fríggjadagur 1. august 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 145 - 1. august 2008
Politiski viðmerkjar
in, Jógvan Mørkøre,
trýr ikki rættiliga
uppá, at samgongan
megnar at halda á
longi sum minni
lutasamgonga.
Hann eftirmetir her
støðuna, nú sam
gongan hevur mist
meirlutan,og hugleið
ir um vánaligt sam
gongustev, tingfólk í
sjálvdrátti, flokkar, ið
ikki eru ein eind, vant
andi flokslýdni, men
eisini sær hann síð
una hjá Gerhardi, ið
hann metir ikki kundi
gera annað, enn tað
hann gjørdi, fyri at
vera trúgvur mótvegis
veljarum sínum
Politikkur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Eftir at Gerhard Lognberg
tók seg aftur sum partur av
samgonguni, er samgongan
ein minnilutasamgonga, og
tað er nýtt í Føroyum.
Jógvan Mørkøre, sam
felagsfrøðingur og politisk
ur viðmerkjari, heldur, at
hetta er ikki ókent í londun
um kring okkum, t.d. í
Noreg og Danmark, men tá
hann verður spurdur, um
hann ærliga trýr uppá hesa
minnilutasamgonguna, ella
eina minnilutasamgongu í
Føroyum, so er svarið greitt
nei.
Men í Danmark er sam
gongan ein minnilutasam
gonga, ið hevur Dansk
Folkeparti sum stuðulsflokk.
Ein má fáa ein stuðulsflokk,
sum ein ein veit iki hoppar
yvirum miðjuna. Sitandi
samgonga í Føroyum má
nýta danska leistin og fáa
sær ein stuðulsflokk. Stóru
andstøðuflokkarnir
koma
neyvan upp á tal, men Kári
á Rógvu úr Sjálvstýris
flokkinum hevur sagt, at
teir vilja hava ávirkan á
politikkin, og tað ber brá
av, at teir vilja gera avtalur,
og so kanska formalisera
samstarvið seinni, metir
Jógvan Mørkøre.
Flokslagnan
Men hvussu við Gerhardi
og flokkinum. Kann hann
framvegis vera í javnaðar
flokkinum? Og kann javn
aðarflokkurin liva við, at
teir hava ein mann gangandi
leysan, sum ikki hevur hild
ið flokstaktina, men fram
vegis er limur í flokkinum,
men ikki í samgonguni?
Sambandsflokkurin liv
di t.d. við, at Alfred Olsen
gjørdi nakað tað sama og
fór úr samgonguni, men var
verðandi í flokkinum. Tað
er altið trupult at gera sam
gonguskjøl og avtalur, um
flokkarnir ikki eru flokkar
ella ein eind. Tað hevur jú
verið, og má helst vera so,
at
floksleiðslurnar
taka
avgerðir, og so laga hini seg
eftir tí, men tað gerst
trupult, tá flokar ikki virka
sum flokkar. Og sjálvsagt
missa samgonga, samgongu
leiðari, og floksformenn,
nakað av myndugleikanum,
tá so er. Talan má vera flokk
ar, eindir, uttan mun til um
talan er um meir ella minni
lutasamgongur.
Men
tá
flokslimir ganga egnar leið
ir, og landsstýrismenn høg
ga hvør eftir øðrum, og het
ta ikki hevur verið átalað
stórvegis, so er kanska ikki
so lætt, metir Jógvan Mørk
øre.
Sitandi samgonga hórar
kanska undan nú, men tað
verður trupult, tí stórmál
eru fyri framman, eittnú
fiskivinnupolitikkurin, sum
fólk eisini tykjast ósamd
um, sigur viðmerkjarin.
Jógvan Mørkøre metir tó
ikki, at broytta valskipanin
við Føroyum sum einum
valdømi kann fáa beinleiðis
skuld fyri gongdina.
Tað var jú eitt lokalmál,
ið koppaði øllum, so tað
kann ein ikki beinleiðis
siga. Men hinvegin er
arbeiðslagið kanska broytt
og fólk profilera seg sjálv
an. Flokslýdnið er farið og
flokkar missa nakað av trú
virði, tí hvussu nógv eru nú
í veruleikanum við, tá ein
flokkur sigur okkurt, ella
ger eina avtalu?, spyr Jóg
van Mørkøre, sum sostatt
metir, at tað at Føroyar eru
eitt valdømi ger, at fólk seta
seg sjálvan í ljósið, og har
við hevur minkar floks
lýdni.
