Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 • 1. august 2008 Vikuskifti 9 størri enn eg sjálvur er blandað saman. Tess vegna mega vit leggja dent á tað ytra, tað, ið er størri enn eg sjálvur. Tað persónliga kann bera brá av tilvild, um vit ikki eru fast ankrað í nøkrum haldgóðum uttan fyri okkum, ankrað í orðinum um Jesus og fyrimynd hansara. At varnast hetta staðfestir ein sannleika. Tað er tað ytra, ið ber tað innara. Viðhvørt hava vit lyndi at halda, at tað er øvugt. Tað slitsterka verður ikki borið av tí einstaka, men av tí heilaga samfelagnum, sum vit hvør í sínum lagi eru ein partur av. Tað er ikki mín trúgv, ið ber kirkjuna, men tað er kirkjunnar felags trúgv, ið varðveitir og mennir mína trúgv. Ikki minst á ólavsøku, hátíðardegnum hjá tí føroysku tjóðini, eiga vit at varnast hetta. Tað gagnar Føroyum, at vit síggja og virða tey ytru andaligu virðini, sum kristindómurin fevnir. Hin kristna trúgvin ber signing við sær, har evangeliið um Jesus varðveitir sín evangeliska dám. “Sæl er tann tjóð, ið hevur Harran til Guð, sælt tað fólk, hann sær valdi til ognar.” Sum eitt fólk á altjóða støði mega vit halda fast í og ikki blúgvast við veruleikan, at boðskapurin um Jesus, lív og frelsu hansara er ristur inn í Merkið. Hin kristni arvurin er ikki ein leivd frá fornari tíð, ið er væl goymdur í eldri og yngri kirkjum. Krossurin er okkara nútíðar samleiki, og kristindómurin er ta ástøði, ið skipar landsins lógir. Spurningurin er áhugaverdur, um slík hugsan samljóðar við altjóða rák og altjóða samfelagið sum heild. Er tíðin ikki farin frá hesum, at kristindómurin skal vera grundstøðið undir hugsan og lóggávu landsins? At svara í stuttum er torført, og vit kunnu grundgeva bæði fyri og ímóti. Í hesum sambandi er áhugavert at síggja, at ikki kristnir danir meta tað óheppið, at tað danska samfelagið ikki hevur tónað sín kristna arv sterkari. Sagt verður, at fólkaræðið hevur rúmari ræsur, og frælsið vinnur betri kor, har ástøðið er kent og millum manna skipar eina tilveru í virðing og tolsemi. Hetta ljóðar í fyrstu atløgu sum ein andsøgn, men í aðru syftu tykist tað sannlíkt. Frælsið skal hava eitt innihald ella støði at standa á. Annars verður hugtakið skjótt tómt og uttan innihald. Hetta samsvarar við hina kendu søguna um drongin, ið hevði fingið ein dreka, hvørs kynstur hann ynskti at royna. Frískur vindur var, so veðrið var til vildar, og drekin fleyg høgt. Men síðani fekk drongurin tað hugskot, at drekin skuldi verða enn meira frælsur og flúgva enn hægri. Hann var jú bundin í einum bandi. Tess vegna tók hann ein knív og skar drekan leysan. Í somu løtu sum bandið var avskorið, fall drekin hjálparleysur til jarðar. Hann hevði frælsið at flúgva, soleingi hann var bundin. Tá snórurin varð avskorin, misti hann flogið. Tað sanna frælsið nemur altíð mørk, og frælsi teirra kristnu er at er at vera bundin at Kristi. Hann, sum var gitin av heilagum anda og føddur av Mariu moy, valdi Guðs kærleiks avgerð sum sítt egna lív og sín egna deyða. Faðirinum lýðin, alt lívið. Menniskjum trúfastur, alt lívið. Hann, sum er sannleikin, megnar av sonnum at seta í frælsi. Jesus valdi at ganga deyðans gøtu inn í lívsins land, so tey deyðadømdu kundu fáa grið og náðir at liva um ævir. “Fellir ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt! Men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.” Talan um hveitikornið er teim kristnu ein fyrimynd. Sjálvt um Jesus sipar til sín egna deyða, varpar orðið ljós á ein annan sannleika. Um vit ynskja at liva og einans hugsa um okkum sjálvi, so missa vit lívið. Tað at liva er meira enn lív, tí tað at liva er í sjálvum sær einki lív. Lívið er at vera til fyri onkran, saman við onkrum, tað er at elska og verða elskaður. Um vit ikki síggja heildina og samanhangin missa vit lívið. Og fátækur er tann, ið einans sær sína egnu spegilsmynd. Hin kristna trúgvin er at tilbiðja Guð í anda og sannleika og síðani fremja kærleikans gerðir. Vit tæna Jesusi, tá vit í kærleika tæna hvør øðrum sum medmenniskju. Tað er hetta, ið er uppgáva teirra kristnu, at vit lata okkara egna vilja falla í jørðina og doyggja, so lívsins fræ kann næla, har jørðin er kørg. Um trúgvin einans er innan í mær, so er og verður hon einsa­ møll. Tað innara er gott, men tað er einans ein partur av heildini. Tá trúgvin varnast tað heilaga samfelagið, kirkjuna, verður hin einsamalli í stórum skara. Tá trúgvin sær, at uppgávan er størri enn eg sjálvur, og at hon liggur uttan fyri meg sjálvan, tá búnast lívsins sonnu virðir, og kærleikin vellir fram sum heimsins vænasta rósa. Tað eru hesi virðir, ið fólkakirkjan lívgar við øllum sínum tænastum. Eftir førimuni roynir hon at dugna fjøldini og hinum einstaka í fjøldini. Kirkjan er sjónlig, hon er verd at eiga hjá eini tjóð, sum ynskir at teljast millum mentað og framkomið fólk innan vísind og tøkni. Øll vita, men fáur tosar um tað, at til er nakað í tilveruni, sum ikki kann sigast og lýsast við vanligum orðum. Tað er júst her í lívsins sváru løtum, at prestur við síni tagnarskyldu møtir hinum einstaka. Viðhvørt eydnast verkið væl, og kirkjan lívgar sinnisligu vælveru fólksins. Eingin dagbók verður førd, ei heldur nakar lepi skrivaður. Eyðvitað er kirkjan sum halgidómur ikki fullkomin, og vit eins og hin kristna fjøldin hava gjørt mistøk. Rík er tann tjóð, ið eigur heilag støð, ið veita lívd, tá á leikar, og lívið hevur tað svárt. Bygningar, sum syngja um sólina, so myrkur og niða ikki legst um oyggjarnar. “Sæl er tann tjóð, ið hevur Harran til Guð, sælt tað fólk, hann sær valdi til ognar.” Amen.