hósdagur 31. juli 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 144 - 31. juli 2008
Politikararnir
hava skyldina av,
at tað eru ov mong
línuskip, men nú
skal vinnan bøta,
fyri at teir kunnu
rætta mistøkini,
sigur formaðurin í
Felagnum Línuskip
Fiskivinna
Árni Joensen:
Jóhannes Olsen á Toftum er
ikki serliga hugtikin av tí
fyrsta uppskotinum, sum
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum,
Torbjørn
Jacobsen, hevur lagt fyri
Løgtingið, nú nýggja ting
árið er byrjað. Sum for
maður í Felagnum Línuskip
og reiðari á línuskipunum
Eysturoyingi,
Sigmundi,
Morgunstjørnuni og Mascot
heldur Jóhannes Olsen lítið
um, at fiskidagarnir hjá
línuskipunum skulu skerjast
heili 50 prosent.
Hattar er tað sama sum
at avhøvda línuflotan, tí
ikki eitt einasta línuskip
klárar seg við helvtini av
fiskidøgunum, sigur Jóhan
nes Olsen við Sosialin.
Formaðurin hjá línuskip
unum sigur, at fiskidaga
skipanin er soleiðis skrúvað
saman, at hon er sjálv
regulerandi, men at ætlanin
hjá
landsstýrismanninum
fer at avskepla skipanina
fullkomiliga.
Politikararnir feilin
Í dag eru 25 línuskip í
flotanum, og formaðurin í
línuskipafelagnum ásannar,
at skipini eru ov mong í
tali. Men tað eru ikki
línuskipareiðararnir,
sum
hava skyldina av, at línu
skipaflotin er ov stórur.
Felagið hjá okkum
hevur hvørja einastu ferð
ávarað
myndugleikarnar
ímóti at loyva fleiri línu
skipum inn í flotan. Tað
kunnu vit skjalprógva, men
tað er eisini próvfast, at
politikararnir
hava
ikki
lurtað eftir okkum, og tí er
støðan, sum hon er, sigur
Jóhannes Olsen, sum heldur
lítið um, at politikararnir
nú royna at skerja línuflotan
við at skerja dagatalið.
Nú royna politikararnir
so at vaska sær um hend
urnar og at rætta sínar feilir
við at revsa allar yvir ein
kamb. Tað er púra burturvið,
sigur Jóhannes Olsen.
Revsa skeivan flota
Formaðurin hjá línuskip
unum skilir heldur ikki, at
landsstýrismaðurin
hevur
valt at skerja fiskidagarnar
hjá
línuflotanum
mest.
Hann vísir á, at hetta sam
svarar illa við tað, sum
løgmaður segði í síni á
ólavsøku um at skerja CO2
útlátið, tí línuskipini er
húkaflotin annars eru tann
parturin av føroyska fiski
flotanum, sum hevur tað
minsta CO2útlátið.
Tað er púra burturvið at
skerja
tann
partin
av
flotanum, sum hevur tað
minsta CO2útlátið, og sum
fer best við umhvørvinum,
sigur Jóhannes Olsen, sum
hóast alt sigur seg hava álit
á, at løgtingslimirnir sissa
seg og vraka uppskotið hjá
landsstýrismanninum.
Tobbi avhøvdar allan línuflotan
Hóast ótryggar
umstøður hevði
íslendski Kaupthing-
bankin stórt avlop
fyrra hálvár
Kaupthing
kunngjørdi
í
morgun, at felagið hevði
15,4 milliardir íslendskar
krónur í avlopi í øðrum
ársfjórðingi í ár. Tað merkir
sambært Morgunblaðnum,
at Kaupthing hevði góðar
34
milliardir
íslendskar
krónur í avlopi fyrra hálvár.
Tað er slakar 12 milliardir
krónur minni enn seks teir
fyrstu mánaðirnar í fjør.
Hreiðar Már Sigurðsson,
forstjóri í Kaupthingi, sigur
í einum tíðindaskrivi, at
bankin sleppur ikki undan
ávirkan uttaneftir heldur
enn aðrir íslendskir bankar,
men at bankin hevur klárað
seg væl higartil.
Kaupthing stórt avlop
Jóhannus Olsen: -
Uppskotið hjá Torbirni
Jacobsen kappar høvdið
av línuskipuflotanum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Útiseti sýnir glaslist í Riberhus
Frá mánadegnum 4. august fer Hans Andreas Joensen at hava
framsýning í Riberhus í Fuglafirði. Hans Andreas, sum er leirvíkingur,
men býr í Esbjerg, hevur arbeitt við glaslist í mong ár og fer at sýna
ymsar glaslutir á framsýningini í Fuglafirði. Hans Andreas hevur havt
framsýningar í Føroyum fyrr, eins og hann hevur luttikið á
framsýningum í Danmark, einsamallur og saman við øðrum.
Framsýningin í Riberhus er opin allan august mánað.
Hreiðar Már Sigurðsson
er forstjóri í Kaupthing
Mynd: Morgunblaðið
Jóhannes Olsen (vm)
er reiðari á Mascot
og trimum øðrum
línuskipum. Hin
maðurin á myndini
er Virgar Hentze
Mynd: Nes kommuna