Gerhard kundi
ikki gera annað
Men um ein nú sær støðuna,
har
Gerhard
Lognberg
stendur, hvussu sær so út, tí
hann er jú lokal hetja í Sand
oynni?
Hann má jú verja sítt
valdømi og hann er valdur
uppá
tunnilsmálið.
Um
hann gjørdi nakað annað,
so hevði hann mist trúvirðið.
Hann kundi t.d. ikki farið
til val næstuferð, og lova
tunnil aftur. Hann hevur jú
rætt, og hinir partarnir hava
verið heldur ullintir, og
hava vavt løgin modell og
fíggingarmynstur uppí, men
Gerhard hevur krav uppá
meira, ja ella nei. Slík ætlan
má síggjast aftur á fíggjar
lógini, sigur Jógvan Mørk
øre.
Um Gerhard bíðaði til
2011 og hinir í 2012 tá val
ár er siga, at "tíverri,.....",
so hava teir lagt alla politis
ka framtíð hjá Gerhardi í
oyði, sigur Jógvan Møkøre.
Hvat hendur nú
Gerhard hevur sparkað
bóltin aftur til javnaðar
flokkin. Hann hevur eisini
funnist harðliga at flokki og
leiðslu, og tað verður spenn
andi at síggja um hetta fær
avleiðingar. Flokkurin hev
ur nógv at missa, tí Gerhard
hevur gjørt seg til talsmann
fyri alt Suðurøkið, men hin
vegin missir flokkurin eisi
ni trúvirði, um tingfólk slep
pa at gera sum teimum lyst
ir. Eitt er tó víst viðvíkjandi
tunnilsmálinum; flokkarnir
mugu melda neyvt út, hvat
teir standa, sigur Jógvan
Mørkøre.
Løgmaður brúkar dag
in í dag til at lodda
dýpið og kanna politis
ka landslagið og
serliga hava andstøðu
flokkarnir hansara
áhuga, nú samgongan
er í minniluta, men
eisini fer floksleiðsla
og starvsnevnd Javn
aðarfloksins at við
gerða framtíðina hjá
Gerhardi Lognberg í
flokshøpi
Politikkur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Jóannes Eidesgaard, løg
maður, fer í dag at hava prát
við andstøðuflokkarnar á
tingi, fyri at vita, hvussu
møguleikarnir eru fyri at
føra politikk, nú hann leiðir
eina minniluta samgongu.
Floksleiðsla og starvs
nevnd
Javnaðarfloksins
fara at hava fundir í dag,
har m.a. støða skal takast til
lagnuna hjá Gerhardi Logn
berg í flokkinum, sigur løg
maður, og samsvarar hetta
eisini við orðini hjá Ger
hardi um, at hann er boð
sendur á fund klokkan 18 í
kvøld.
Annars fari eg at fylgja
við orðaskiftinum um løg
mansrøðuna, og práta við
andstøðuflokkarnar, fyri at
vita, um til ber at finna eina
búnað tilgongd úr íkomnu
støðuni. Eg skilji, at nýval
ikki hóvar nøkrum av pørt
unum, sigur løgmaður, sum
heldur, at samgongan hevur
eitt skilagott samgongu
skjal, sum hann vónar at
sleppa at føra poitikk eftir.
Men heldur løgmaður, at
tað er verleikakent at vænta
sær stuðul frá stóru and
støðuflokkunum?
Ja, eg fari at tosa við
stóru
andstøðuflokkarnar
eisini, og eg kenni teir eisini
so væl, tí teir vóru jú við í
undanfarnu samgongu, sig
ur Jóannes Eidesgaard.
Hann váttar, at støðan við
minnilutasamgongu
er
nýggj í føroyskum politiki,
og tí trupul.
Men ofta hevur verið
spurt eftir hesum, tí hetta
kundi verið ein skipan, sum
fekk politikkin meira fram í
ljósið, heldur en flokspo
litikkin og flokslýdnið. Við
minnilutasamgongu krevj
ast samráðingar og hetta
gevur
eisini
andstøðuni
møguleika fyri ávirkan. Ta
hevði
verið
gott
fyri
politisku skipanina at roynt
hetta, men hetta setir stór
krøv, men er samstundis
spennandi fyri allar partar,
met .ir løgmaður, sum ikki í
dag vil vátta, at hann serliga
fer at royna at fáa minsta
andstøðflokkin, Sjálstýris
flokkin, í sín part.
