Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-31, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 144 - 31. juli 2008 ] - Í verjupartinum skal B36 verða serstakliga væl skipað og viljin skal verða fyrimyndarligur, sigur Henrik Larsen, fyrrverandi føroyski landsliðsvenjari, undan dystinum í Gundadali í kvøld. Hann vísir á, at Føroyar áður hava fingið stór úrslit í Evropa UPPTAKT Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo - Ofta hava stórlið trupul- leikar í Føroyum, so eg dugi ikki at síggja, hví Brøndby ikki eisini skal fáa tað. Henrik Larsen, fyrrver- andi føroyski landsliðsvenj- ari, er bjartskygdur undan dystinum í kvøld. Hóast hann væntar, at Brøndby vinnur seg víðari, so stað- festir hann, at føroyingar hava verið í tílíkar støðu fleiri ferðir áður. Landsliðið hevur prógvað, at einki er ógjørligt, og tað leggur Lyngby-venjarin stóran dent á, tá Sosialurin tosar við hann. Skulu hava hepnið Henrik Larsen var føroyskur landsliðsvenjari frá árunum 2002-2005. Tað var eisini undir leiðslu av stóra dan- anum, at Føroyar taptu tep- urt til millum annað Týsk- land og Frakland, meðan tað eydnaðist at fáa javnleik móti Skotlandi á Svanga- skarði. Henrik Larsen vil fegin samanbera dystin í kvøld við tílíkar landsdystir. B36 hevur møguleikan at sleppa víðari, men tað krevur sama hugburð, sum skal verða til landsdystir. - Tað er altíð ein møgu- leiki. Men tað fer at krevja nógv av føroyingunum. Í verjupartinum skulu teir verða serstakliga væl skip- aðir og viljin skal verða fyrimyndarligur. B36 noyð- ist eisini niðan á vøllin at skjóta mál, og tá mugu teir bara hepnið, tá møguleik- arnir koma. Tað er at taka av, og so kanska vóna, at dysturin fer í longda leiktíð og brotsparkskapping, hug- leiðir Henrik Larsen í horn- inum úr Danmark. Fyrrver- andi føroyski landsliðsvenj- arin sær ikki stórvegis fyri- mun til føroyingarnar í, at dysturin verður spældur á graslíkið. Brøndby venur á undirlagnum um veturin, og tískil er tað ikki nýtt fyri teir. Ynskir Brøndby víðari Sæð burtur frá fýra árum í útlandinum, var Henrik Larsen alla sína yrkisleið sum fótbóltsleikari í Dan- mark. Við trimum málum í EM-endaspælinum í 1992 átti hann eisini stóra týdning í óvæntaða sigrinum hjá danska landsliðnum. Sum venjari hevur hann staðið á odda fyri donsku Ølstykke, Holbæk, Køge og Lyngby, umframt føroyska landslið- ið. Hjartað liggur í Danmark, og hóast hann hevur tilknýti til Føroyar, so sær hann fegin Brøndby fara víðari í UEFA CUP kappingini. - Eg ynski tað besta fyri danskan fótbólt. Men eg havi eitt bleytt hjarta fyri føroyingum, og tað vildi verði sera stuttligt, um B36 kemur víðari, sigur Henrik Larsen. Hvat væntar tú av dystin­ um í kvøld? - Eg dugi ikki at gita nakað úrslit. Eg trúgvi, at Brøndby leikliga verður væl omaná, og teir í løtum fara at trýsta føroyingarnar. Eg vænti í øllum førum, at Brøndby fer víðari, sigur Henrik Larsen, fyrrverandi føroyski landsliðsvenjari. B36 – Brøndby: Landsliðið hevur víst vegin Brøndby vandi á graslíkinum í Gundadali í gjár. Tom Køhlert, venjari, valdi ikki at gera nógv burturúr, og mest hendingaríkasta løtan var helst, tá sviin Alexander Farnerud noyddist at taka seg aftur vegna skaða UPPTAKT Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Brøndby hevði sína ein- astu venjing á Føroya- ferðini á ovara vølli í Gundadali í gjár. Tom Køhlert valdi ikki at møða sínar leikarar, og gekk tað heldur stillis- liga fyri seg. Ein hin mest hendingaríka løt- an var, tá sviin Alexander Farnerud noyddist at taka seg aftur úr venjingini, orsaka av skaða í lær- inum. Tá blaðið fór til prentingar var fram- vegis ikki greitt, um hann verður tøkur til dystin í kvøld. Vístu máltev Tað, sum serliga eyð- kendi venjingina í gjár, var, at danir vístu gott máltev. Hetta vantaði av álvara í dystinum móti B36 fyri góðum tveimum vikum síðan. Tað hevur stóran týdn- ing fyri føroyska liðið, at Brøndby ikki fær mál. Men eftir venjing- ini í gjár at døma kann Meinhardt Joensen fáa tað sera trupult í kvøld. Farnerud tók seg aftur Brøndby vandi í Gundadali í gjár, og Henrik Larssen, fyrrverandi føroyskur landsliðsvenjari, roknar við, at donsku dreingirnir spæla seg víðari Mynd: Álvur Haraldsen Persónligt met í spjótkasti 27. juli var eisini kappast í spjótkasti. Hjá kvinnunum vóru tað Meifríð Hansen og Randi Kúrberg sum kappaðust. Hóast Randi hevur fokuserað uppá hamarkast í ár, var hon favorittur at vinna meistaraheitið. Hon endaði eisini við at vinna tað trygt við 31,20 metrum. Meifríð setti persónligt met tá hon kastaði spjótið 26,08 m. Hjá monnum vóru tað Aksel Poulsen og Heri Ziska sum royndu seg. Aksel kom skjótt útum 40 mertrar og á slíkum longdum hevur Heri møguleika. Aksel endaði við at vinna við 41,45 metrum, sum er eitt sera gott úrslit hjá einum sum ikki hevur roynt seg áður, meðan Heri endaði á 28,06 m. Longsta føroyska kast í fleiri ár Sunnudagin var kappast í diskuskast, har Meifríð Hansen var einsamøll kvinna at royna seg. Tað vísti seg tó ikki at darva henni, tí at hon økti um sítt persónliga met við umleið fýra metrum, og kastaði samstundis longsta kast í nøkur føroysk kvinna hevur kasta í nógv ár. Hennara longsta kast var 28,69 metrar, ið einans 1 metur og 36 sentimetrar frá føroyska metinum, ið Ingibjørg Poulsen setti í 2002. Eisini menninir kappaðust í diskuskasti. Har vóru tað Rógvi Højgaard og Heri Ziska sum dystaðust. Hetta er høvuðsgreinin hjá veteraninum Hera, og vann hann trygt við einum kasti uppá 41.88 metrar. Rógvi kastaði diskin út á 32,93 metrar, og bøtti sostatt enn eina ferð um sítt persónliga met. Heri Ziska