Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 41 - 1. mars 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Tað almenna og blaðútbering Vit síggja dagliga, hvussu løgmaður sleingir um seg við pástandum, sum einki hald er í. Nøkur dømi hesa seinastu tíðina, sum fjøl- miðlarnir ikki fingu eyga á, eru hesi: Í forsíðugrein í Dimma- lætting tann 12. februar í ár, kemur løgmaður við eini meting um, hvat hevði hent, um uppritið til uttanlands- nevndina viðvíkjandi sam- ráðingunum við donsku stjórnina varð almanna- kunngjørt. Løgmaður verður endur- givin fyri at siga (sitat): »So høvdu vit fingið eitt misálit móti okkum dagin eftir, sambært grein 33 í stýris- skipanarlógini« (sitat end- að). Stendur ikki har Eg setti tí løgmanni henda spurning á løgtingi: »Hvar í grein 33 ella í stýrisskip- anini yvirhøvur stendur eitt einasta orð, sum forðar løg- manni í at almannakunn- gera fyri Føroya fólki sam- ráðingaruppleggið, sum sent er uttanlandsnevnd- ini?« Svarið frá løgmanni var, at hann hevði mistikið seg. Tað var ikki grein 33, løgmaður meinti við, men grein 54 í stýrisskipanar- lógini. Bæði svarini eru skeiv, tí tað stendur heldur ikki í grein 54, ella nakra staðni í stýrisskipanarlógini yvir- høvur, at løgmaður ikki má almannakunngera samráð- ingaruppleggið. Fjala fyri uttanlandsnevndini Í grein í Sosialinum tann 12 februar í ár, undir yvirskrift- Løgmaður sleingir um seg við pástandum ini »Uppritið kortini al- mannakunngjørt«, verður løgmaður endurgivin fyri at siga (sitat): »at um slíkar upplýsingar ikki verða handfarnar í trúnaði, kann hetta fáa stóra ávirkan á, hvørjir upplýsingar verða latnir nevndini í framtíðini, tá ið onnur mál vera til við- gerðar.« Tað sama hevur løgmaður ført fram fyri uttanlandsnevndini. Eg spurdi tí eisini løg- mann, um hann kundi vátta tað, hann hevði sagt um henda spurning, ella um løgmaður fór at taka aftur hóttanina, um ikki at lata uttanlandsnevndini allar upplýsingar í framtíðini? Grein 54 í stýrisskipan- arlógini sigur um henda spurning: »Løgtingið velur millum løgtingsmenn eina uttanlandsnevnd við sjey limum, sum landsstýrið ráð- førir seg við, áðrenn avgerð- ir verða tiknar, ið hava stór- an uttanlandspolitiskan týdning. stk. 2. Somuleiðis skal landsstýrið ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við samráðingar við ríkis- myndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar mill- um.« Nógv sløg av málum Tá hesin spurningur varð svaraður, mól løgmaður sum hundur um heitan greyt. Fyri hann var málið sera prinsippielt, og tað var eg, sum í míni løgmanstíð hevði innført hesa góðu sið- venju, at alt skuldi viðgerast í trúnaði. Her sipaði løg- maður til samráðingarnar við bretar um undirgrundar- markið. Løgmaður mistekur seg aftur her, tí tað ber jú ikki til at skera alt yvir ein kamb. Samráðingarnar við Bret- land vóru av heilt serligum slag. Partarnir undirskriv- aðu áðrenn samráðingarnar byrjaðu, at málið skuldi haldast í trúnaði. Eisini aft- aná at málið var endað, skuldi tað vera í trúnaði. Tingskipanin avgerandi Tað er løgtingið, og ikki nakar løgmaður, sum hevur lagt støðið undir politikkin á hesum øki. Løgtingsmenn hava samtykt eina tingskip- an, sum ber í sær opinleika, har til dømis gerðabøkurnar hjá tingnevndunum verða lagdar út á internetið. Uttanlandsnevndin viðger nógv sløg av málum, sum als