hósdagur 31. juli 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 31. juli 2008
13
Har er tó ein elalítil minniluti
av intellektuellum pasifistum,
hvørs sanna grundhugsan
tykist at vera eitt djúptøkið
hatur til vesturlendskt fólka
ræði og prísan av einaræði
Um ikki so leingi verður grund
til at klemma smábørn og
drekka sjampanju, tí tá fer at
bera til hjá einum altjóða
serherliði at gera hættisliga
innrás í heimið hjá heimsins
mongu einaræðisharrum:
hendur aftan fyri bak, í hond
jørn og so í eini fanans øði til
Hague hjá viðkomandi despoti
formliga at verða skuldsettur
fyri misbrot ímóti mannaættini.
Tað er júst tað, sum nógv
eftirsóknarverda avgerðin hjá
Altjóða Brotsmáladómstólin
um—at ákæra sitandi forsetan í
Sudan—um skamma stund fer
at merkja. Ja, tú kanst siga, at
tað, sum fyrr var utopi, er nú
ein sannroyndarlig manna
gongd, um nakað sum helst
skilvísi er í týdningarmiklu
avgerðini hjá Altjóða
Brotsmáladómstólinum.
Fordømisleysa avgerðin hjá
ICCákæranum at áleggja
sudanska forsetanum, Omar al
Bashir, ábyrgdina fyri fólka
dráp, krígsbrotsgerðir og brots
gerðum ímóti mannaættini, er
av avgerandi týdningi, av tí at
slíkt dómsmál kann gerast
fordømi í øðrum líkum málum
(les meiri á: www.icccpi.int/
press/pressreleases/406.html.
Higartil hevur Brotsmála
dómstólurin, ella International
Criminal Court (ICC), stovn
settur í 2002, brúkt bróður
partin av síni orku at kanna
uppáhald um krígsbrotsgerðir í
Afrika, tað veri seg um útvegan
ina av barnasoldátum í Kongo
ella drápshugaða virksemið hjá
kristnu mótstøðurørsluni í norð
ara partinum av Uganda, LRA
at navni.
Men avgerðin at ákæra al
Bashir fyri eina røð av brots
gerðum beinleiðis tengdar sam
an við rasureinsanina í Darfur
lyftir profilin hjá ICC upp á eitt
heilt annað støði; frá at hava
baksast við óstýriligum milits
leiðarum hóttir dómstólurin nú
við at flýggja út ákærur ímóti
sitandi ríkisovastum. Eitt skifti,
ið helst skuldi voldað hesum
despotum nakrar uppibornar
vøkunætur.
Enn er tó langt á mál, áðrenn
Omar alBashir kann roynast.
Avgerðin at ákæra er ikki tað
sama sum at fara í rættin við
ákæruni, og mótaði ákærin,
Luis MorenoOcampo, veit full
væl av, at hann fær úr at gera
við at savna óvikandi prógv.
Sum er, má MorenoOcampo
líta á upptøkur hjá bretska kring
varpinum av neyðtøkuoffrum,
sum siga frá ræðandi søgum um
hvussu státsstuðlaða Janjaweed
militsin fór við teimum. At seta
saman eitt rættarmál, ið kann
tola nærkvæmsliga kanning
sambært altjóða lóg, er jú ein
onnur søk. Hetta krevur sama
slag av staðbundnum kanning
ararbeiði, sum syrgdi fyri at
lógsøkja skrímslini aftanfyri
krígsbrotsgerðirnar á Balkan.
Sama slag av arbeiði, ið skal
síggja til, at Radovan Karadzic
— ið ber ábyrgd fyri massakr
uni í Srebrenica og blóðigu
kringsetanini av Sarajevo —
verður dømdur og koyrdur í
holið.
