Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 41 - 1. mars 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 41 - 1. mars 2000 ÓLAVUR Í BEITI Í farnu viku legði fíggjar- málaráðharrin Karsten Han- sen fram lógaruppskot til broyting í løgtingslóg um áseting av skatti, sum eru ein fylgja av broytingunum í lógini um almannapen- sjónir og lógini um áseting og javning av almannaveit- ingum, sum Løgtingið sam- tykti í 1999. Ætlan landsstýrisins var, at hækkingin í pensjónu- num eisini skuldi geva eina hækking í tøkum peningi hjá pensjónistunum, sigur fíggjarmálaráðharrin í við- merkingunum, og at ætlan landsstýrisins er ikki at fáa størri skattainntøkur við tí nýggju pensjónslógini, og tí er tað neyðugt at gera ávísar broytingar í skattalóggáv- uni. Frádrátturin hækkar munandi Fíggjarmálaráðharrin greið- ur frá, at við at hækka frá- dráttin í útroknaða skatti- num soleiðis, at hann svarar til ta upphædd, sum ein fólkapensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku enn fólkapensjónina, skal rinda í skatti av tí upphædd, sum fólkapensjónin er hækkað í einari kommunu við hægsta skattaprosenti (23) og kirkjuskattaprosenti upp á 1%, fáa flestu pensjónistar og tey, sum fáa lægstu fyri- tíðarpensjón ein frádrátt í útroknaða skattinum, sum svarar umleið til skattin av grundupphæddini av fólka- pensjónini og hækkingini av viðbótini. Fyri giftar pen- sjónistar hækkar frádráttur- in í skattinum frá 7.800 kr. til 10.500 kr, og fyri stakar pensjónistar hækkar frá- drátturin í skattinum frá 11.100 kr. til 16.200 kr. – Fólkapensjónistarnir fáa við hesi broyting ta hækking í tøkum peningi, sum ætlanin var, at teir skuldu fáa við lógini um javning av almannapensjón- um. Ein stakur fólkapen- sjónistur fær umleið 12.000 kr. meira at ráða yvir og ein giftur umleið 8.000 kr. Fyri persónar við lægstu fyritíð- arpensjón er eisini talan um munandi vøkstur í tøkum peningi, sum eisini hevur verið ætlan landsstýrisins. Ov nógvi skatturin Hvat tí ov nógv goldna skattinum í januar og febr- uar viðvíkur, sigur fíggjar- málaráðharrin, so er skatta- skipanin soleiðis, at ov nógv goldni skatturin í desember 1999 (pensjónin fyri januar 2000) ikki kann verða javn- aður við lægri skatti í eftir verandi parti av 2000. Held- ur ikki við avlopsskatti, tá skattauppgerðin fyri 1999 verður gjørd. Ein stakur fólkapensjónistur fær umleið 12.000 kr. meira at ráða yvir og ein giftur umleið 8.000 kr. sambært nýggja uppskotinum hjá fíggjarmála- ráðharranum Í tíðindaskrivi frá Vinnu- húsinum verður nevnt um nýggju reglugerðina sum kemur í gildið 1. januar 2001 og kemur í staðin fyri reglugerð 3759/92. Endamálið við reglu- gerðini, sum verður kallað COM (Common Organisa- tion of the Markets in Fish- ery and Aquaculture Prod- ucts), er at skapa varandi javnvág millum tilfeingið og fiskiorkuna, og at geva vinnuni á landi ivaleyst av rávøru at arbeiða við, sam- stundis sum arbeiðspláss á havinum ikki verða hótt. Ávirkar útflytarar Tá lóggávan er gjørd, sum fylgir reglugerðini frá ráð- harrafundinum upp, ber til at siga nágreiniliga, hvussu hetta fer at ávirka føroyskar útflytarar. Tað eru serliga tvey øki í reglugerðini, sum hava før- Uppskot um varðhalds- fongsul tikið aftur JOHN JOHANNESSEN Katrin Dahl Jacobsen hevur tikið uppskotið um at seta í gildi í Føroyum eitt ríkislógartilmæli, ið