Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Virðið leikarans avge Ingi Højsted til Arsenal og Birmingham. Gunnar Nielsen til Blackburn, Christian Restorff Mouritsen til Manchester City. Hesir leikaraskiftini eru millum mest umrøddu í føroyska fótbóltstíðindaheiminum seinnu árini. Felagsnevnarin fyri hesi skifti er Jákup í Stórustovu, leikaraumboðsmaðurin handan felagið North Atlantic Football Agency. Tað var í 1999 at Jákup í Stórustovu fór undir sítt virksemi. Síðani hevur hann syrgt fyri, at fleiri av okkara frægu fótbóltsleikarum hava fingið fótin fyri seg í útlendskum feløgum – yngri sum eldri. Men Jákup í Stórustovu er eisini maður, ið rættir somu monnum eina hjálpandi hond, tá teir ynskja at venda heim aftur til Føroya. Harumframt er tað eisini Jákup í Stórustovu, ið stendur á odda, tá ungir og evnaríkir føroyingar royndarvenja uttanfyri landoddarnar. Royndarvenja ikki til stuttleikar Fyrstu tíð sína sum umboðsmaður, brúkti Jákup í Stórustovu upp á at kvekja útlendska áhugan fyri føroyskum leikarum. Hetta varð fyrst og fremst gjørt við at senda leikarar av landinum at royndarvenja í ymiskum feløgum. Tað síggja vit framvegis javnan, men nú er mynstrið broytt. – Nú eru tað útlendsku feløgini, ið venda sær henda vegin og bjóða ávísum leikarum til sín, greiðir Jákup í Stórustovu frá. Tá hann byrjaði virksemi var mannagongdin ofta tann øvugta, har Jákup í Stórustovu vendi sær til feløgini við leikarum. Og tað eru nógvir leikarar, ið Jákup í Stórustovu hevur sent til royndarvenjingar. Spurningurin er, um tað eru ov nógvir, og spurningurin er eisini, hvat leikararnir fáa burtur úr hesum? – Feløgini gera ikki hetta til stuttleikar. Og vit royna so vítt møguligt at fáa umboð frá teimum hendavegin, soleiðis at tey síggja leikaran í vandum umstøðum og fylgja honum her, áðrenn vit senda leikararnar út, greiðir Jákup í Stórustovu frá, og heldur áfram. – Ætlanin er ikki altíð, at sáttmáli skal spyrjast burtur úr. Spælararnir fáa við hesum ein uppliving, ið er við at menna teir, umframt at teir fáa eitt innlit í, hvussu tilveran sum yrkisfótbóltsleikari er, sigur Jákup í Stórustovu, sum leggur aftrat, at tað í høvuðsheitum eru okkara bestu leikarar, sum sleppa at vísa sínar dygdir í útlendskum feløgum. Leikaraumboðsmaðurin dugir ikki at síggja, at tað er ein trupulleiki, at tað eru so nógvir leikarar, ið verða sendir at royndarvenja. – Vit mugu minnast til, at vit ikki bara senda leikarar avstað. Tað eru útlendsk feløg, ið venda sær hendavegin, og bjóða einum leikara til sín, tí tey eru áhugað í at síggja hann eitt sindur nærri. Hetta gera tey, tí tey meta, at hesin leikarin hevur tær dygdir, tey leita eftir, sigur Jákup í Stórustovu og endurtekur, at tað altso ikki er til stuttleikar, at feløgini bjóða føroyingum til sín at royndarvenja. – Og feløgini, ið gera sáttmálar við føroysku leikararnar, gera tað tí tey veruliga trúgva upp á teir, staðfestir Jákup í Stórustovu. Hann sigur eisini, at hann øll hesi árini ongantíð hevur fingið at vita, at nakað felag ikki vil síggja ein føroying aftur til royndarvenjing hjá teimum. Eru altíð sveiggj Árið eftir, at Jákup í Stórustovu var farin undir at virka sum leikaraumboðsmaður, var útisetatalið á føroyska landsliðnum methøgt. 3. september í 2000 spæla Føroyar dyst móti Slovenia. 12 av teimum 18 í hópinum spæla uttanfyri klettarnar, og eru profilar feølgum í bestu íslendsku, norsku og donsku deildini. Í dag er myndin øðrvísi, og av føroysku fótbóltsútisetunum er tað bara ein, ið spælir í landsins bestu deild. Símun Samuelsen í Keflavík í Íslandi. – Tað hevur altíð verið soleiðis, at tað – Sjálvandi er tað harmiligt, men vit eiga at virða leikarans avgerð, sigur Jákup í Stórustovu, leikaraumboðsmaður, nú fleiri av profilum okkara venda heimaftur eftir at hava roynt seg uttanlands. Hann vísir á, at tað gongur við rúkandi ferð í fótbóltsheiminum, og at myndin kann vera tann øvugta longu næsta ár. – Og vit fara altíð at hava nakrar føroyskar leikarar uttanfyri Føroyar, metir Jákup í Stórustovu, ið eisini er sannførdur um, at um fýra ella fimm ár, er meginparturin av føroysku landsliðsleikarunum at finna í útlendskum kappingum [ Nr. 144 - 31. juli 2008 ] – Tað hevur altíð verið soleiðis, at tað skiftir nógv við útisetunum á landsliðnum. Tað sæst tú eisini aðrastaðni, og bara í Danmark sært tú somu gongdina í løtuni, har fleiri av teirra profilum eru fluttir úr útlandinum og heim til Danmarkar. Føroyar eru einki eindømi í so máta, tí soleiðis er fótbóltsheimurin einaferð skrúvaður saman Myndir: Jens Kristian Vang