hósdagur 31. juli 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 144 - 31. juli 2008
Fleiri privatir íleggj
arar verða kanska
noyddir at selja síni
partabrøv í næstum,
og tað kann gerast ein
trupulleiki fyri parta
brøv í bankunum
VirðisbrøV
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Tey seinnu árini hava fleiri
danskir íleggjarar keypt sær
partabrøv í teimum minnu
bankunum,
og
sambært
Børsen hava hesir fingið
nakað at hugsa um, nú
virðið á fleiri bankaparta
brøvum er fallið nógv.
Úrslitið verður helst, at teir
fara at selja burturav, og tá
tað
er
langt
ímillum
keypararnar á virðisbræva
marknaðinum, kann tað
trýsta virðið uppaftur longri
niður, um ikki bankarnir
sjálvir keypa.
Børsen nevnir fleiri priv
atar íleggjarar, sum hava
sett pengar í partabrøv í
teimum minnu bankunum.
Felags fyri teir er, at teir
hava mist nógv orsakað av
fallinum
á
partabræva
marknaðinum, og sambært
Børsen fara fleiri teirra at
selja burturav sínum banka
partabrøvum
í
næstum.
Onkur hevur longu selt
partabrøv í smáum bankum
og keypt í teimum stóru
ístaðin fyri.
Fleiri keldur í danska
bankaheiminum siga fyri
Børsen, at virðið á parta
brøvunum í teimum smáu
bankunum kann koma undir
stórt trýst, um teir stóru
íleggjararnir
kenna
seg
noyddar at selja.
Millum teir smáu bankar
nar á danska virðisbræva
marknaðinum
eru
Eik
Banki og Føroya Banki.
Vinarbýarsamstarv,
gallaveitsla, tvær
nýggjar standmyndir
og bókaútgáva eru
bert nøkur av tiltøk
unum, sum verða, nú
Klaksvíkar kommuna
fyllir 100 ár
Kommunur
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Í næsta mánaði verður
hátíðarhald í Klaksvík í
sambandi við, at tað eru
liðin 100 ár, síðani Klaks
víkar kommuna bleiv skip
að sum sjálvstøðug komm
una. Frá 1873 til 1908 var
Klaksvík við í kommunu
felagsskapinum saman við
hinum bygdunum í Norð
oyggjum, men síðani 1908
hevur
kommunan
verið
sjálvstøðug.
Í hesum sambandi hevur
kommunan
skipað
fyri
fleiri størri og smærri
tiltøkum, men sjálvt 100
ára haldið verður í døgunum
frá 13. til 16. august við
einari sera fjølbroyttari og
áhugaverdari skrá.
Tann fyrsta dagin, miku
dagin tann 13. august kl.
19.30, verður bókaframløga,
tá tað fyrsta av trimum
bindum av Klaksvíkar søgu
verður lagt fram. Tað eru teir
báðir søgumenninir Hans
Andrias Sølvará og Jóanes
Hansen, sum skriva søguna.
Ein annar áhugaverdur
partur av skránni í sambandi
við 100 ára haldið er stand
myndin, sum listamaðurin
Hans Pauli Olsen hevur gjørt
niðan fyri gamla kirkjugarð,
og sum verður avdúkað leyg
ardagin 16. august kl. 18.
Millum tey hjástøddu verða
Steinbjørn Jacobsen, borgar
stjóri, og Helena Dam á
Neystabø, landsstýrismaður
í kommunumálum.
100 ára føðingardagurin
hjá Klaksvíkar kommunu
verður flættaður saman við
árligu sjómannadagarnar í
Klaksvík.
Tvær nýggjar standmyndir
Klaksvík fær tvær nýggjar standmyndir, og Klaksvíkar søga kemur á prent, nú kommunan fyllir 100
SKRÁIN
Bókaútgáva – Klaksvíkar søga; fyrsta bind av
trimum
Hans Andrias Sølvará, Jóannes Hansen
13.08.08. Mikudag kl. 19.30
Standmynd – Bókasavnið, Joel Cole
14.08.08. Hósdag kl. 19.30
Vinarbýarfundur
15.08.08. Fríggjamorgun kl 09.00 – 13.00
100ára konsert – Badmintonhøllin
15.08.08. Fríggjakvøld kl 21.00 – 23.00
Avdúking standmynd niðanfyri gamla kirkjugarð
– Hans Pauli Olsen, Borgarstjórin,
Landsstýrismaðurin í Kommunumálum
– 16.08.08. Leygardag kl. 18.00
Gallaveitsla í Badmintonhøllini
16.08.08. Leygardag kl. 19.00
Fýrverk í miðbýnum
16.08.08. Leygarkvøld kl. 24.00
100ára dansur í Badmintonhøllini
16.08.08. Leygarnátt kl. 01.00
Bankapartabrøv í útsølu
Partabrøvini í teimum báðum føroysku bankunum kunnu enda á útsølu
Kunning um útbúgving
Altjóða skrivstovan skipar saman við EIK og MFS
fyri kunningartiltaki til tey, sum eru sloppin inn á eina
útbúgving í útlandinum. Týskvøldið 5. august klokk
an 19 verður pisukvøld á deildini hjá EIK í Saltangará
og mikukvøldið 6. august klokkan 19 á Ungdómsdeild
ini hjá EIK á Tinghúsvegnum í Havn. MFS, Altjóða
skrivstovan og EIK greiða frá lestrarlívi uttanlands og
høvi er sjálvsagt at fáa holla ráðgeving og hitta onnur,
sum skulu til útlandið at lesa, skrivar ask.fo
Framvegis møgleiki at sleppa inn
Um tú ikki kom inn ella als ikki søkti um at sleppa inn til útbúgving í
Danmark, so ber enn til at sleppa inn til fleiri enn 500 ymiskar útbúgvingar
í Danmark. Fram til 9. august sleppa tey, sum eru best skikkaði inn til
útbúgvingarnar, eftir 9. august er tað eftir 'først til mølle' prinsippinum, men
tó kortini bara so leingi sum pláss er á útbúgvingunum. Les meiri um tey
tøku plássini og um upptøkumannagongdina á ingini ella á Altjóða
skrivstovuni, skrivar ask.fo