Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 145 - 1. august 2008 Tveir tunesar fingu í gjár í Føroya Rætti ávikavist fýra og tveir mánaðir fongsul fyri at hava hótt tveir aðrar landsmenn eftir lívinum. Teir dømdu kærdu beinanvegin dómin inn fyri landsrættin DRÁPSHÓTTAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað kann kosta serstakliga dýrt at hótta fólk eftir lívi­ num. Tað máttu tveir tunesar sannað, tá teir í Føroya Rætti í gjár vórðu dømdir ávikavist fýra og tveir mán­ aðar fongsul fyri hetta lógarbrot. Høvuðsákærdi varð somuleiðis dømdur fyri ólógliga at hava tikið passini hjá teimum báðum drápshóttu, ið eisini eru úr Tunis. Málið byrjaði, tá bróður tann høvuðsákærda kom til Føroya 15. juli í ár. Í ferða­ lagnum vóru eisini teir órættaðu, sum høvdu verið í Tunis og ferðast, og á leiðini heim aftur til Føroya løgdu leiðina umvegis Svø­ ríki, har nevndi bróður býr. Teir órættaðu søgdu seg vera illa við, tí høvuðs­ ákærdi í málinum tóktist ikki serliga glaður fyri at síggja teir aftur; og tað vóru teir ikki vanir við. Sambært frágreiðing teirra skuldi tað skjótt vísa seg, hví hesin var so grugg­ utur við teir báðar. Kvøldið eftir – tann 16. juli – tá teir fýra vóru komnir heim frá pizzarianum, sum høvuðs­ ákærdi eigur, og sum teir báðir órættaðu høvdu rikið í eina tíð, legði pizzaánarin hinar báðar undir at stjala av kassanum. Sambært frágreiðingu­ num hjá teimum báðum órættaðu gjørdist høvuðs­ ákærdi sera harðmæltur, og hótti við at drepa teir báðar og senda teir heim til Tunis í »einum kassa, sum mann leggur lík í«. Hóast hesa hóttan svóvu teir báðir í sama húsi sum høvuðsákærdi hesa náttina, men sambært frágreiðingini hjá teimum báðum – og sambært ákæranum – gjørdust teir báðir bangnir, tá teir morgunin eftir varn­ aðust, at passini vóru burt­ ur. Út móti døgurða tann 17. juli spurdu teir báðir í pizzarianum høvuðsákærda eftir passunum, men hesin svaraði, at hann visti einki um, hvar tey vóru. Tá kom rættiligur panikkur í teir báðar, og teir runnu avstað. Teir heittu á ein, teir bóru kenslu á, um at koyra teir á løgreglustøðina, og har ákærdu teir høvuðsákærda og bróður hansara fyri at royna at drepa teir. Ákærdir Løgreglan metti serliga ann­ an av órættaðu at vera í slíkari sinnisligari støðu, at tað bar ikki til at avhoyra hann. Somuleiðis metti løg­ reglan, at menninir vóru so ræðsluslignir, at talan var um eitt alvarsligt mál. Tí varð, í samráð við sýslu­ mannin, gjørt av at handtaka teir báðar ákærdu. Hetta kom tó eftir øllum at døma óvart á teir báðar, tí teir tóktust ovfarnir av, at løgreglan kom á staðið. Teir vórðu varðhalds­ fongslaðir og síðani av­ hoyrdir. Teir noktaðu seg sekar. Ákæruvaldið metti tó, at frágreiðingarnar hjá órætt­ aðu samsvaraðu best við tey prógv, ið annars liggja sum grund í málinum, og endin varð, at teir báðir brøðurnir vórðu ákærdir fyri drápshóttanir. Hóast summarfrítíðin er upp á sítt hægsta, hevur ákæruvaldið arbeitt serstak­ liga skjótt í málinum, og eftir grundlógaravhoyringar 18. juli og aftur 25. juli, var málið longu fyri í Føroya Rætti í gjár, 31. juli. Ákærin, Linda Hessel­ berg, kravdi menninar dømdar eftir ákæruritinum við