hósdagur 31. juli 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 144 - 31. juli 2008 ]
Í Manchester ganga
viðhaldsfólkini hjá
EB/Streymi spent og
bíða til dystin í kvøld,
har Sigfríður Clement
sen heilt víst fer at
fremja tvær broyting
ar í mun til fyrra dyst
in móti ensku stjørn
unum
UPPTAKT
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í Manchester er hýrurin
góður. Tað er hann eisini
nakað uttanfyri Manchester,
har hópurin hjá EB/Streymi
heldur til.
– Eg haldi ikki eg kann
siga annað. Hanus Eliasen
gongur framvið mær beint
nú, og hann smílist óført,
og tað er galdandi fyri hóp
in sum heild, skemtar Sig
fríður Clementsen úr tele
fonini í Onglandi.
Smílandi eru viðhalds
fólkini
hjá
EB/Streymi
sanniliga eisini. Tað fer at
tátta í eini 200 áskoðarar,
sum eru komnir fyri at sígg
ja sítt felagslið taka dystin
upp við Manchester City.
Hesir eru komnir við bussi
og flogfari umvegis bæði
Danmark og London, og
hava hugnað sær í gøtunum
í Manchester seinastu dagar
nar. Nú ganga tey so spent
og bíða eftir, at dysturin
verður bríkslaður í gongd.
Og ikki minst eru tey spent
eftir at vita, hvørjar mans
Sigfríður Clementsen velur
at senda á vøllin í kvøld.
Hanus fyri Hans Paula
Sjálvur hevur Sigfríður Cle
mentsen
longu
avgjørt,
hvørjir teir eru. Hann sigur
seg tó ikki vilja upplýsa
hvørjir hesir eru, men lyftir
lokinum eitt sindur. – Liðið
verður nakað tað sama sum
seinast, men vit hava so
fingið Sorin aftur, og tað er
als ikki óhugsandi, at hann
byrjar inni. Hanus Eliasen
kann eisini gott koma upp á
tal, sigur Sigfríður Clement
sen, sum tó ikki sigur nakað
um, hvørjir so skulu út.
Greitt er tó, at tað er ógvu
liga ivasamt, hvørt Levi
Hanssen verður tøkur ella
ikki. Hann hevur fingið ein
skaða í læri, og tað argar
unga havnarmannin nógv.
Tískil kemur Sorin helst
inn á hansara pláss á mið
vøllinum. So er spurning
urin, hvar Hanus Eliasen
kemur inn. Ein møguleiki
er, at Hans Pauli Samuelsen
verður tikin út. Hanus Elia
sen
loysti
Hans
Paula
Samuelsen av í dystinum á
Tórsvølli. Tá hevði Hans
Pauli helst verið tann leikar
in, sum stóð veikastur í
myndini hjá EB/Streymi.
Har umframt spældi Hanus
Eliasen ein branddyst móti
B36 undan Manchester
dystinum, og gjørdi tað ann
ars væl, tá hann kom inn á
Tórsvølli.
Mikkjal Thomassen er
eisini við í hópinum hjá
EB/Streymi í kvøld. Tað
var hann eisini á Tórsvølli,
men tá kom hann ikki á vøll
in. Tað ger hann neyvan
heldur í kvøld, metir Sig
fríður Clementsen.
Eru væl fyri
Annars eru leikararnir væl
fyri, letur Sigfríður Cle
mentsen at.
– Vit hava vant tvær ferðir
um dagin í sera góðum
umstøðum. Vit búgva væl
og alt er sum tað skal vera,
sigur Sigfríður Clementsen,
sum ikki metir, at óvændu
umstøðurnar ávirka leikar
arnar nakað serligt.
Heldur ikki steðgurin,
leikararnir hava havt millum
dystirnar báðar, heldur venj
arin kemur at ávirka nega
tivt. – Nei, als ikki. Menn
høvdu brúk fyri at fáa frí,
sigur Sigfríður Clement
sen.
Manchester er
nógv betri
Spurdur um, hvørjar vánir
nar til dystin í kvøld eru, er
Sigfríður Clementsen ógvu
liga realistiskur. – Vit vita
væl, at Manchester City eru
nógv betri enn vit. Og tað
er eisini tað, sum vit koma
at arbeiða út frá. Tað gjørdu
vit eisini á Tórsvølli, og so
mugu vit bara taka úrslitið
sum tað kemur, sigur Sig
fríður Clementsen.
Manchester City – EB/Streymur:
Sorin og Hanus við frá byrjan
Í Manchester síggja vit frá vinstru Emmu Joensen, Kirstin Joensen, Ann Tóru Láadal, Jan Djurhuus, Signhild, Djurhuus, Grettir
Djurhuus, Óluvu Djurhuus og Sigvald Zachariassen
Mynd: Sofus D. Johannesen
B36 undirmetir Brøndby
Ein fyrimunur hjá okkum kann vera, at teir eftir øllum at døma undirmeta okkum. Eg
skilji eitt sindur av føroyskum, og út frá almennu dystarfrásagnini á heimasíðu teirra frá
fyrsta dystinum, kunnu vit bara siga, at teir undirmeta okkum. Teir kalla okkum fyri eitt
teknuseriulið og pylsuátarar. Hermann Haraldsson, stjóri í Brøndby, øtast við í donskum
miðlum í gjár. Hann sigur, at B36 undirmetir Brøndby undan dystinum í kvøld. Teir
hildu, at vit spældu vánaligt, og teir skilja ikki, hvussu teir taptu til nakrar pylsuátarar
sum okkum. Teir vilja vera við, at tað ikki var verri enn at spæla móti einum liði í teirra
egnu kapping. At teir undirmeta okkum á hendan hátt, kann jú gera uppgávuna hjá
okkum lættari, sigur íslendingurin millum annað við sporten.dk.
Jón skal venja TB
Nú er tað greitt, at tað verður veteranurin Jón Johannsen, sum fer at hava ábyrgdina av
besta TB liðnum tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum. Suðuroyarportalurin
skrivar, at tað á spælarafundi í gjárlvøldi varð greitt, at hetta verður loysnin. Jóan Petur
Olgarson, formaður í TB, sigur við Suðuroyarportalin, at teir hava fingið ein 22 ára
gamlan dana at royndarvenja tvær tær næstu vikurnar. Hann verður nevndur Sonny og
sigst hava spælt í Brøndby, umframt at hann eisini hevur spælt í Ølstykke. Jón
Johannesen hevur áður verið venjari hjá TB.