hósdagur 31. juli 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. august 2008
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
VARPIÐ
Tv3 • Mánadag 4. kl. 20.00
»Independence Day«
Í farnu viku bórust tíðindini av amerikanska meginlandinum um, at
kendi rúmdarmaðurin Edgar B. Mitchell, sum setti fótin á mánan í 1971,
vildi vera við, at rúmdarverur hava verið her á jørðini. Myndugleikarnar
hava so síðan dult hesar hendingar og alment víst tær frá sær. Í hesum
amerikanska filminum við Will Smith á odda gera rúmdarverur um seg
á jørðini. Hesar rúmdarverur kunnu – um ein vil – lýsast sum »neiligar«.
Mannaættin má stríðast fyri lívinum, hin 4. juli...
Tv3 • Leygardag 2. kl. 20.00
»Everything is Illuminated«
Hetta er søgan um leitanin hjá einum ungum manni eftir kvinnuni, sum bjargaði abba hansara undir
týsku hersetingini av Ukraina. Ferðin hjá hesum unga manninum broytist so skjótt sum hann er komin
avstað. Filmurin er grundaður á heimskendan bestsellara, við sama heiti, eftir Jonathan Safran Foer.
Hesin er ein av fleiri góðum filmum hesa komandi sjónvarpsvikuna.
Tv3 • Mikudag 6. kl. 20.00
»Med kniven for struben«
Tað sær út til, at parturin um Rio Bravo í Havn verður endursendur í
kvøld. Bo Bech leggur merki til, at gjøgnum tey 22 árini matstovan hevur
verið til, er ikki nógv nýtt hent við matstovuni ella matskránni. Kundarnir
velja onnur støð, og Bo fer í hernað ímóti pulvursós- og suppum
– millum annað. Tað má sigast, at sendingin í kvøld sanniliga livir upp til
heitið: »Med kniven på for struben«.