ongin grund er til at halda í trúnaði. Løgtings- lógir, ríkislógartilmæli, fiskivinnusáttmálar, kon- ventiónir, norðurlendsk mál o.s.fr. Onki av hesum er vanligt at viðgera sum trún- aðarmál. Tá so løgmaður stemplaði uppleggið til nevndarlimir- nar í uttanlandsnevndini at vera í trúnaði, og serloyvi mátti fáast, bara fyri at floksfelagir kundu síggja uppleggið, er hetta at fara út um alt mark, og at sammeta við, at løgmaður leggur seg út í politiska frælsið hjá flokkunum. Bind fyri eyguni Tá so løgmaður eisini hóttir við, ikki at lata allar upp- lýsingar til uttanlands- nevndina í framtíðini, stríðir hetta beinleiðis ímóti stýrisskipanarlógini. Tí hvussu kann ein nevnd ráð- geva løgmanni, um nevndin ikki fær upplýsingar? Tað má í hvussu so er koma undir heitið ráðgeving við bindi fyri eyguni“. Formanskapurin hevur nú kritað vøllin av fyri løg- manni. Formanskapurin hevur sagt, at tað er løgmað- ur, sum hevur ein trupul- leika. Formanskapurin hev- ur eisini sagt løgmanni frá, at hann ikki er samdur um, at alt skal viðgerast sum trúnaðarmál. Caragata álitið Seinasta hendingin í løg- tinginum, tá andstøðan und- ir viðgerðini av Caragata álitinum føldi seg noydda til at siga frá, hvar markið gekk, og hvat andstøðan finnur seg í, er ein avleiðing av, at vit í Føroyum hava ein løgmann, sum letur sín- ar landsstýrismenn gera júst sum teimum listir. Tað hava vit nógv talandi dømi um. Edmund Joensen RÆTTILIGA nógv verður í hesum gjørt burtur úr støðuni hjá postverkinum og útbering av bløð- unum. Tá nýggjur stjóri varð settur á Postverk Føroya herfyri var ein av uppgávum hansara at fáa størri javnvág í inntøkur og útreiðslur hjá stovninum. Tað var so eisini stungið út í kortið, at stovnurin skuldi umgerast til alment partafelag. Ætlanin hjá stjóranum at siga nógvum fólki upp var møtt við stórari mótstøðu frá bæði Postfelag og landsstýri, og endaði hetta við, at hóttan um uppsagnir varð tikin aftur. Hinvegin vórðu aðrar broytingar gjørdar, eitt nú var útberingin av bløð- unum leygardag steðgað, og bløðini fingu har- aftrat greitt at vita, at prísurin fyri útberingina fór at hækka munandi. SÍÐANI er tað hent, at bløðini hava roynt at byggja upp sína egnu útbering av leygardagsblaðnum men fyri at fáa hesa útbering niður á eina rímuliga príslegu verður umhugsað at stovna felag, sum burturav skal taka sær av útberingini allar dagar í viku og kvøldið fyri útgávudag. Slík skipan fer sjálvandi at hava fylgjur fyri Postverkið og post- menninar, sum tá missa ein stóran part av sínum arbeiðsuppgávum. Eisini liggur í luftini vandin fyri, at postverkið missir útbering av reklamu- bløðum ol., um so er at stóru ávísirnar Dimma- lætting og Sosialurin kenna seg noyddar til at stovna sítt egna blaðútberingarfelag. SÍÐANI er tað hent, at Postfelagið hevur havt fund um málið men metir seg ikki ført fyri at geva ein nóg lágan prís til tess at kunna bera bløðini út allar dagar og haraftrat um kvøldið. Oman í hetta kemur so avgerðin hjá landsstýrinum at sleppa ætlanini at gera Postverkið til alment partafelag. HVUSSU og ikki, so líða bløðini undir verandi støðu, og hetta er hvørki haldbart fyri bløðini ella fyri samfelagið sum so. Fyrr var tað so, at landið við játtan síni til postverkið óbeinleiðis rindaði ein part av útberingarkostnaðinum, men tá krøv komu úr Tinganesi til leiðsluna á Postverkinum, at stovnurin skuldi hvíla meira ella minni í sær sjálvum, gekk hetta alt fyri eitt út yvir bløðini : leygardagsútberingin hvarv og útberingarprísurin hækkaði munandi. Hóast bløðini greiddu bæði leiðsluni á Postverkinum og landsstýrismanninum frá tí negativu kolveltandi broyting hetta hevði við sær fyri bløðini, varð ætlanin gjøgnumførd. HVØRKI av teimum stóru bløðunum, Dimma- lætting ella Sosialurin fáa í dag nakran stuðul frá tí almenna, og tað vilja tey heldur ikki hava. Men tey halda tað vera rætt og rímuligt, at landið - eins og gjørt verður í øllum okkara grannalondum - óbeinleiðis stuðlar útberingini. Uppgávan hjá skrivaðu pressuni er at siga frá tí, sum fyriferst í samfelagnum og at hýsa samfelagstjakinum, og hetta eru uppgávur sum bæði Dimmalætting og Sosialurin brúka nógva orku til. Bæði bløðini kenna tað sum sína ábyrgd at kunna um alt tað nógva virksemi, sum er í landinum av øllum hugsandi slag og at geva øllum meiningum og hugsanum innivist í bløðunum. Sum so eru bløð- ini týðandi berarar av tí so týðandi samfelags- kjakinum og eru harvið eisini við til at halda lív í demokratiinum. TAÐ skal vera vón okkara, at ikki minst løgmaður sum miðlanna ráðharri sær til, at umstøðurnar fyri at bera út bløðini kring alt landið, koma aftur í eina rímuliga og trygga legu. Postboð í hálva øld Í dag eru 50 ár liðin, síðan Sámal Clementsen byrjaði sum postboð Hann hevur tænt fleiri kongum - og drotning við - Sámal Clementsen, post- boð í Havn. Hann hevur í dag 50 ára starvsdag sum postboð. Hendan langa starvstíð hansara er so kristiliga býtt millum danska og før- oyska postverkið. 25 ár hjá hvørjum. Sámal byrjaði sum danskt postboð í Føroyum í reyðum uniformi. Hann skifti lit í hálvleikinum og fór tá í tann bláa búnan hjá Postverki Føroya, sum hann enn er í. ej Kunnaði blaðmenn um Føroyar Samfelagsfrøðingurin Sjúrður Skaale hevur júst verið í Danmark og kunnað norðurlendskar journalistar um Føroyar og føroysk við- urskifti. Journalistarnir vóru á skeiði á Nordisk Journalist- center í Århus, og partur av sjey viku langa skeiðnum var kunning um øll viður- skifti í teimum ymsu norðurlondunum. Ein dagur var settur av til at fáa kunning um Føroyar, og tað var Sjúrður Skaale sum fekk uppgávuna at gera journalistarnar klókari upp á føroyska samfelagið. Sjúrður Skaale greiddi frá um politisku skipanina, hvussu hon er upppbygd og virkar, og hann segði eisini frá aktuella støðuni í før- oyskum politikki. ek Vaksa um skúlan í Fuglafirði Fuglfirðingar fara í næstum undir fyrsta stigið í einari umfatandi ætlan um at nútímansgera skúlan JOHN JOHANNESSEN Fuglafjarðar Kommuna hevur gjørt eina ætlan um at byggja út skúlan í bygdini í seks stigum fyri ein saml- aðan kostnað á 50, 5 milli- ónir krónur. Byggiætlanin er í seks stigum, og er tann fyrsta mett at taka umleið 3 ár og at kosta um 8,5 milli- ónir. Býráðsforkvinnan í Fugl- afirði, Hallbjørg Hansen, sigur, at talan er um eina stóra heildarætlan, ið verður framd í smáum eftir fíggj- arligu orkuni, og tí er ilt at siga, nær skúlin verður lið- ugt umbygdur. Fleiri serstovur Fyrsta byggistigið fevnir um at byggja ein bygning niðan fyri verandi skúla. Bygningurin skal vera í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini skulu vera høli til motorlæru og annað í hes- um sambandi, somuleiðis sum ein stova skal vera til