hósdagur 31. juli 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 144 - 31. juli 2008
tíðindi
Tónleikur
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Eg havi ringt við at siga
nakað negativt um 200. Føli
tað næstan sum um, at eg
eri vaksin upp við teimum
(uttan at fornerma teirra ald
ur!) Tí hvat er ein perfekt
200 konsert?
Teir eru góðir óansæð
hvat – og serliga, tá teir eru
nóg rótutir og rokkutir og
sveittutir.
Tað var fínt at hoyra teir
spæla fyrst til ein avveksl
ing.
Midnáttarsamkoman
við teimum er eitt sindur
vatnað akkurát nú, og tað
var áhugavert at hoyra, at
teir eisini rokka, sjálvt um
klokkan bara er 19.00 og
einans 50 fólk eru framman
fyri pallin (sum so bleiv til
100150 aftaná eina løtu)
Samfelagið er í vanda,
greiddi Niels frá, tá teir
einastaðni mitt í framførsl
uni komu til lutvíst nýggja
lagið Tunnilsvisjón.
Størsti vandin er ikki, at
vit ikki fáa pengar úr Dan
mark og doyggja. Men størs
ti vandin er, at um vit ikki
fáa undirsjóvartunnil til
Sandoynna í morgin, verður
sorg og deyði! Tað er vikt
ugt og einki at flenna at;
viktugt fyri pengarnar, sum
vit ikki eiga, at vit gera tunl
ar!
Afturat hesum komu nakr
ar aðrar deiliga 200sligar
situatiónir, so sum ein
kvøða til farnu abc samgon
gu við 20 sekundum í tøgn;
30 sekund punkrokk við
Fjern den klud; og ein til
ogning til Gerhard Lognberg
av “Frustreraðir javnaðar
menn, sum eisini eitur Frus
treraðir javnaðarmenn/javn
aðarmenn sum burdu verið
í Miðflokkinum”.
Vit hoyrdu eisini Mogg
høvd og Graceland. Muscle
man Blað kundu teir ikki
spæla, tí at Dennis Agerblad
longu hevur gjørt tað nógv
betri við sínari “feitu, elek
tronisku bøssaversión.” End
in varð Sig ikki nei, Kaj, og
enn einaferð stóð man eftir
við hasari frísku, ristu kensl
uni, sum man altíð fær av
teirra framførslum. Perfekt.
Tónleikur
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Dávur Magnussen, Magnus
Johannesen, Ólavur Olsen,
Rógvi á Rógvu og Edvard
Nyholm Debes manna bólk
in Katla, sum var liðugur at
framføra í Tjóðpallinum
stutt fyri midnátt fríggja
kvøldið.
Væl av fólki varð savnað
inni í Tjóðpallinum, tá Kat
la komu gangandi og spæl
andi inn á pallin. Hølið er
fantastiskt og perfekt til
hugnaligar konsertir sum
hesa. Kanska enntá betri
egnað enn onnur spælihølir
her á leiðum. Men lat tað
fara.
“Vinarligur
jazzkendur
fólkapoppur” er nokk tað
tættasta, eg í skrivandi løtu
kann koma uppá at lýsa tón
leikin hjá Katla. Hetta er
melodiskur, rútmiskur fólka
tónleikur við ískoyti av gos
pel og tango og øðrum lekr
um stílum, og er tað, sum
ein tímir ordiliga væl, tá ið
oyragongin hevur tørv á at
mýkjast. Og so er tað altíð
ein fragd at hoyra hesar tón
leikahøvdingarnar framfø
ra, tí ein veit, at teir spæla
væl og klára altíð at levera
vøruna. Tað er móttakiligur
tónleikur, og so kann spurn
ingur, um mær dámar stílin,
vera líkamikin.
Klapp til Katla fyri eina
deiliga framførslu við einari
rúgvu av flottum tónlistar
ligum dygdum.
Við hugnaligu
kosertini í lítla
umhvørvinum í
Reinsarínum, vístu
Páll Finnur Páll, at
teir eisini stórtrívast
uttanfyri stóra pallin
Tónleikur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Páll Finnur Páll høvdu eina
sera hugnaliga konsert á
Reinsarínum ólavsøkuaft
an.
Tað var ein lítil áhoyrara
fjøld, ið lurtaði eftir Páll
Finnur Páll í Reinsarínum,
men hóast áhoyrarafjøldin
ikki taldi meira enn knapt
45, varð talan um eina sera
hugnaliga konsert.
Við løgum av øllunum
trimum fløgunum hjá teim
um, undirhildu teir teirri lít
lu, men lívligu áhoyrara
fjøldini við framúr góðum
tónleiki. Øll hittini, umframt
fleiri av teimum annars sera
góðu løgunum, vórðu fram
førd, og fólkini tóku tónar
nar til sín við einum brosi.
Teir vístu, at teir rigga
eins væl í einum lítlum og
hugnaligum
spælistaðið,
sum Reinsaríið er, og á ein
um stóru palli. Tað var ein
sera góð og intens konsert,
har samskiftið millum tón
leikarar og áhoyrarar var
sera gott.
Stanley Samuelsen
gav áskoðarunum
eina fjølbroytta fram
førslu, tá hann fór
á pall við gomlum
tekstum og nýggjum
løgum, tá FUTT í býin
var fríggjakvøldið
Tónleikur
Bjørk K. Olsen
bjork@sosialurin.fo
Kanska heldur eldri ættar
liðið fór leiðina niðan til
Tjóðpallin,
har
Stanley
Samuelsen fór á pall til
FUTT í býin fríggjakvøldið,
hóast yngra ættarliðið hevði
kunnað hugnað sær óført.
Stanley Samuelsen fram
førdi egin løg og tekstir,
millum annað Rasmus Effer
sø hevur yrkt.
Tyssir av veikum, gulum
og hvítum ljósstrálum gjør
di umhvørvið spennandi,
og tað kendist, sum fórt tú
inn í eina mystiska verð –
júst sum blandaða framførsl
an av gomlum og nýggjum
hjá Stanley Samuelsen.
Millum annað hevur tón
leikarin gjørt eitt nýtt og
øðrvísi lag til tekstin »Tíðin
rennur sum streymur í á«.
Eg fekk einaheilt aðra upp
fatan av tekstinum, tá Stan
ley kryddaði framførsluna
við rokkutum millumspøl
um á gittarinum.
Sum heild eitt frálíkt upp
livisli. Ikki nakað yvirgott,
men tú fekst eitt jaligt upp
livilsi av tekstum, iðikki
júst eru skrivaðir til dagsins
tónleik. Hóast eg longdist
illa eftir einum dansigólvi,
eg kundi taka mær ein
svingom á til hugnaliga
tónleikin,
gav
Stanley
Samuelsen mær eina áhuga
verda løtu á Futt konserti
num fríggjakvøldið.
200 byrjaðu ólavsøku
konsertina
Páll Finnur Páll rigga
eisini í smáum
Gamalt og nýtt frá Stanley
Katla og tónleika
høvdingarnir
©mureldur
©mureldur
Páll Finnur Páll riggaðu væl í øðrvísi umhvørvinum
Mynd: Edith Johannesen
©mureldur