Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 144 - 31. juli 2008 ] Tey sannførdu fingu rætt, tey bjartskygdu luft undir vónirnar, og tey ivasomu prógvið. 17 ára gamli Pál Joensen er í heimsflokki. Argumentið er eitt skínandi, evropeiskt gullheiðursmerki, ið skapar undran, respekt og afturljóð millum stoltar svimjitjóðir og berg­ tikin viðhaldsfólk SVIMJING Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Slavna og kvalandi kvøldar­ luftin í Beograd merkist enn á pannuni, meðan eg bíði. Boðini frá landsliðs­ og persónliga venjaranum eru greið. Pál Joensen skal hava hvíld og skal í song sum skjótast, og tí mugu vit gera skjótt av. Tá hann bráðliga trínur inn í kamarið hjá sínum venjara, skilji eg á øllum brøgdum, at Pál longu var á veg í song. Klokkan er trý korter til tíggju, hetta mikukvøld í serbiska høvuðsstaðnum. Eg eri komin til Hotel Continental, miðskeiðis í býnum, fyri at hitta ein evropameistara. Pál Joensen er ílætin hvíta kimino og eitt stórt bros. Fýra tímar eru gingnir síðani hann leyp á bláman í 50 metra langa, uttandura hylin á Tašmajdan svimji­ stadion, hvørs stoltu tradi­ tiónir røkka aftur til fyrstu heimsmeistarakapping, sum varð hildin her í 1973. Tríggjar minuttir, 51 sekund og 44 hundraðpartar av ein­ um sekundi seinni kom vág­ bingurin á mál – framman fyri Di Giorgio, Mohammed, Shaw, Pielowski, Moutsos og hinar. Og tá Tú alfagra land mítt løtu seinni ljómaði millum italienar, bretar, fransmenn, pólendingar, grikkar og aðrar, var vág­ bingurin krýndur við gulli. – Eg haldi ikki ordiliga, at eg enn veit, hvat eg havi gjørt. Men tað er ein fantast­ isk kensla, sigur Pál Joensen og ljóðar bæði glaður og lítillátin í senn. Tímarnir síðani gullheið­ ursmerki eru farnir við at fáa viðgerð frá fysiotera­ peutinum hjá svenska lands­ liðnum, við eini doping­ roynd, við lættari svimjing fyri at fáa kroppin í balansu aftur, og við hvíld. Nú er gullvinnarin á veg í song, so hann verður væl fyri til at venja klokkan sjey í morgin áðrenn. Umframt at vera glaður og lítillátin er Pál Joensen eisini stoltur. Við at gerast evropameistari hevur hann skrivað søgu, umframt at hann pr dags dato er heim­ sins skjótasti junior svimjari á 400 metrum frí. Tíðin hjá honum í finaluni fyrr í kvøld, 3:51:44, er nevniliga skjótari enn gulltíðin í final­ uni í somu grein í HM í Meksiko fyri góðum trim­ um vikum síðani. ­ Eitt av mínum málum var at eg skuldi svimja skjót­ ari enn kappingarneytarnir svumu til heimsmeistara­ kappingina herfyri. Eg vildi prógva, at hóast eg ikki var við í Meksiko, eri eg tann besti, sigur Pál Joensen. Dreymurin Fleiri ferðir hevur Jón Bjarnason hug at blanda seg upp í samrøðuna. Hann er vanur at stýra sínum svimjara við bevístari og harðari hond, men sjálv­ disiplinin og álitið er eisini at finna í venjaranum, sum hesa løtuna á kamar 549 av­ markar seg sjálvan til at spæla aðru violin. Í tvey ár hava teir báðir miðvíst arbeitt móti hesi løtu, sum bleiv fullgjørd í bakandi sólskini, undran og virðing í serbiska høvuðsstaðnum fyrr í kvøld. ­ Tingini tykjast at fun­ gera nú. Og eg tori nú at geva mær sjálvum eitt herða­ klapp fyri okkara arbeiði. Tað vóru fólk, ið hildu okk­ um vera svakar, tá vit fyri tveimum árum síðani søgdu, at Pál ætlaði at ger­ ast evropameistari í 2008. Í dag hava vit prógvað, at stríðið hevur verið tað vert og at hart arbeiði lønar seg, segði Jón Bjarnason, meðan hann av kantinum á Taš­ majdan sá sín gullfugl fara á flog móti altjóða tindum. Pál Joensen bergtók, fekk fólk at tagna av undran og sannførdi fyrstu sjey longd­ irnar í 50 metra hylinum. Hann legði seg á odda at kalla beinanvegin, helt arg­ astu mótstøðumenninar eina kropslongd frá sær fyri síðan at økja enn meira um munin, áðrenn teinurin var hálvsvomin. Men síðstu 50 metrarnar mundi alt farið fyri skeytið. Alex Di Giorg­ io úr Italia, tiltikin sprintari á seinasta strekki, tók seg tættari og tættari inn á Pál í hvørjum taki. Svimjientusi­ astar óttaðust endurtøku frá Danish Open herfyri, har Pál misti á stokkinum og tapti til danskan OL­svimj­ ara á seinastu metrunum. Men hesaferð helt. – Eg hómaði Giorgio. Hann var eina kropslongd aftanfyri, eftir at vit høvdu vent fyri seinastu ferð. Men hann gekk við øðiligari ferð, og longu 25 metrar seinni var hann undir liðini á mær. Eg royndi at seta frekvensin so høgt sum gjørligt, men kroppurin vildi ikki rættuliga. So tað var gott, at eg ikki hevði klipt neglirnar, tí kanska gjørdu tær munin, sigur Pál Joensen brosandi. Tá Pál skrivaði søgu á Tašmaj FAKTA Til EJM í Beograd svimur Pál Joensen 400 metur frí, 800 metur frí og 1500 metur frí. Kári á Høvdanum svimur 50 m rygg, 100 m rygg og 200 m rygg. Innleiðandi kappingarnar eru klokkan 08-1100. Og finalurnar eru klokkan 1600-1900, í báðum føri føroyska tíð. Rás2, Sosialurin og Portalurin eru við til EJM í Beograd. Tíðindi frá kappingini vera at frætta í øllum miðlum. Pál Joensen tekur lógvatak við italska kappingarneytan, Alex Di Giorgio, eftir at vera komin fyrstur á mál. Alex Di Giorgio er tiltikin sprintari á seinasta teininum, men tað eydnaðist Páli at halda hann aftanfyri seg allar 400 metrarnar Føroyskir áskoðarar og fløgg eru at síggja kring Tasmajdan svimjihylin í Beograd Kári á Høvdanum hvørki kundi vera ella var nøgdur við úrslit sítt í gjár, har hann misti eitt ella tvey sekund av orsaka av óhappi í hylinum