Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 144 - 31. juli 2008 Stutt Sagt Oljan verður bíligari Formaðurin í OPEC- felagsskapinum, Chakib Khelil, hevur eftir øllum at døma broytt hugsan um gongdina í oljuprísinum. Fyri einum mánaði síðani segði hann, at prísurin kundi fara upp í 170 dollarar fyri tunnuna fyri árslok, men nú sigur hann, at prísurin kann koma niður á 70 dollarar. Tað sigur hann við Bloomberg- tíðindastovuna. Matthew Lynn, olju- serfrøðingur hjá Bloom- berg-tíðindastovuni, væntar eisini, at oljan verður bíligari í næstum. Hann væntar, at prísurin fer niður um 70 dollarar í næstum. Prestur funnin Brasilsku myndugleik- arnir hava funnið líkið av brasilska prestinum Adelier Antonio de Carli. Myndugleikarnir hava leitað eftir prestinum, sum hvarv á einari ballón- ferð úti fyri brasilsku strondini fyri tveimum mánaðum síðani. Brasil- sku myndugleikarnir siga, at ein sleipibátur fann líkið av prestinum. Tað var tann 20. februar, at Adelir de Carli fór avstað á ballónferðina, men longu stutt eftir fráferðina boðaði hann frá, at hann hevði trupul- leikar og var um at detta í havið. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Vit ætla at fullføra málið ímóti Karadzic sum skjótast, men taka sjálvandi fyrilit fyri galdandi rættindum Serge Bremmertz, ákæri útlond Uppreistrarmenn og stjórnarhermenn hava neyðtikið meiri enn 2.200 kvinnur har eysturi í Kongo Bæði stjórnarhermenn og hermenn hjá uppreistrar- herinum í landslutinum Norður Kivu har eysturi í Kongo gera seg framvegis inn á kvinnurnar, og bara tann seinasta mánaðin hava myndugleikarnir fingið fráboðan um meiri enn 2.200 neyðtøkur, stendur í einari nýggjari frágreiðing. Í veruleikanum hava teir stríðandi partarnir skrivað undir eina vápnahvíldar- avtalu, sum ST hevur eftirlit við, men ágangurin ímóti sivilfólkinum stendur kort- ini við. Sum vant eru tað kvinnurnar, sum eru fyri tí ringasta áganginum, og tær kunnu ongantíð kenna seg trygggar. - Í juni fingu myndugleik- arnir fráboðanir um meiri enn 2.200 neyðtøkur, og tá tosa vit bara um Norður Kivu. Vit ivast ikki í, at støð- an er líka ring aðrastaðni, og at tað veruliga talið tí er nógv størri, sigur hjálpar- felagsskapurin Congo Advocacy Coalition. Í 2006 var tjóðartingsval í Kongo, og valið skuldi ætlandi gera enda á borgara- krígnum og ruðuleikanum í landinum. Men hóast partarnir eisini samdust um eina friðaravtalu í januar, heldur ágangurin ímóti sivilfólkinum fram, og sum vant eru tað serliga kvinn- urnar og børnini, sum eru fyri ágangi. Uppreistrarleiðarin Jean- Pierre Bemba kom fyrr í hesum mánaðinum fyri altjóða krígsbrotsmanna- dómstólin í Haag. Har er hann millum annað ákærdur fyri at hava ábyrgdina av, at hansara menn hava neyð- tikið ein hóp av kvinnum. Í tveimum smáum kavbátum eydnaðist tað russiskum gran­ skarum at kava niður á botn á Bajkal­ vatninum, sum er tað djúpasta í heiminum Bajkalvatnið har eysturi í Sibiria er 1.680 metrar djúpt, og við at kava niður á botn har hava teir russisku granskararnir sett nýtt heimsmet við kaving í feskvatni, sigur BBC. Endamálið við ferðini er at fáa betri kunnleika til viðurskiftini niðri botni og ta serstøku vistskipanina í vatninum, sum hevur um- leið ein fimtapart av øllum feskvatni í heiminum. Kanningar fyrr hava víst, at Bakjalvatnið lá ikki undir ísi í teirri seinastu ístíðini, og tað hevur gjørt, at plantu- og djóralívið har er nakað heilt serligt. Eitt nú eru tey flestu djórasløgini, sum halda til í Bajkalvatninum, ikki at finna nakra aðrastaðni í heiminum. Tvey tílík dømi eru bajkal- kópurin og omul-laksurin. Síðani 1996 hevur Bajkalvatnið staðið á listanum hjá Unesco sum heimsarvur. Russar kavaðu á botn á Bajkalvatninum Annar kavbáturin verður loraður niður á vatnið Mynd: Polfoto 2.200 neyðtøkur í Kongo tann seinasta mánaðin Ein kvinna við barni á baki uttan fyri Kinshasa Mynd: AFP Ballónferðin hjá brasilska prestinum miseydnaðist Mynd: AP Oljuprísurin fer at fella, sigur OPEC-formaðurin Mynd Polfoto