hósdagur 31. juli 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 31. juli 2008
19
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Hóast tað ikki varð
á Tórsbreyt, so var
undirtøkan fyri árligu
ólavsøkurenningini,
ið Bragdið skipar
fyri, heilt góð. 260
luttakarar kapprunnu
í góðveðrinum á Skála
trøð sunnukvøldið
RENNING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Vaksnu luttakararnir runnu
fimm kilometur, og børn og
ung runnu ávíkavist 600 og
1200 metrar. Hetta gjørdu
ung sum eldri skjótt og væl.
Guttormur Sørensen var
kvikastur hjá monnunum,
og brúkti 16 minuttir og 44
sekund um fimm kilometur
langa teinin. Honum á baki
vóru Regin Zachariassen
og Andrias Hansen, sum
brúktu 16.50 og 17.01 um
sama
tein. Við
øðrum
orðum var eingin ivi um,
hvør vinnarin.
Guttormur Sørensen frá
Treystinum kom væl frá
byrjan, og hóast 48 ára
gamli Regin Zachariassen
hálaði væl inn móti enda
num, var Guttormur ikki
færri enn seks sekund fyrr
um málstrikuna. Hetta er
eisini fult í tráð við tað,
sum er hent á hinum
kappingunum kring landið
í summar, har Guttormur
Sørensen
hevur
verið
ógvuliga stinnur.
Hóast nummar tvey í
bólkinum hjá monnum, so
rakk
góða
úrslitið
hjá
Regini Zachariassen til eitt
fyrsta pláss í øðrum bólki.
Hann vann nevniliga kapp
ingina hjá veteranum, har
luttakarar millum 45 og 54
ár runnu, og kom Regin
Zachariassen næstan ein
heilan minutt fyrr á mál.
Næstir honum vóru Borgar
Biskusstø við tíðini 17.45
og Absalon Hansen við
tíðini 18.34.
Menninir kappaðust eis
ini í einum superveteran
bólki. Hetta er fyri menn,
ið eru 55 og eldri. Tríggir
teir fremstu her vóru Jens
Weihe, Óli Olsen og Stein
dór Hjaltalin. Hesir høvdu
ávíkavist
tíðina
20.04,
20.05, og 21.23. Við øðrum
orðum var kappingin um
fremsta sessin í hesin bólki
ógvuliga hørð. Hetta var
eisini
mest
spennandi
vaksnamannakappingin.
Átta luttakarar vóru í hesum
bólki, og tilsamans luttóku
56 mans.
24 kvinnur
Hjá kvinnunum var absolutt
eingin ivi. Bjørk Herup
Olsen hevur verið suveren
seinastu tíðina, og tað var
hon eisini sunnukvøldið.
Unga havnardaman, sum er
fødd í 1991, var ein heilan
minutt og 40 sekund fyrr
um strikuna enn nærmasti
kappingarneytin. 18 min
uttir og 23 sekund brúkti
Bjørk Herup Olsen um teir
fimm kilometrarnar.
Hóast nærmasti kapping
arneytin var rímiliga langt
aftanfyri, var tað ógvuliga
hugaligt at staðfesta, at
eisini hetta var ein ung
dama. Rannvá Djurholm er
eitt ár yngri enn Bjørk
Herup Olsen, men brúkti
20 minuttir og trý sekund
um teinin.
Hildur Enni var triðja
kvinnan, ið rundaði teir
fimm kilometrarnar, og tað
gjørdi hon við tíðini 20
minuttir og 11 sekund.
Hjá kvinnuveteranunum
var Lydia Gardar tann
kvikasta. Í kapping við tvær
aðrar kvinnur, var hon fyrst
á mál við tíðini 24 minuttir
og 26 sekund. Hinar báðar
vóru Ingrid B. Patursson og
Jessie Hansen við tíðunum
25.05 og 29.10.
Tvær
kvinnur
vóru
umboðaðar
sum
super
veteranar.
Hesar
vóru
Louisa Svensson og Maria
Vilhelmsen, sum brúktu 24
minuttir og 32 sekund og
26 minuttir og 42 sekund
um teinin.
Í kvinnurenningini lut
tóku 24 kvinnur.
Nógvir ungdómar
og børn
Nógv tann størsti luttak
araskarin vóru ungdómarin
og børnini. 180 vóru hesi í
tali. Tey sluppu at gera seg
galdandi eftir, at tey vaksnu
høvdu runnið. Kappast var
í fýra ymiskum aldurs
bólkum, bæði hjá gentum
og dreingjum.
