hósdagur 31. juli 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 144 - 31. juli 2008 ]
Álvarin tekur tó skjótt
yvir, og ungi svimjarin við
gongur, at hann hesa løtuna,
lið um lið við Giorgio, bar
ótta fyri at missa alt á
gólvið. Eisini hann skeitti
ein tanka til Danish Open,
tá marginalarnir mutaðu
ímóti. Men sum nevnt –
hesaferð helt.
– Komin á mál hugsaði
eg ikki neyvt um, hvussu
lítil munurin var. Eg stað
festi bara, at eg fyrstur á
mál, og tað var virkuliga
deiligt. Eg kláraði tað!
Pál Joensen smílist aftur,
og seriøsiteturin og gleðin
við at vinna tykjast vera í
fullkomnari balansu. Ungi
evropameistarin hevur í
kvøld eisini svomið seg
ígjøgnum heilsanir, smsboð
og góð orð við á vegnum
frá sínum nærmastu, vin
fólki og kenningum heima í
Føroyum. Eisini formaðurin
í Svimjisambandinum ber
heilsan av síni summarferiu
í Fjareystri, haðani hann á
internetinum hevur fylgt
gongdini hjá gullfuglinum í
føroyskari svimjing:
Evropeiska gullheiðurs
merkið hjá Pál Joensen
hevur stóran týdning, bæði
fyri føroyska svimjing og
føroyskan ítrótt í síni heild,
sigur Palli Ziskason, sum
roknar við at gullheiðurs
merkið fer at lyfta føroyska
svimjing, sum tó avgjørt
hevur tørv á betri umstøðum
beinanvegin.
Palli Ziskason er forsprák
ari fyri hugsanini um, at
einstaklingaítrótturin skal
styrkjast og raðfestast hægri
enn liðítrótturin. Eftir hans
ara tykki er tað í einstak
lingaítrótti, at vit føroyingar
kunnu gera ein vørr. Kunnu
skriva søgu, júst sum í
kvøld.
Disiplin
Klokkan nærkast tíggju á
kvøldi í serbiska høvuðs
staðnum,
og
nýklakti
evropameistarin skal í song.
Skínandi gullheiðursmerki
gevur einki wildcard til frí
dagar, fest ella býtúrar.
Heldur ikki, hóast eingin
kapping er á skránni fyrra
partin í morgin, tí evnaríki
vágbingurin
við
góðum
tilmeldingartíðum
longu
hevur svomið seg í finaluna
í 1500 metrum frí seinna
partin.
Pál Joensen er aftur
lítillátin og stoltur í senn, tá
eg takki fyri samrøðuna.
Hann veit væl, hví hann
skal í song nú, hóast ein
natúrligur tanki fyri ein
tannáring tíðliga á kvøldi
eftir tídningarmesta sigur
nakrantíð neyvan er svøvn
ur. Men tað er væl eisini
hetta, sum skilir elituna frá
tí elementera, vinnarar frá
luttakarum og Pál frá restini
av Evropa. Hetta, saman
við einum vilja av stál, jarn
harðari disiplin og pro
fessionalismu fyri hvønn
millimetur.
Pál
Joensen
hvørvur inn í sítt egna kam
ar og letur aftur pallin til
sín mentor og venjara, Jón
Bjarnason.
Kári á Høvdanum
legði bragliga út í
innleiðandi til 100
m rygg fyrrapartin
í gjár, men hálvan
veg úti í 50 metra
hylinum rakti hann
banatogið, og tað
oyðilegði avrikið.
Kortini setti hann
nýtt, føroyskt met.
SVIMJING
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Venjing undir opnum himni
í tveir dagar var kanska ov
lítið. Orienteringin, ið er so
altavgerandi fyri ein rygg
svimjara, kiksaði í uttan
dura, 50 metra hylinum.
Dómurin var náðileysur og
Kári á Høvdanum í roynd
og veru avskrivaður, hóast
hann stríddist mannliga.
Ungi svimjarin úr Fugla
fjarðar Svimjifelag legði
annars væl út og var fremst
ur eftir startin. Men 25
metrar úti var hann so
óheppin at raka banatogið,
og tað ávirkaði restina av
hansara avriki í kappingin.
Eg var væl við frá byrj
an, men misti orienteringina
og rakti banatogið. Tá reyk
øll mín fyrireiking og eg
kom ongantíð fyri meg
aftur, sigur Kári á Høvda
num, sum kom á mál sum
nummar fimm av átta í
riðlinum.
Óhappið hjá honum kost
aði millum eitt og tvey
sekund, umframt at øll
fyrireiking og allur taktikkur
fór fyri skjeytið.
Sjálvur meti eg, at eg
átti at svomið eini tvey
sekund skjótari, sigur Kári
á Høvdanum, sum kom á
mál við tíðini 1:00:68.
Setti kortini met
Tíðin rakk ikki til pláss í
hálvfinaluni seinnapartin í
gjár, tí endaði gjárdagurin
hjá Kára tíðliga. Men hóast
óhappið við banatognum
setti Kári á Høvdanum
kortini nýtt føroyskt met.
Gamla, føroyska metið var
1:00:95, og tað metið átti
Kári sjálvur.
Kári á Høvdanum kiksaði
í fyrstu roynd. Men ungi
svimjarin hevur góðar vónir
til restina av evropameistar
akappingini,
har
hann
fríggjadagin svimur 200 m
rygg og leygardagin 50 m
rygg.
Tað vóru góð ting at
hóma, hóast eg skuldi havt
svomið teinin eini tvey
sekund skjótari. Men eg
havi framvegis góðar vónir
og eri væl fyri, sigur Kári á
Høvdanum.
jdan
Kári rakti banatogið
Soleiðis svimja teir:
Hósdag seinnapart:
1500 m frí, finala
Fríggjamorgun:
200 m rygg, innleiðandi til hálvfinalu
Fríggjadag:
200 m rygg, møgulig hálvfinala
Leygarmorgun:
50 m rygg, innleiðandi til hálvfinalu
800 m frí, innleiðandi
Leygardag:
Hálvfinaluna í 50 m rygg
Finala í 200 m rygg
Finala í 800 m frí
Finala í 50 m rygg
– Tað vóru fólk, ið hildu okkum vera svakar, tá vit fyri tveimum árum síðani
søgdu, at Pál ætlaði at gerast evropameistari í 2008. Nú hava vit prógvað, at
stríðið hevur verið tað vert og at hart arbeiði lønar seg, sigur Jón Bjarnason
– Eg var væl við frá byrjan, men misti orienteringina og
rakti banatogið. Tá reyk øll mín fyrireiking og eg kom
ongantíð fyri meg aftur, sigur Kári á Høvdanum
Pál Joensen á
sigursskamlinum saman við
Alex Di Giorgio úr Italia
(v.m.) og Xavier Mohammed
úr Stóra Bretlandi
Gullkrónan verður
góðskumett av
evropameistaranum