Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 - 1. august 2008 13 KroniKK Signar Heinesen Tað var á ólavsøku 2005 at landsins hægsta umsiting­ arliga embæti á tingsins røðarapalli blásti í lúður, at nú skuldi tjóðin savnast og í felag stevna eina kós, sum hann gav heitið “visión 2015”. Ólavsøku­ røða løgmans í 2005 bar í sjálvum sær boð um eina nýggja byrjan, síðani vit sleptu róðursvølinum sein­ ast í áttatiárunum, fyrst í nítiárunum. Gongdina við hesi visión kenna vit í dag, men sjálv­ ur haldi eg, at hon gjørdi sína nyttu. Haldi eisini, at hetta var ein av heilt fáum leikum, sum ein sitandi løgmaður hevði møguleika til í praksis. Hetta hóast ein sjálvur uttanfyri hevði vónað at onkur “effekt­ ivari” leið var at finna. Hvussu stór nyttan var, kunnu vit kjakast um, men eg ivist ikki í, at uttan mun til vantandi ítøkiligt inni­ hald og mangt annað, hevur lúðraljóðið í sjálvum sær havt týdning og hevur verið viðvirkandi til, at botnurin í strategiska kyksendinum er rokkin á hesum sinni. Um ikki annað bóru vantandi ítøki­ ligu úrslitini ítøkilig boð um standin. Nú hevur sami persónur aftanfyri løgmansembætið í løgmansrøðu síni í ár – 2008 – aftur boðað frá vendingini. Hesuferð meira ítøkiligt. Hóast vantandi stíl og fjákutar orðingar í støðum, er boðskapurin ikki at fara skeivur av. Vit skulu leggja botn undir ein fiskivinnupolitik á føroysk­ um sjógvi. Vit skulu hava eina kommunala skipan. Ella sagt eitt sindur øðr­ vísi. Vit skulu átaka okkum ábyrgd av egnari framtíð. Harafturat var bygnað­ urin í landsins umsiting ikki so líkur heilagum kúm í India longur. Hóast ítøki­ ligu loysnirnar, sum víst var á í sambandi við sjúkra­ húsverkið, vísti eftirsitandi armóðina í verki. Vilja vit ein nýggjan botn? Spurningurin til okkum føroyingar er ikki, um vit eru samd við loysnunum. Við verandi útgangsstøði er eingin røtt ella bert nøkunlunda røtt loysn. Við ongum fiskivinnupolitikki síðani Heini O. Heinesen og Hilmar Kass á sinni royndu sum frægast at skipa trolfríðu økini, “kass­ arnar”, ber illa til at mana fram ein samanhangandi og burðardyggan fiski­ vinnupolitik eftir hálvari tingsetu. Við ongum kommunal­ um bygnaði síðani vit fyrst í nítiárunum sleptu gomlu kommunalu skipanini uttan at seta nakra nýggja inn í staðin og uttan nakra rími­ liga rætta fakliga viðgerð, ber illa til at mana fram ein samanhangandi og burðar­ dyggan kommunalan bygn­ að eftir hálvari tingsetu. Harafturat hongur komm­ unali bygnaðurin so neyvt saman við bygnaðinum í landsins umsiting, at tað við verandi bygnaði ber ikki til at hugsa sær ein burðardyggan kommunalan bygnað. Loysnirnar í dag verða ófullfíggjaðar og trevsutar uttan mun til, hvør setir tær í verk. Tað verður ikki øðr­ vísi. Spurningurin til okk­ um føroyingar er ikki, hvørt vit eru samd í loysn­ unum. Spurningurin er, um vit vilja vinna framá, um vit vilja leggja botnin undir einum samfelag av nýggj­ um, eftir at vit í tvey ára­ tíggju hava søplað úr tæg­ uni, soleiðis at hon verður tóm í hesum valskeiði, verða tøk ikki tikin av álvara. Uppskotið til loysn á fiskivinnupolitikkinum er prinsipielt. Tí hetta er fyrstu ferð at landsins politikarar leggja uppskot á ting um fiskidagar grundað á vísindaligu tilmælini. Frá møsni til eina skipaða menning av okkara fiski­ tilfeingi. Eg vil mæla and­ støðuni til at vanda sær um orðini og ikki at byrgja seg inni í sama møsni, sum vit hava hoyrt hesi seinastu nógvu árini. Harvið ikki sagt, at vit skulu geva landsstýrinum nakran “blanko­check”. Men kósin er røtt. Uppskotið um loysn á kommunala bygnaðinum