hósdagur 31. juli 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 31. juli 2008
41
tíðindi
Tónleikur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tónleikurin var framúr góð
ur, men ljóðið var til tíðir
einki serligt
Um tað er eitt ting í verð
ini, ið er rættiliga keðiligt,
so er tað tá framúr góður
tónleikur verður oyðilagdur
av vánaligum ljóði. Og tað
er júst tað, ið hendi tá Bet
you are William framførdi
á ólavsøkukonsertini.
Um framførsluna sjálva
er at siga, at tá bert ljóðførini
vóru at hoyra, ljóðaði tað
sum oftast sera feitt, men tá
Petur Háberg sang, funnu
ljóðmennirnir ikki útav at
stilla teir røttu knøttarnar
rætt. Hann hoyrdist generelt
illa, og varð eisini nógv for
stýraður av ymiskum óljóð
um, ið vóru gjøgnumgan
gandi gjøgnum alla konsert
ina.
Serliga var tað í fyrsta
sanginum, ið var sangurin
”Dynasty”, at Petur Háberg
var ringur at hoyra. Sangur
in varð mestsum duldur
aftanfyri ljóðførini, og tað
er sera harmiligt tá hetta
kemur fyri, og kanska ser
liga tá fyrsti sangurin er ein
av teimum veruliga góðu.
Sjálvandi er ein live kon
sert ongantíð tað sama sum
ein upptøka, men tað vóru
óneyðuga nógv óljóð til
hesa konsertina.
Sjálva framførslan av Bet
you are William var framúr
góð, og har er einki ringt at
bera teimum. Teir spældu
og sungu sera væl, og teir
rokkaðu við stíli. Petur
Háberg vísti enn einaferð at
hann hevur góðan stíl og
dugir at undirhalda fyri all
ar pengarnar.
Tó fái eg ikki latið vera
við at hugsa um, hvussu
harmiligt tað er, tá ein góð
konsert verður tileinkis
gjørd av at ljóðmennirnir
ikki hava stýr uppá ljóðvið
urskiftini.
Myndir frá Futt í Býin
Myndir: ©mureldur
Misjøvn konsert við Bet you are William
Av misgávum kom ein
yvirskrivt, “Misjøvn
konsert við Bet you
are William” skeivt fyri
í gjár. Til hesa greinina
skuldi yvirskrivtin vera
“Bet you are William við
ymiskum hugløgum”, og
man gløggi lesarin helst
hava fanga henda feilin,
tá einki misjavnt var við
teirri framførsluni, teir
høvdu í Reinsarínum, og
hetta eisini framgongur í
tekstinum. Rætta greinin
til miskomnu yvirskriv-
tina er at lesa í dag.
Vit biðja lesaran halda
okkum til góðar fyri
hetta mistakið.
- rn