Síðani er tað hasin alt annað
enn smávegis spurningurin um
hvussu tú skuldsetir sudanska
forsetan. Stjórnin í Khartoum
upplýsti stundisliga, at Altjóða
Brotsmáladómstólurin ikki
hevur løgdømi yvir Sudan —
landið er eitt av teim fáu afri
kansku londunum, sum ikki
hava staðfest Romaviðtøkurnar
hjá ICC frá 1998.
Sjálvandi, rættvorðin og
liberal hugsing hevði lagt líka í
einhvørja skortandi undirskrift,
tá ið tað kemur til brot á grund
liggjandi mannarættindi, og
tessvegna kravt, at brotsfólkini
komu at standa til svars fyri
framsettum misbrotum.
Av hesi grund aleina átti ST,
helst í morgin, givið einum
altjóða serherliði boð um at
fara inn í Khartoum at handtaka
sudanska forsetan. Men tað er
nokkso ósannlíkt, tá ið knapp
liga svarið hjá hesum ryggleysa
og ógagnliga stovni til avgerð
ina hjá ICC at skuldseta sitandi
forsetan í Sudan, var at geva
stovnsins “ikkisoneyðuga”
starvsfólki boð um at fara heim
aftur til kasernurnar.
Kortini, bert tað, at ICC er
villugt at gera ein ríkisleiðara
ábyrgdan fyri sínar gerðir, er so
sanniliga ein flyting hin rætta
vegin. Ímynda tær allan tann
ónáða, tað rumbul, verðin hevði
kunnað sloppið undan, hevði
ICC verið til seinastu tvey
tíggjuáraskeiðini.
At byrja við, og ikki heilt
vandaliga valt, hevði Saddam
Hussein ikki komið heilskap
aður frá síni rasureinsan av
kurdum í Halabjah í 1988, tá ið
tey í túsundatali vórðu myrd við
evnisligum vápnum.
Tað var effinett vegna heims
samfelagsins máttloysi at fáast
við einaræðisharrar sum hr.
Hussein, at hugskotið um ICC
av fyrstan tíð kom fram. Og
aftaná skakandi hendingarnar á
Balkan og í Ruanda í 90’unum,
mátti dómstólurin koma.
Ikki tær at siga hevur lítið
broytingarvilligi vinstrivong
urin, handa evropeiska brigadan
umboðandi “politiskt rættlæti”,
borið søguligu avgerðina hjá
ICC upp á mál. Hesin amne
stysligi vongur heldur veruliga,
at um tú kann leggja sak ímóti
afrikanskum despotum, íðan, tá
kanst tú eisini gera tað ímóti
ætlandi vesturlendskum mis
gerðarmonnum sosum Tony
Blair og George W. Bush.
Men at seta gerðirnar hjá
vesturlendskum ríksovastum,
tiknar annaðhvørt í landshótt
andi áhuga ella vegna manna
ættina yvirhøvur, við óndsinn
aðar gerðir hjá fólkadrápselsk
andi einaræðisharrum, er ikki
bert moralur á reyvini, men ein
fúl misfatan av, hvat ICC í
grundini snýr seg um.
At drepa milliónir av jødum í
nasistiskum deyðslegum var ein
ónsinnað gerð; at bumba
Dresden var ein grimm, men
neyðug, krígsgerð.
Hjá hr. Karadzic at myrða
8000 bosniskar muslimar í
Srebrenica var—og her nyttar
einki við serbiskum, fronskum
og antiamerikanskum undan
førslum—eitt krígsbrotsverk; at
bumba Beograd var neyðugt til
tess at hindra kommunistiska
Slobodan Milosevic at halda á
við sínum fólkadrápi í Kosovo.
Ein teirra, ið trýr upp á, at
verðin skal vera ein feit heim
føðislig avbyrging, og hvørs
avlagaði moralur so avgjørt
sampakkar við hetta, er Mic
hael Moore — eg havi ikki enn
funnið útav, um hr. Moore veru
liga er so skítbýttur, sum hann
sær út til at vera.