Hjá
gentunum
vann
Elisabet Holm Simonsen
kappingina á 600 metra
teininum. Hetta gjørdi hon
við tíðini 02.33. Hetta var
15
sekund
frammanfyri
Mariu Biskupstø og 20
sekund frammanfyri Urd
Reginsdóttir á Lofti, sum
gjørdust nummar tvey og
trý. Hjá gentum føddar
millum 1995 og 1997, var
Kristin Lív Svabo Jónsdóttir
fyrst á mál við tíðini fýra
minuttir og 27 sekund. Og
hjá gentum føddar millum
1991 og 1994 vann Rebekka
Fuglø við tíðini 3 minuttir
og 59 sekund. Í hesum
báðum bólkum var kappast
á 1200 metrum.
Í dreingjakappingini fyri
teir, sum vóru føddir í 2001
ella seinni, var Óli Eyð
steinsson fyrstur á mál.
Hann brúkti tveir minuttir
og 24 sekund og teir 600
metrarnar. Ari Olsen var
fyrstur hjá teimum, ið eru
føddir millum, 1998 og
2000, og brúkti hann ein
minutt og 57 sekund um 60
metrar.
Regin Joensen og Rúni
Seloy
brúktu
ávíkavist
tríggjar minuttir og 58
sekund og tríggjar minuttir
og 39 sekund um 1200
metrar. Regin Joensen í
kappingini fyri dreingir, ið
vóru 13 ár og yngri, og
Rúni Seloy fyri kappingina
fyri dreingir 17 ár og
yngri.
Bjørk og Guttorm vunnu á ólavsøku
Guttormur Sørensen var kvikastur hjá monnunum, og brúkti 16 minuttir og 44 sekund um fimm
kilometur langa teinin
Mynd: Pauli Djurholm
Menn 5 km
1. Guttorm Sørensen, Treysti 16.44
2. Regin Zachariassen, Bragdið 16.50
3. Andrias Hansen, Bragdið 17.01
Menn – veteranar 45+ 5km
1. Regin Zachariassen, Bragdið 16.50
2. Borgar Biskupstø, Tresyti 17.45
3. Absalon Hansen, Bragdið 18.34
Menn – superveteranar 55+ 5km
1. Jens Weihe, Sørvágur 20.04
2. Óli Olsen, Bragdið 20.05
3. Steindor Hjaltalin, Bragdið 21.23
Kvinnur 5km
1. Bjørk Herup Olsen, Bragdið 18.23
2. Rannvá Djurholm, Bragdið 20.03
3. Hildur Enni, Tórshavn 20.11
Kvinnur – veteranar 45+ 5km
1. Lydia Gardar, Tórshavn 24.26
2. Ingrid B. Patursson, Bragdið 25.05
3. Jessie Hansen, Hoyvík 29.10
Kvinnur – superveteranar 55+ 5km
1. Louisa Svensson, Tórshavn 24.32
2. Maria Vilhelmsen, Bragdið 27.42
Dreingir 7 – 600m
1. Óli Eyðsteinsson, Treysti 02.24
2. Jóhan H. Joensen 02.28
3. Hans Siversen 02.30
Dreingir 10 – 600m
1. Ari Olsen, Strendur 01.57
2. Erlendur Magnusson, Hoyvík 02.02
3. Andrias Fríðuson Gaard, Hoyvík 00.02.05
Dreingir 13 – 1200m
1. Regin Joensen, Bragdið 03.58
2. Jákup Olavsson 04.25
3. Niklas Magnusson, Hoyvík 04.30
Dreingir 17 – 1200m
1. Rúni Seloy, Bragdið 03.39
2. Hanus Pál Jógvansson, Nólsoy 04.10
3. Sjúrður E. Samuelsen, Tórshavn 05.26
Gentur 7 – 600m
1. Elisabeth Holm Simonsen, Bragdið 02.33
2. Maria Biskupstø, Treysti 02.48
3. Urd Reginsdóttir á Lofti, Argir 02.53
Gentur 10 – 600m
1. Lív Árting 02.13
2. Vár Árting 02.15
3. Paulina Fuglø, Treystið 02.17
Gentur 13 – 1200m
1. Kristin Lív Svabo Jónsdóttir, Frælsi 04.27
2. Birita Jacobsen, Tórshavn 04.39
3. Bjørk Reynagarð Svabo, Frælsi 04.41
Gentur 17 – 1200m
1. Rebekka Fuglø, Treysti 03.59
2. Jenny Jónsdóttir Kragesten, Tórshavn 04.54
3. Barbara Eysturoy, Tórshavn 06.03
Úrslit frá ólavsøkurenningini