww.nlh.fo