ber boð um ráðaloysi í almennu verkunum. Polit­ ikarar kunnu ikki annað enn taka ímóti ráðum frá teimum, sum sett eru at ráðgeva teimum. Men ráðini eru skeiv – rætt og slætt. Harfyri haldi eg tað vera rætt, at landsstýrið við lóg savnar kommunurnar í sjey eindir innan ásetta tíðarfreist. Har vóru aðrir møguleikar fyri tíggju árum síðani, men í dag hava vit søplað hinar møguleikarnar burtur og nakrar fáar kommunalar eindir er einasti møguleiki. Landsins umsiting í ver­ andi líki ber rætt og slætt ikki til at halda fast við. Uppgávubýtið millum land og kommunur eigur ikki at dagførast, fyrr enn vit hava dagført bygnaðin í landsins umsiting. Tað hongur saman. Um tí landið er afturhaldið at leggja upp­ gávur út til hesar saman­ løgdu kommunurnar, er kósin røtt. Samskifti At samskifta við skili er sjálvt grundarlagið undir demokratiskari atferð og leiðsluatferð. Uttan skyn­ samt og djúptøkið sam­ skifti í almenna rúminum er tað fáfongd at rokna við framburði í tí heimi, vit eru partur av. Samskiftið hjá teim ráðandi er tann grundliturin, sum alt kjakið verður sett upp ímóti. Har tey ráðandi framseta møsn, verður ómøguligt at sam­ skifta skynsamt. Á hesi ólavsøku fingu vit eisini eitt nýtt støði á tí økinum. Bæði av prædiku­ stóli og av tingsins røðara­ palli. Í kirkjuni legði nýsetti bispurin botn undir eitt etiskt samskifti, har hann – so ítøkiliga sum tað ber til – setti kós fyri okkara gerandisdag saman við hvør øðrum. Vilja vit bert okkum sjálv í okkum sjálvum er einki lív. Lívið er tað, vit liva fyri hvør annan. Á tingsins røðara­ palli helt løgmaður eina røðu, sum royndi at seta orð á skipanir og slíkt, sum er omanfyri gerandis­ keglið. Hóast vantandi statsmansstíl og fjákutar orðingar í støðum, legði hendan løgmansrøðan í støðum botn undir eitt samskifti í almenna politiska rúminum, sum heilt øðrvísi enn undan­ farin ár kann bera eini demokratiskari viðgerð av okkara felags uppgávum. Kósin er røtt. Kreppa ella ikki Kreppuspurningurin var viðgjørdur í ólavsøkurøð­ uni. Løgmaður vissaði okkum um, at ein kreppa sum tann fyrst í nítiárunum stendur ikki fyri framman. Hesum kann hann fáa rætt í. Men tað treytar skyn­ sama atferð, nú brotini skola yvir skútuna. Vit hava helst nóg nógv brenni­ evni til at halda skútuna siglandi við róðurferð, um vit fara skynsamt fram. Eisini um tað verður drúgt til næstu havn. Men føroyska skútan er í dag ikki før fyri at leggja tvær milliardir krónur í íløgur, sum kundu metast at vera stór framstig fyri nøkrum áratíggjum síðani, men sum í dag ikki geva nakað íkast yvirhøvur í eitt burðardygt samfelag. Tann hálva milliardin, sum vit helst skuldu bøtt um árliga raksturin á føroysku skút­ uni í hesum valskeiðinum, skal fáast til vega uttan stórvegis íløgur. Tær íløg­ ur, sum tørvur er á fyri at røkka hesum máli, eru íløgur í tíð og umstøðum hjá fólki at umhugsa nýggj­ ar bygnaðir og samanseting av funktiónum, prosessum og loysnum. Eisini á sam­ ferðsluøkinum, men meira á øðrum økjum. Tað eru menniskjaligar íløgur, sum sjálvsagt eisini kosta pening, men í heilt øðrum upphæddum. Brúka vit tvær milliardir kr. í strategiskt nyttuleys­ um prosjektum næstu 5­10 árini, stendur kreppan fyri framman – eisini reint búskaparligt. Tvær milli­ ardir kr. í strategiskt nyttu­ leysum prosjektum yvir­ skrivar røttu kósina, sum annars er stungin út í kortið. Tvær milliardir kr. í strategiskt nyttuleysum prosjektum merkir tvær milliardir kr. minni til strategiskt nyttug prosjekt. Tvær milliardir kr. í strate­ giskt nyttuleysum prosjekt­ um merkir, at møsnið aftur