hósdagur 31. juli 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 144 - 31. juli 2008 ]
Klæmint Matras, lið
formaður hjá B36,
sigur, at hann og
liðfelagarnir mugu
verða meira ansnir
í deyðbóltstøðum.
– Teir eru sterkir í slík
um støðum, sigur mið
vallarin
upptakt
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
- Viðmerkjararnir til dystin
hjá okkum á Brøndby Sta-
dion søgdu millum annað,
at vit vóru gumpatungir.
Tílíkt skulu vit ikki hava
liggjandi á okkum.
Klæmint Matras, liðfor-
maður hjá B36, hevur áður
verið við til stórar altjóðar
dystir við árstalsfelagnum.
FC Midtjylland og Fener-
bache hava millum annað
vitjað í Føroyum, og í kvøld
skulu hann og liðfelagarnir
royna seg móti Brøndby.
- Vit vóru ikki nóg ansnir,
tá Max von Schlebrügge
stýrdi bóltinum í netið. Tað
má ikki koma fyri í dag.
Teir hava fleiri væl vaksnar
leikarar, sum eru sterkir í
slíkum støðum, sigur hann.
Stríðsmaðurin
á
mið-
vøllinum vísir á, at Brøndby
hevur nógv sjálvsálit í løt-
uni, og tað krevur stóran vil-
ja, um B36 skal vinna seg
víðari.
- Teir hava glæsiligu
søgu, og hava fleiri ferðir
áður spælt tílíkar dystir. Eg
meti tó, at vit vinna dystin
1-0, sigur Klæmint Matras
við Rás2.
Avgera tíðliga
- Um vit vísa sama máltev
sum undir venjing í gjár, so
skuldi ikki verði nakar ivi,
sigur David Williams, fram-
herji hjá Brøndby
- Í kvøld ræður bara um
at sleppa víðari og einki
meira. Teir fara at stríðast
alt teir eru mentir framman
fyri
heimaáskoðarunum,
men tað eru vit fyrireikaðir
uppá.
David Williams verður
møguliga annar av framherj-
unum, sum verða millum
teir fyrstu ellivu hjá Brønd-
by í kvøld. Hann staðfestir
fyri almennu heimasíðuni
hjá Brøndby, at hann og lið-
felagarjnir ikki síggja gras-
líkið sum nakran vansa.
- Vit fara at spæla okkara
spæl, og eg trúgvi ikki, at
graslíkið fer at seta bein
fyri tí. Vøllurin er fínur.
Um vit vísa sama máltev
sum undir venjing í gjár, so
skuldi ikki verði nakar ivi.
Hinvegin skulu vit ikki fáa
mál ígjøgnum fyri at geva
teimum eina vón. Vit gleða
okkum til í kvøld, og líka-
mikið hvat skulu vit avgerða
dystin tíðliga, sigur fram-
herjin.
20 ára gamli David Willi-
ams hevur leingi verið at
eiga eina sera bjarta fót-
bóltsframtíð, har hann av
landsliðsvenjaranum
hjá
Avstralia, hiðani hann er
ættaður, hevur verið skýrdur
at verða størsta talentið síð-
an Mark Viduka.
Vit eru klárir!
Heðin Askham, venjari hjá
B36, staðfestir, at hansara
leikarar eru til reiðar til
stóru uppgávuna í kvøld. –
Vit hugsa fyrst og fremst
um verjupartin, og vónandi
taka av einum møguleika,
sigur hann
Heðin Askham
hevur
higartil flott úrslit at vísa á
sum høvuðsvenjari í før-
oyskum fótbólti. Hann tók
við venjarastarvinum hjá
B36 í vetur, og higartil hev-
ur gingið væl. Í kvøld skal
hann leiða árstalsfelagið í
Gundadali til ein hin størsta
dystin á árinum.
- Vit eru í øllum førum
klárir, og vónandi verða vit
ótespuligir móti teimum.
Vit hugsa fyrst og fremst
um verjupartin, og so mugu
vit taka av onkrum av møgu-
leikunum, sum altíð koma.
Vit skulu jú hava mál. Eyð-
kenni fyri Brøndby er, at
teir leggja nógv fyri í bæði
fyrra og seinna hálvleiki,
og tá mugu vit verða til reið-
ar, sigur Heðin Askham,
venjari hjá B36, við Rás2.
Torir tú at gita um úrs-
litið?
- Latið okkum siga, at vit
vinna við einum ella tveim-
um málum, slær venjarin
hjá høvuðsfelagnum fast.
Fjas við prátinum
um graslíkið
Tom Køhlert, venjari, vil
ikki hoyra talan um prátið
um graslíkið. – Harragud,
svenska Elfsborg spælur
eisini á graslíkið á heima-
vølli uttan trupulleikar, sig-
ur Køhlert við heimasíðuna
hjá Brøndby
Undir leiðslu av Tom
Køhlert hevur Brøndby lyft
seg úr kreppuni, og í løtuni
stríðist sigursvanda felagið
móti at vinna seg aftur í
danska oddan. Lítillátni
venjarin er hinvegin bersøg-
in við heimasíðuna hjá
Brøndby, har hann ikki vil
hoyra talan um prátið um
graslíkið.
- Tað skulu vit als ikki
hugsa um. Harragud, svens-
ka Elfsborg spælur á gras-
líkið á heimavølli, og á gras-
ið á útivølli. Og tað er uttan
trupulleikar.
Fyrimunurin
hjá
teimum
er
sjálvt
umhvørvið, júst sum vit
høvdu tað til okkara heima-
dyst, sigur Tom Køhlert.
Hvussu metir tú møgu-
leikarnar vera fyri víðari lut-
tøku?
- Teir eru góðir. Vit skulu
verða
munandi
meira
umhugsnir í okkara spæli,
og ikki geva teimum pláss
til mótálop. Altjóða fótbólt-
ur hevur stóran týdning fyri
felagið, og hóast vit ynsktu
eitt betri útgangsstøði, so
eru góðir møguleikar fyri
víðari luttøku, sigur Tom
Køhlert, sum metir dystin
verða tann týdningarmiklas-
ta á árinum higartil.
Meira ansnir í deyðbóltstøðum
Valur vann stórt
Eingin stegðar Vali í bestu íslendsku kvinnudeildini í
løtuni. Liðið hevur eftir 12 umførum fult stigatal, og
hevur beina kós ímóti meistaraheitinum.
Í málinum stendur føroyska Randi Wardum, og í gjár
vunnu hon og liðfelagarnir heili 5-0 á heimavølli móti
Fjölnir, sum er botnproppur í deildini. Margrét Lára
Viðarsdóttir gjørdi bart og stóð fyri øllum málunum.
Valur hevur í løtuni 36 stig, sum er seks fleiri enn KR,
sum liggur á øðrum plássi.
Ingi Højstted verður við
- Ingi Højsted hevur vant við fullari ferð seinastu vikurnar, og hann er væl
fyri. Hann verður á beinkinum í kvøld, og verður væntandi innskiftur í seinna
hálvleiki. Heðin Askham staðfestir fyri Rás2 fyrrapartin, at Ingi Højsted fer
at luttaka, tá B36 og Brøndby bresta saman í Gundadali í kvøld. Miðvallarin
hevur ikki verið á vøllinum, síðan hann í fjórðingsfinaluni í kappingini um
løgmanssteypið ímóti 07 Vestur varð útskiftur, orsaka av skaða. Venjarin hjá
árstalsfelagnum sigur eisini, at Súni Olsen eftir øllum at døma ikki verður á
vøllinum komandi tvær vikurnar.
B36 - Brøndby: