fríggjadagur 1. august 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Nr. 145 • 1. august 2008
Ólavsøkukonsertin, sum vit
kendu hana, hevði skift bæði
ham, tíðspunkt og stað á hesi
ólavsøkuni. Í mun til undanfarin
ár, tá ólavsøkukonsertin
hevur verið hildin 27. juli í
kommunuskúlagarðinum, varð
hon í ár hildin tann 25. juli í
Tórsgøtu. Afturat tí varð í ár
talan um tveir ymiskar pallar,
har konsertirnar vóru hildnar
upp á skift. Harafturat hevur
ólavsøkukonsertin nú broytt navn,
soleiðs at hon nú eitur Futt í Býin.
Her eru myndir frá fleiri av
teimum ymisku tiltøkunum, sum
vóru í samband við Futt í Býin.
Myndir: ©mureldur
Settu Futt í Býin
beinanvegin
Tónleikur
Rógvi Nybo
blaðmaður
rogvi@sosialurin.fo
Ongum at siga spældu 200 sera hart, kanska ov hart fyri summi
Bjarni Lisberg var
gestaklaverleikari hjá
Brandi Enni
Inni á
Tjóðpallinum varð
ljós- og ljóðspælið
sera gott