fær yvirvág í samskifti­ num. Tvær milliardir kr. í strategiskt nyttuleysum prosjektum skundar undir, at fólk missa vónina um eina framhaldandi føroyska tjóð og velja at dugna øðrum londum við sínum førleikum. Parlamentariska grundarlagið Vit hava verið í eini strateg­ iskari kreppu í tvey ára­ tíggju. Vit hava verið í strategiskum kyksendi, har strategiskt samskifti hevur verið ómøguligt at kalla. Tíansheldur hevur verið møguligt við nakrari strateg­ iskari læruprosess. Hvør dagur hesar seinastu mánaðirnar hevur vissað meg meir og meir um, at hendan strategiska kreppan er av á hesum sinni. Nú sæst og hoyrist, tá ið ábyrgd­ arfólk møsna. Hetta hendir, tí onkur ábyrgdarpersónur viðhvørt hevjar seg uppum møsnið. Ólavsøkurøðan var eitt slíkt íkast, men eisini meinig tingfólk hava hesa seinastu hálvu tingsetuna lagt smáar løðarsteinar út í “møsnará”. Sum støðan er í løtuni, er tað naivt at rokna við, at vanliga “samgongu”­“and­ støðu” prinsippið og floks­ skipanin ber ein ítøkiligan framburð á mál. Til tess eru vit ov djúpt sokkin og ov nógvir einstakir politik­ arar úr øllum flokkum eru vavdir inn í seráhugamál og møsn uttan at geva sær far um tað. Vit ganga ikki turrskødd um “møsnará” enn. Verri enn so. Tí er neyðugt, at hvør einstakur á Tingi ger sína støðu upp. At hvør einstakur spyr seg sjálvan, hvat viðkomandi ynskir at standa fyri og at virka fyri. Hvør einstakur á Tingi má gera upp við sjálvan seg, hvat viðkom­ andi brúkar sítt parlament­ ariska mandat til. Ein nýggj byrjan? Svarið veldst um, hvat vit ítøkiliga gera hetta val­ skeiðið. Velja vit borgarar at savnast um at byggja nýggjan botn undir eina føroyska tjóð og samskifta hetta við okkara politik­ arar, tá er møguleikin til staðar. Velja vinnufyritøkur, vinnufeløg, fakfeløg og áhugafeløg annars at venda síni hugsan frá eintáttaðum krøvum til frama fyri egin áhugamál her og nú, til at geva eitt íkast til hendan nýggja strategiska botnin, er møguleikin til staðar. Velja politikarar at seta sær fyri at røkja politiska setningin heldur enn at gera sum einum lystir, tá ið ein er í samgongu og atkvøða nei, tá ið ein er í andstøðu, er møguleikin til staðar. Eftir míni meting er hetta fyrstu ferð í tvey ára­ tíggju, at hesin møguleikin ítøkiliga er til staðar. Eingin veit, hvussu leingi hendan støðan stendur við. Tað verða tú og eg, sum avgera, um hesin møguleiki at leggja lunnar fæst til høldar. Velur ein meiriluti av Føroya fólki – við ella uttan formligt vald – eina dugnandi atferð í sínum gerandisdegi, vinna vit framá. Tá noyðast eisini sjálvsøknir politikarar at skifta kós. Dugnandi atferð í hesum sambandi er at geva sítt íkast í praksis til lunnar undir føroysku skútuna. Um hetta íkast er við til at minka um stríðs­ hugin millum manna, ella tað er at átaka sær ítøkiliga ábyrgd av onkrum ítøkilum parti av onkrum lunni, er ikki avgerandi. Kunnu vit rokna við eini nýggjari byrjan? - Sum støðan er í løtuni, er tað naivt at rokna við, at vanliga “samgongu”-“andstøðu” prinsippið og floksskipanin ber ein ítøkiligan framburð á mál. Til tess eru vit ov djúpt sokkin og ov nógvir einstakir politikarar úr øllum flokkum eru vavdir inn í seráhugamál og møsn uttan at geva sær far um tað. Vit ganga ikki turrskødd um “møsnará” enn. Verri enn so. Tí er neyðugt, at hvør einstakur á Tingi ger sína støðu upp. At hvør einstakur spyr seg sjálvan, hvat viðkomandi ynskir at standa fyri og at virka fyri. Hvør einstakur á Tingi má gera upp við sjálvan seg, hvat viðkomandi brúkar sítt parlamentariska mandat til skrivar Signar Heinesen í kronikki