hósdagur 31. juli 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 144 - 31. juli 2008
tíðindi
Skunda tær oman í
Sjónleikarhúsið, um
tú ikki hevur sæð til
ólavsøkukabarettina
enn. Frá okkum fær
hon bestu viðmæli
Sjónleikur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Kenslurnar vóru eitt sindur
blandaðar undan ólavsøku
kabarettini í ár. Hevði frætt,
at truppurin var fullkomiliga
nýggjur, ungur og óroyndur
– og bara “mannaður” av
kvinnum.
Sum vanligt gleddi eg
meg til at síggja ársins brøl
arar squizaðir gjøgnum eina
vónandi undirfundiga og
intelligenta sentrifugu. Sam
stundis lá óttin og lúrdi, tí
bara tær nú kláraðu tað, hes
ar ungu, djørvu og sjálvsikru
kvinnurnar, sum høvdu lov
að so nógv frammanundan.
Orki ikki tankan um, at jan
te skuldi sigra, nú kvinnur
høvdu bjóðað seg fram.
Inni á Kjak.fo var skoðsmál
ið ikki tespiligt; har var nið
urstøðan, at kvinnur hava
ongan humor (jú, kanska
Jensina Olsen systrarnar,
var onkur so elskverdigur
at viðmerkja)!
Kláraðu tað
við bravur
Men
tíbetur
var
óttin
ógrundaður, tí tær sjey klár
aðu tað við bravur. Salurin
kókaði og fólk mundu pissa
í buksurnar – í øllum førum
uppi hjá okkum á endabal
kongini ólavsøkudag kl.
18.
Leikritið var passaliga
skrúvað saman við einum
sindri av hvørjum: Sex,
politikki, religión og miðl
um, passaliga provokerandi
og samfelagsrevsandi.
Millum pallskiftini vóru
pinkalítil innsløg, sum vit
minnast tað frá Benny Hill
sendingunum, har tónleikar
arnir hildu rútmuna gangan
di. Hetta gav eitt javnt flow
– ella á føroyskum: eitt
áhaldandi drive!
Kabarettin var væl vand.
Har vóru ongi kiks og tað
má sigast at vera eitt bragd,
tí har var nógv at halda skil
á hjá ungu leikarunum –
bæði at syngja, dansa og
spæla samstundis – deiligt.
Har vóru fleiri ting sum
imponeraðu, til dømis var
kropsmálið hjá fleiri leikar
um sera gott. Her kunnu vit
nevna sketchina við Høgna
Hoydal, catwalk framsýn
ingina í føroyskum búnum,
konurnar, sum vóru við
barn og Rás 2 vertirnir Eyð
finn og James.
Onkrar sketchir vóru bet
ri enn aðrar. Hysteriski Ger
hard Lognberg sum forkelað
smábarn skaraði framúr –
ikki minst við eyðkenda
sandoyarmálinum. Høgna
Hoydal, sum varð sligin nið
ur í Bergen og herliga Lykla
pætur vóru eisini genialar,
enn einaferð sigraði krops
málið.
Gjøldur úr
egnum kyni
Tað er næstan altíð miseydn
að, tá mannfólk spæla konu
fólk. Jákup Weihe megnar
tað viðhvørt, men annars
virkar tað sum oftast platt
og smápervert. Tí var tað
ein fragd at síggja kvinnur
nar sjálvar gera gjøldur burt
urúr egnum kyni. Av massa
psykotiska slankihysterín
um, heilsufasistiskum her
ferðum og smáborgarliga
marimekkoidealinum, sum
eyðkennir hugtakið “Kvin
na” í dag.
Í
ólavsøkukabarettini
2008 sóu vit sjey framúr
frekar,
feministiskar
og
skríggjandi stuttligar orku
bumbur, sum siga fisa, sum
um tað var nakað heilt natúr
ligt.
Avgjørd verd at viðmæla.
Sjey skríggjandi
stuttligar
orkubumbur
Eykasýningar verða fríggjadagin 1. august kl. 18, 20 og 23.
Atgongumerki til sýningarnar á 125 kr. fáast í Sjón-
leikarhúsinum ein tíma undan sýning.
Tað er sum oftast platt og smápervert, tá mannfólk spæla konufólk. Tí var tað ein fragd at síggja kvinnurnar sjálvar gera gjøldur burturúr egnum kyni