hósdagur 31. juli 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
rð
skiftir nógv við útisetunum á landsliðnum.
Tað sæst tú eisini aðrastaðni, og bara
í Danmark sært tú somu gongdina
í løtuni, har fleiri av teirra profilum
eru fluttir úr útlandinum og heim til
Danmarkar. Føroyar eru einki eindømi í
so máta, tí soleiðis er fótbóltsheimurin
einaferð skrúvaður saman, sigur Jákup
í Stórustovu.
Hetta er einki ónatúrligt í tí, metir
Jákup í Stórustovu, tí, sum hann tekur
til, so eru fótbóltsleikarar nomadir.
Leikaraumboðsmaðurin minnir eisini á,
at fótbóltsleikararnir bara eru menniskju,
ið taka egnar avgerðir. Og tað eiga og
skulu vit virða.
– Spælararnir eru næstan vorðnir
fólkaogn, og fólk undrast og spyrja hví
og hvat nú, tá ein leikari vendir heimaftur,
eftir at hava roynt seg uttanfyri Føroyar.
Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til tess,
skaðar og vantandi spælitíð til dømis.
Og hevur hesin leikarin so eitt ynskja um
at koma heim, og at koma fyri seg og
fáa spæligleðina aftur, so fari eg ikki at
mótarbeiða tí, greiðir Jákup í Stórustovu
frá. Hann fegnast eisini um, at leikararnir
hava møguleikan at koma heimaftur, tí
so væl stillaðir eru fótbóltsleikarar í
øðrum londum ikki altíð.
– Vit mugu eisini minnast til, at
fótbólturin er arbeiði hjá hesum monnum.
Og tá vanligi føroyingurin kemur heim,
eftir at hava arbeitt uttanlands í eina
tíð, er tað eingin, ið setir spurnartekin
við tað avgerðina, samanber Jákup í
Stórustovu.
Altíð føroyingar
uttanlands
Hann skilir tó væl, at fólk harmast um,
at profilarnir venda heim eftir.
– Eg skilji tað væl, og sjálvandi er
tað harmiligt, at tað er so. Ikki minst
fyri landsliðið. Men taka vit Súna Olsen
og Rógva Jacobsen til dømis, so hava
teir báðir verið uttanlands áður, komnir
heim og farnir avstað aftur, vísir Jákup í
Stórustovu á og sipar til nomadutilveruna,
ið ger seg galdandi hjá fleiri av hesum
monnum. Hann sær tað heldur ikki
sum nakað krepputekin, at hesir menn
venda heim aftur. Tvørturímóti er Jákup
í Stórustovu bjartskygdur, tá tosið fellur
inn á framtíðar útlitini hjá føroyskum
fótbólti.
– Seinastu tíðina hava vit sæð, at
fleiri royndir leikarar eru komnir aftur.
Men hetta er ikki galdandi hjá teimum
ungu. Føroyar fara altíð at hava eina
ávísa nøgd av fótbóltsspælarum
uttanfyri landoddarnar. Og um eini fýra
ella fimm ár trúgvi eg, at meginparturin
av landsliðsleikarunum spæla uttanfyri
Føroyar, metir Jákup í Stórustovu.
Ikki vantandi vilji
Ført hevur verið fram, at føroysku
leikararnir ikki tykjast at vilja ofra tað,
ið skal til fyri at fáa gjøgnumbroti
í útlendskum felag. Hesum er
leikaraumboðsmaðurin ikki samdur í.
– Eg haldi ikki, at vit kunnu seta
spurnartekin við, um ein leikari ikki vil ofra
seg nóg mikið, tí tað vilja teir. Hinvegin
hevur onkur einstakur spælari ikki heilt
verið innstillaður upp á, hvat lívið sum
yrkisleikari uttanlands innibar. Og so eru
tað eisini onkrir av eldru leikarunum,
sum ikki tíma at royndarvenja, men
fegnir taka av einum útlendskum
sáttmála, fortelur Jákup í Stórustovu.
Hann er sum leikaraumboðsmaður bert
vitandi um eittans dømi hjá honum, har
ein leikari hevur takkað nei til tilboð frá
útlendskum felag.
Sum Jákup í Stórustovu førir fram
aðrastaðni á hesum síðum, er tað
mennandi fyri einstaka leikaran, tá hann
leitar sær eftir avbjóðingum uttanlands.
Men Jákup í Stórustovu er sannførdur
um, at vit í Føroyum eisini hava nógvar
møguleikar fyri at menna egnar leikarar.
Hann nevnir eitt nú meiri skipað
viðurskifti av fótbóltinum sum heild,
skipaðar smákappingar vetrarhálvuna
og innandurafótbóltshallir.
– Og hetta tak má takast í felag.
Av Fótbóltssambandinum, feløgunum
og annars teimum, sum varða av
fótbóltinum, sigur Jákup í Stórustovu.
Uni Holm Johannesen
Rólant Waag Dam
Í blaðnum næsta týs
dag verður prátað við
Alexander Djordjevic
um sama evni
Føroyar eru næst vánaligasta landslið í Evropa. Vit hava ikki
fingið nakað stig í hvørki EM- ella HM undankapping síðan
2004. Seinastu árini hava vit raplað niður eftir styrkislistanum
hjá FIFA. Í løtuni liggja vit nummar 195 – bara 12 lond eru
aftan fyri okkum.
Sosialurin varpar komandi vikurnar ljós á keðiligu gongdina.
Vit leita eftir orsøkunum til, hví tað gongur so illa í hond og
spyrja hvat skal til fyri at venda óhepnu gongdini?
Lesið fimta part í røðini um kreppuna í føroyskum fótbólti.
6. partur
[ Nr. 144 - 31. juli 2008 ]