Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 145 • 1. august 2008 Sálmur 33,12-21. & 1. Tim. 2,1-4. Latum okkum øll biðja : Kæri himmalski faðir. Signa løtuna við tínum heilaga anda. Lat tín æviga frið taka búgv í hjørtum várum. Gev oss hegni at hýsa tí góða og vakra, so smáar løtur kveikja ljós, skapa trivnað og veita lívsmót. Jesus, tú sum ert heilagur og í góðsku tíni fullkomin! Amen. 2. tr. : Jóhannes 12,24-26 Tú má ikki, segði uglan við tjurin tú má ikki syngja um sólina sólin er ikki umráðandi Tjurin tók sólina út úr yrking síni. Tú er listamaður segði uglan við tjurin Og tað var rættilig niða. Ein sjáldsom yrking við eystur- týskum uppruna, ið Steinbjørn B. Jacobsen týddi til føroyskt. Tjurin er ein fuglur, ið roynir síni skaldsligu evni. Hann syngur um sólina, sum í skaldskapi aloftast umboðar tað ljósa, góða og vakra. Ljósið er jú hugtakandi bæði sum sólarmagn og myndevni. Tjurin gjørdi sum uglan segði. Hann tók sólina burtur úr yrking síni. Og tað var rættilig niða. Yrkingin kallast “endi á listini”. Torført er at vita, hvat skaldið hevur hugsað. Tvørrandi kunnleiki og ókendar leiðir føra valla til allan sannleikan, tó vit kunnu hugsa og gita Hjá einum skaldi ræður tað um at fylgja síni sannføring. Skaldskapur hevur tað torført, tá onnur siga hvat og hvussu. Skaldið má yrkja út frá sær sjálvum og halda seg til sín egna loyst. Annars fánar listin, og tað verður rættilig niða. Tjurin sang um sólina. Tað var sólin, sum gav honum innihald. Listin var vovin inn í ljósið. Tá sólin varð tikin burtur úr yrkingini, metti uglan, at tjurin var listamaður. Men tjurin upplivdi løtuna øðrvísi. Tað var rættilig niða. Eins og listamaðurin má halda seg til sína sannføring og sjálvur føra pennin, á sama hátt eigur kirkjan at syngja um ljósið og ljósins upphav. Kirkjan hevur eina bundna uppgávu, og hesa uppgávu mega vit røkja við ídni og lýdni. Tað dugur ikki, at vit gera sum tjurin, tí so verður tað ikki einans endi á listini, men harafturat legst myrkur á kirkjugøtuna. Kirkjan hevur sungið sama sálmin í tvey túsund ár. Nýggjar reglur eru skrivaðar, og nýggir tónar smíðaðir. Men innihaldið ella niðurlagið er ein kvøða til ljósið og lívið. Vit kunnu siga tað neyvari. Innihaldið er ein kvøða til lívsins upphav. Kristnin syngur sálmin um Guð, skapara himins og jarðar. Guð hevur eitt navn. Hann er ikki ein í fjølmongum gudaskara. Guð teirra kristnu er ein tríeindur Guð, - skapari, frelsari og lívgevandi andi, - Jesu Kristi faðir. Sjálvt um nýggir tónar hoyrast, og altjóða rák rekur, so hevur kirkjan eina stevnu, og henda stevnan er grundað í samleikaskjali kirkjunnar. Kirkjan syngur sínar sálmar, ið eru kveiktir úr Bíbliuni og hava hugsjónarligt støði í játtanarritum kirkjunnar. Kirkjan - og kristnin við henni - má halda fast við sítt innihald, ið er at prædika evangeliið um Jesus Krist og umsita sakramentini. Evangeliið og sakramentini eru kjarnin í kirkjunnar virksemi. Eins og listamaðurin fylgir síni hugsjón, á sama hátt má kirkjan kenna sín andaliga kropp og halda fast við sítt innihald. Hetta merkir als ikki, at vit ikki kunnu syngja nýggjar sálmar og nýggj løg. Eyðvitað gagnar skapandi lyndi fólksins nútíðini, og okkum tørvar nýggjar sálmar og nýggj løg. Samanumtikið og sagt einfalt, alt kirkjunnar virksemi andar í evangeliskum ljósi og verður staðfest í kirkjunnar náðimiðlum, - orði, dópi, skriftamáli og altarborði. Við hóskandi millumbili er henda staðfestingin neyðug, nú altjóða rákið rekur inn yvir land og fólk. Í kjalavørrinum fylgir eyðvitað ein fjøld av ymiskum andsráki, sum vit her heima áður ikki kendu. Afturat altjóða rákinum er eitt annað rák, ið er av einum øðrum slagi. Menniskjan leitar í dag inn í seg sjálvan. Ávirkað t.d. eystan úr heimi hoyrist mangan : “Ikki uttan fyri meg sjálvan, men innan í mær sjálvum er svarið til teir stóru spurningarnar.” Nógv satt er at finna í nevnda setningi. Men hin kristni hvílir ikki í einum persónligum sannleika. Vit hvíla í tí, sum Guð í Jesusi Kristi hevur gjørt okkara vegna, og hesin sannleikin liggur uttan fyri menniskjað. Tað er í trúnni á Jesus, at hesin sannleikin tekur búgv í menniskjum. Men byrjanin liggur uttanfyri hin einstaka, og hon er Guðs egna verk. Neyðugt er hjá kirkjuni og tí kristnu fjøldini at fóta sær, so kristindómurin ikki verður til ein vavstur av ymiskum, ið Leggja dent á tað ið er – Neyðugt er hjá kirkjuni og tí kristnu fjøldini at fóta sær, so kristindómurin ikki verður til ein vavstur av ymiskum, ið er blandað saman. Tess vegna mega vit leggja dent á tað ytra, tað, ið er størri enn eg sjálvur. Tað persónliga kann bera brá av tilvild, um vit ikki eru fast ankrað í nøkrum haldgóðum uttan fyri okkum, ankrað í orðinum um Jesus og fyrimynd hansara segði Jógvan Fríðriksson, bispur í ólavsøkuprædikuni