evning. Í ovaru hæddini skulu vera serstovur, ið lúka tær treytir, nýggja fólkaskúla- lógin setir. Tá farið verður undir ann- að byggistig um eini trý ár, er ætlanin at byggja ein skála og fleiri serstovur om- an fyri skúlan. Hallbjørg Hansen sigur, at tað í býráðnum leingi hevur verið tosað um at fáa dagført skúlan soleiðis, at hann nøktar øll tey krøv, nýggja lógin setur. Men tað varð hidið vera óráðiligt at fara undir allar umbygging- arnar í senn, og tí valdið bý- ráðið at gera eina heildar- ætlan fyri skúlan, sum verð- ur framd í smáum. Skal verða sum nýggjur Skúlin í Fuglafirði er ein gamal skúli, og partar av honum eru í heldur ringum Ætlanin er at nýta tilsamans 50,5 milliónir krónur til at byggja skúlan í Fuglafirði um fyri standi. Elsti parturin av skúlanum varð tikin í nýtslu í 1936. Hesin skúlabygn- ingurin stóð síðani óbroytt- ur til fyrst í sekstiárunum, tá ein stórur bygningur varð bygdur upp í gamla skúlan. Tað mesta av nýggjara partinum av skúlanum varð tikið í nýtslu í 1964. Í 1973 varð eisini ovasta hæddin í skúlanum tikin í nýtslu sam- an við svimjihylinum, og síðani tá er einki stórvegis gjørt við nýggjara partin av skúlanum. Tó varð eitt sind- ur gjørt við elda partin í áttatiárinum, fyri at hesin skuldi lúka ásettu bruna- krøvini. Men nú skal Fuglafjarðar skúli umvælast, samstundis sum bygt verður afturat. Hallbjørg Hansen greiðir frá, at kommunan í fyrstu atløgu fer at skifta vindeyg- uni og takið á gamla bygn- inginum. Síðani skulu vegg- irnir inni í skúlanum klæð- ast og málast. Ætlanin er, at skúlin í Fuglafirði at enda skal vera ein nýggjur skúli allur sum hann er. Uppritið latið fjølmiðlunum Uppritið til ríkisrættarligu samráðingarnar er nú latið fjølmiðlunum – men tað er latið í trúnaði JOHN JOHANNESSEN Beint fyri middag í gjár komu boð úr Tinganesi til føroysku fjølmiðlarnar um, at teir stutt eftir middag kundu koma og heinta nógv umtalaða upp- ritið til ríkisrættarligu samráðingar- nar við donsku stjórnina. Men samstundis varð greidliga gjørt kunnugt, at uppritið varð latið í trúnaði, og at fjølmiðlarnir tískil ikki kunnu endurgeva úr tí fyrr enn uttan- landsnevndin er liðug at viðgera tað. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, sigur orsøkina til, at fjølmiðlarnir nú hava fingið upp- ritið vera, at landsstýrið metir tað vera rætt, at miðlarnir sleppa at kunna seg við innihaldið í tí, áðrenn tað verður almannakunngjørt og tískil kemur út til alment kjak. Høgni Hoydal heldur tað vera týdn- ingarmikið, at myndugleikarnir og fjølmiðlarnir hava álit á hvørjum øðr- um. Tí heldur hann tað vera púra rætt at lata miðlunum álitið. – Vit hava ásannað, at fjølmiðlarnir fingu Hvítubók ov seint, og av tí sama fingu teir ikki stundir at fyrireika seg væl til viðgerina av henni, árenn hon Á uppritinum, ið er latið uttanlandsnevndini stendur trúnaðarstempul á hvørjari síðu. Á uppritinum, ið er latið fjølmiðlunum er bert trúnaðarstempul á forsíðuni Mynd: Álvur Haraldsen varð almannakunngjørd, sigur Høgni Hoydal, ið kortini ikki vil siga, um hann var nøgdur við viðgerð fjøl- miðlanna av Hvítubók. Eisini heldur ásannar Høgni Hoy- dal, at hernaðarfrágreiðingin varð lat- in fjølmiðlunum í so seint. Uttanlandsnevndin hevur fund aft- ur fríggjadagin. Verður hon tá — eins og væntað — liðug at skriva álit, verður uppritið tá almannakunngjørt.