fongsulsrevsing til báð­ ar, umframt at hald verður lagt á tvær peningaupp­ hæddir, sum skulu nýtast til at rinda fyri sakarmálið. Verjarnir hjá teimum ákærdu, Jógvan Elias Winth­ er Poulsen fyri høvuðs­ ákærda, og Bjørn á Heygum fyri yngra bróðurin, kravdu báðir fríkenning. Sakarmálið byrjaði ann­ ars við einari umbøn frá verjunum, um at annar dóm­ ari varð funnin til málið. Orsøkina søgdu teir báðir vera, at ákærdu longu tvær ferðir høvdu sitið framman fyri sama dómara, og at hesin longu hevði gjørt av, at talan var um grundaðan illgruna. Hesum vísti dómarn tó aftur, og verjarnir tóku síð­ ani hetta til eftirtektar. Ongar hóttanir Fyrst vórðu frágreiðingar­ nar, sum teir báðir ákærdu høvdu givið til grundlógara vhoyringarnar, lisnar upp, og onkrir supplerandi spurn­ ingar settir. Høvuðsákærdi greiddi frá, at hann hevði fingið ill­ gruna um, at alt ikki kom til høldar av umsetninginum, og at hann bert hevði spurt teir órættaðu um hetta. Teir søgdu seg einki kenna til hetta. Ákærdi noktaði fyri at hava hótt teir báðar órættaðu eftir lívinum. Somuleiðis noktaði hann fyri at kenna nakran, hvørki í Føroyum ella í Danmark, sum kundu senda teir báðar aftur til Tunis í kistu. Eitt snúðningspunkt í málinum er, hvat fór fram í húsunum hjá høvuðsákærda mikukvøldið 16. juli. Høv­ uðsákærdi vil verða við, at hann sat í stovuni fyri seg sjálvan, meðan hinir tríggir sótu í køkinum. Hann helt upp á, at hann ongantíð hevði hótt ella á annan hátt munnliga hevði gjørt seg inn á teir báðar órættaðu. Dagin eftir fóru høvuðs­ ákærdi og bróðurin á pizza­ ria’ið, har teir báðir órætt­ aðu longu vóru framman undan. Her tosaðu teir so, sambært høvuðsákærda, friðarliga saman til annar órættaði knappliga, og fyri ákærda púra óvæntað, á arabiskum rópti »fuck you«, og síðani saman við hinum unga tunesanum sprakk á dyr. Saman við yngra bróðri­ num fór høvuðsákærdi at leita eftir teimum báðum yngru fyri, sambært frá­ greiðingini, at fáa greiði á hvat tað var, ið feilti. Yngri bróðurin váttaði í høvuðsheitinum frágreið­ ingina hjá høvuðsákærda, tó at ikki fult samsvar var í teirra frágreiðingum í øllum lutum. Hann segði seg tó ikki hava verið vitni til nakra hóttan frá høvuðs­ ákærda móti órættaðu. Lars Danielsson til Føroyar Lars Danielsson er heimskendur bassleikari, og mikukvøldið 6. august klokkan 19.00 verður hann í Atlantis í Klaksvík. Lars Danielsson fer at siga frá og lýsa síni nærum 30 ár innan tónleikavinnuni, um motivatión og um mentala fyrireiking. Hann fer eisini at greiða frá týdninginum, en tíðarætlan kann hava fyri, at ein kann gerast professionellur tónleikur. Heimskendi bassleikarin fer at vegleiða um rætta mátan at venja. Drúgva samstarvið við eitt nú Micheal Ruff, Nils Landgren, Sanne Salomonsen, Thomas Helmig og Lisu Nilsson fær eisini pláss í skránni hjá danska bassistinum. Atgongumerki kunnu fáast Elinding kring landið og í Atlantis í Klaksvík Harða revsing fyri drápshóttan Týdningarmesti einstaki luturin í sakarmálinum er uttan iva spurningurin um passini hjá órættaðu. Sambært teimum hevði høvuðsákærdi ólógliga tikið tey og fjalt tey í viðførisrúminum á bili sínum, undir tepinum og undir eykahjólinum Modellmynd