Í Fahrenheit 9/11 rør Michael
Moore uppundir, at tað ikki er
nakar moralskur skilnaður mill
um Sambandsríkið Amerika og
Taliban, millum Tony Blair og
Saddam Hussein, og at kríggið
ímóti jihad er um... púrt einki.
Um gásarknokkurin Moore
hevði lisið eitt sindur meira,
ella yvirhøvur, so hevði hann
vitað, at sjálvt George Orwell,
ið styðjaði eini demokratiskari
sosialismu, var av tí kveikjandi
áskoðan, at bróðurparturin av
pasifistum antin hoyrir til onkra
yvirnatúrliga og spøkilsiskenda
sekt, ella heilt einfalt eru nakrir
íhaldssinnaðir humanistar, sum
eru ímóti at taka lív og dáma
betur ikki at fylgja sínum
tankum út um tað.
Har er tó ein elalítil minniluti
av intellektuellum pasifistum,
hvørs sanna grundhugsan tykist
at vera eitt avskeplað, men av
bera djúptøkið hatur til vestur
lendskt fólkaræði og undranar
hávirðing fyri einaræði.
Pasifistisk proganda, tann
sama sum nú verður grýtt at
Luis MorenoOcampo, plagar í
veruleikanum at snúgva seg um
at siga, at tann eini parturin er
eins ringur sum hin.
Men um tú so skoðar hesa
hevdan bara pettið nágrant,
hvat hesir vitbornu “friðarhug
sjónarmenn” siga og skriva,
gerst tær greitt, at teir slettis
ikki bera fram óheft atfinning
arsemi, men brúka mestsum
alla sína orku uppá at spilla og
spotta serliga Amerika og
Bretland.
Tað er altso onki hokuspokus
í hesum her: um Michel Moore
og hansara líkar høvdu fingið
sín vilja, hevði Slobodan Milo
sevic framvegis verið tann stóri
maðurin í einum gorhungraðum
og bøðilsligum Serbia. Bosnia
og Kosovo høvdu verið full
komiliga rasureinsað, hertikin
og innlimað í “Stóra Serbia”.
Um heimurin hevði lurtað at
Michael Moore, hevði Afghan
istan enn verið persónliga ognin
hjá nøkrum ørvitisfiskum, sum
siga seg lovprísa ein vaksnan
mann, ið giftist eini 6 ára gaml
ari gentu, og hevði sex við sum
9 ára gomul. Hesir svaklingar
kalla seg Taliban, og umframt
at prísa einum pedofilum pro
feti, eru teir eisini rasistar og
homofobar. Og, ikki at gloyma,
Kuveit hevði enn verið partur
av Irak.
Nei, tilverurætturin hjá ICC
er at mótvirka brotsgerðum,
ikki krígsgerðum. Og sudansku
gerðirnar í Darfur, ið millum
annað fata um týningina av
200.000 ósekum borgarum og
tvingaðu burturflytingina av
umleið 2 milliónum menniskj
um—Ruanda í ‘slow motion’—
er ónoktandi tann ræðuligasta
brotsgerðin ímóti mannaættini í
einogtjúgundu øld.
ICC varð sett á stovn av
hugsjónarligum og upplýstum
fólki at ákæra, ikki lata seg
órógva av politiskari stiga
skoring um tað nú var rætt at
bumba Beograd uttan loyvi frá
ST, ella um innrásin í Irak nú
var lóglig ella ólóglig. Stiga
skoring desainað bert at loypa
ólag í djarvt, gott og neyðugt
arbeiði. Har er, hóast alt, nóg
nógv av óndskapi í verðini hjá
ICC at halda seg til—og at lata
rættvísina njóta frama og
fongsla despotar sum Omar al
Bashir er ein týðandi partur av
at skapa eina betri og tryggari
verð fyri okkum øll.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Ein betri verð í væntu, nú tá ið
eisini despotar fáa vøkunætur
Tíðargreinin
tíðargreinin
Agga Niclasen