Umframt
at
kanna
politiska landslagið í dag,
skal løgmaður vera við, tá
Javnaðarflokkurin
tekur
støðu til lagnu Gerhards í
Javnaðarflokkinum.
Ja, hetta er mín dagsskrá
í dag, segði løgmaður fyrra
partin, tá vit hittu hann í løg
tinginum.
Gerhard kundi neyvan gera annað
Lagna Gerhards umrødd
Gerhard Lognberg og Alfred Olsen avmyndaðir í tinginum í
morgun. Báðir hava roynt at venda eini samgongu bakið
Mynd: Dagfinn Olsen
Sambandsflokkurin
er altíð til reiðar, men
skal flokkurin uppí,
skal talvan vaskast
rein, so vit kunnu
byrja av nýggjum
Politikkur
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tað var ein av niðurstøð
unum, sum formaðurin í
Sambandsflokkinum, Kaj
Leo Johannesen, hevði fing
ið burturúr, eftir at ting
manningin hjá flokkinum
hevði umrøtt ta politisku
støðuna á fundi í morgun.
Formaðurin í Sambands
flokkinum er ikki í iva um,
at tað er neyðugt við einari
nýggjari samanseting í Løg
tinginum, og hann heldur,
at verandi støða er eitt talan
di dømi um, hvussu óheppið
tað er, at ein samgonga
hevur bara ein tinglim í
meiriluta. Tí vil flokkurin
heldur hava eina sterkari
samgongu.
Sambandsflokkurin
er
altíð til reiðar, men vit fara
ikki við upp á kvamsvís,
sigur floksformaðurin.
Kaj
Leo
Johannesen
sigur, at tann politiska
kreppan, sum er íkomin, er
eitt úrslit av, at krubban er
tóm, og at hestarnir eru farn
ir at bítast. Øll vilja gera
gott, men tað eru eingir ella
ov fáir pengar at gera gott
við. Tí er tað skeivt at halda,
at kreppan við Gerhardi
Lognberg
og
Sandoyar
tunlinum er tað, sum gjørdi
enda á meirilutanum, tí
hetta var bara ein av ósemj
unum.
Ikki minnilutastýri
Jóannes Eidesgaard, løg
maður, hevur sagt, at sam
gongan fer at halda fram
sum eitt minnilutastýri og
at leita sær stuðul frá and
støðuni í hvørjum máli sær.
Men hetta heldur formaður
in í Sambandsflokkinum
lítið um, hóast hann ásannar,
at slíkar skipanin rigga aðra
staðni sum t. d. í Danmark.
Í Danmark er spurning
urin um høgra ella vinstra,
men her í Føroyum hava vit
fýra vinklar, tí her er tað
eisini ein spurningur um
loysing ella samband. Úrs
litið av einum minnilutastýri
hevði elvt til split í flokkun
um, tí samgongan hevði leit
að sær stuðul frá einstøkum
tinglimum heldur enn heil
um flokkum, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Okkara uppskot er at ski
pa eina nýggja samgongu
og at byrja av nýggjum, og
so skal hon helst hava einar
fýra, fimm ella seks tinglim
ir í meiriluta.
Geva løgmanni tíð
Formaðurin í Sambands
flokkinum
er
ikki
so
avgjørdur sum felagin í
Fólkaflokkinum, tá tað snýr
seg um misálit á sitandi
stýri og at fáa verandi stýri
frá.
Eg haldi ikki, at misálit
er ein gongd leið beint nú,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Fyri Sambandsflokkin hev
ur tað størri týdning at fáa
trygg politisk viðurskifti,
og tað hevur størri týdning
fyri flokkin enn spurning
urin um misálit.
Vit vita ikki, hvat fer at
henda í samgonguni ella í
Javnaðarflokkinum, og løg
maður eigur at fáa tíð til at
umhugsa støðuna, sigur Kaj
Leo Johannesen.
Sambandsflokkurin vil geva løgmanni tíð