fríggjadagur 1. august 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 145 - 1. august 2008
Fuglfirðingar hava
útvegað sær privata
fígging til ein tunnil
úr Kambsdali yvir í
Skálafjørð og nú biðja
teir landsstýrið um
loyvi at fara undir
arbeiðið. Teir siga, at
bæði fyri samfelag og
vinnulív verður tað
ein stórur vinningur
Tunnil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Ein nýggjur tunnil ímillum
Kambsdal og Skálafjørð,
verður ein stórur vinningur
fyri bæði vinnulívið og fyri
Samfelagið.
Tað
staðfestir
Sigurð
Simonsen, borgarstjóri í
Runavík.
Fuglafjarðar Kommuna
hevur nú heitt á landsstýrið
um at fara undir ein tunnil
ímillum
Kambsdal
og
Skálafjørð.
Men vil Landsstýrið ikki
gera tunnilin, vilja fugl-
firðingar sleppa at gera
hann sjálvir og teir siga, at
tað er ongin trupulleiki at
útvega fígging til arbeiði.
At gera tunnil ímillum
Kambsdal og Skálafjørð er
ikki nakað nýtt mál, tí tað
eru eini 30 ár síðani, at
fuglfirðingar luftaðu tankan
fyri fyrstu ferð.
Higartil hevur tað verið
til fánýtis, men í eini roynd
afturat at fáa gongd á málið
hevur Fuglafjarðar Komm-
una nú søkt um loyvi til at
stovna eitt privat felag
saman við øðrum kommun-
um, vinnulívi og peninga-
stovnum og sum síðani skal
gera tunnilin.
Í fjør vildi samgongan
ikki ganga umsóknini á
møti, tí vinnumálaráðið
vísti á, at landið skal standa
fyri samferðsluútbygging-
um, sum hesari.
Málið kom tó ongantíð til
politiska viðgerð í løg-
tinginum og nú ein nýggj
samgonga er komin til,
royna
fuglfirðingar
enn
einaferð at fáa gongd á
málið.
Tí hava teir enn einaferð
heitt á landsstýrið um at
fara undir tunnilin. Men
raðfestir samgongan ikki
hendan
tunnilin,
biðja
fuglfirðingar enn einaferð
um loyvi til at stovna eitt
privat partafelag at standa
fyri arbeiðinum eftir sama
leisti, sum ætlanin hevur
verið at fara undir Eystur-
oyartunnilin.
- Vit hava kannað málið
og tað hevur gingið væl at
útvega privatar íleggjarar til
verkætlanina, sigur Sigurð
Simonsen.
Lágt bummgjald
Hann sigur, at útrokningar
vísa, at við einum bumm-
gjaldi upp á 10 krónur fyri
persónbilar og upp á 40
krónur fyri størri bilar, er
hetta ein íløga, sum ber seg
væl eftir 30 ár.
Ein
tunnil
ímillum
Kambsdal og Skálafjørð
verður einar 2300 metrar
langur og fer at kosta 130
milliónir at gera.
- Kanningar hava alla
tíðina víst, at ein slíkur
tunnil loysir seg væl fyri
samfelagið og hesi seinastu
árini er ferðslan so nógv
økt, at hann loysir seg upp
aftur betri í dag.
Sigurð Simonsen sigur,
at hesin tunnilin styðjar
eisini væl uppundir ætlanina
at gera tunnil ímillum
Streymoy og Eysturoy tí úr
Skálabotni og út á Strendur
verður skjótast vegur í
undirsjóvartunnilin.
Hann sigur, at kanningar
vísa, at ferðslan ígjøgnum
ein tunnil ímillum Kambs-
dal og Skálafjørð, verður
so stór, at tað fer at spara
einar 50.000 kilometrar í
koyring um dagin, umframt
at bilarnir sleppa undan at
sleipa seg upp um tvey eiði,
so fyri umhvørvið hevur
tað eisini stóran týdning, tí
tað sparir nógv CO2 útlát.
Vilja hava privatan tunnil
fyri 130 milliónir
- Ein tunnil ímillum Kambsdal og Skálafjørð førir eina so stóra
sparing við sær, at tað loysir seg væl hjá privata vinnulívinum
at gera hann, sigur Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði
Stephanssons Hús á Kongabrúnni
er til leigu!
Bygningur er í 4 hæddum og hvør
hæddin er uml. 66 m2 .
Ring 314291, ella skriva til
ingvorn@stephanssonshus.fo
BESTA ADRESSA Í
HAVN TIL LEIGU!