gevur heimild til at varð- haldsfongsla fólk, ið eru ákærd fyri at hava framt harðskap. Hesum boðaði tingfor- maðurin frá á tingfundin- um seinasta fríggjadag. Uppskotið hjá Katrini Dahl Jacobsen var lagt fram 20. januar og var til fyrstu viðgerðar tann 25. januar, har tað varð beint í rættarnevndina. Men ein mánaða eftir fyrstu viðgerðina, tann 25. februar, boðaði Katrin Dahl Jacobsen í skrivi tingformanninum frá, at hon tók uppskotið aftur, og kom tað sostætt aldi til aðru viðgerðar. Uppskotið hjá Katrini Dahl Jacobsen innibar at seta í gildi eitt ríkislógar- tilmæli, ið hon metti fór at minka um talið av harð- skapsmálum í Føroyum. Tingkvinnan vísti í við- merkingunum til upp- skotið á, at í juni 1987 varð rættargangslógin fyri Danmark broytt soleiðis, at varðhaldsfongsling verður framd í harðskaps- førum undir nærri ásettum treytum. Men hendan lógar- broytingin er ikki sett í gildi fyri Føroyar. Men varð hon sett í gildi, hevði vaksandi harðskapurin í Føroyum minkað, metti Katrin Dahl Jacobsen, ið nú kortini hevur tikið uppskotið aftur. Ásetingarlógin fyri tingið JOHN JOHANNESSEN Nógv umtalaða uppskotið um broytingar í áseting- arlógini, ið skal tryggja pensjónistunum, at skattaviðurskifti teirra eru í lagi, var til fyrstu við- gerðar á tingfundinum í gjár. Talan er um eitt broyt- ingaruppskot, ið Karsten Hansen, fíggjarmálaráð- harri legði fyri tingið 25. februar í ár. Hetta broyt- ingaruppskotið til áset- ingarlógina varð sostætt lagt fyri tingið ellivu dag- ar eftir, at ásetingarlógin varð samtykt. Henda varð nevniliga samtykt 14. februar í ár. Landsstýrið vísir á, at fólkapensjónistarnir við hesi broyting fáa ta hækk- ing í tøkum peningi, sum ætlanin var, at teir skuldu fáa við lógini um javning av almannapensjónum. Ein stakur fólkapensjón- istur fær umleið 12.000 krónur meira at ráða yvir og ein giftur umleið 8.000 krónur. Fyrispurningur um bensinavgjøld JOHN JOHANNESSEN Á tingfundinum í gjár skuldi Karsten Hansem, landsstýrismaður í fíggj- armálum, svara fólka- flokstingmanninum, Bjarna Djurholm, uppá tríggjar spurningar víð- víkjandi bensin- og die- selavgjøldum. Tingmaðurin vildi hava at vita, faktaprísirnar á bensini og á diesel, hvørji avgjøldini á hesum eru, og hvussu tey verða ásett. Eisini vildi tingmaðurin hava at vita, um lands- stýrismaðurin hevur ætlanir um at lækka ella regulera avgjøldini á ben- sini, so bensinprísurin verður javnari í lutfalli við dieselprísin. Spurningin setti Bjarni Djurholm í sambandi við, at tað í løtuni verða fluttir alt fleiri og fleiri dýrir dieselbilar til landið, orsakað av, at diesel er so nógv bíliari brennievni enn bensin í Føroyum. Úr Løg- tinginum Pensjónistar meira pengar at ráða yvir – Tann ov nógv goldni skatturin fyri februar verður javnaður soleiðis, at teir pensjónistar, sum gjalda skatt av pensjón ella aðrari inntøku restina av árinum, fáa minni skatt enn teir ann- ars høvdu fingið av hesum inntøkum, og teir pensjón- istar, sum ikki gjalda skatt av pensjón ella aðrari inn- tøku, fáa avlopsskatt, tá árs- uppgerðin verður gjørd, sig- ur Karsten Hansen m.a. í viðmerkingunum. – Fólkapensjónistarnir fáa við hesi broyting ta hækking í tøkum peningi, sum ætlanin var, at teir skuldu fáa við lógini um javning av almannapensjónum, sigur Karsten Hansen um nýggja uppskotið Tvey øki føroyskan áhuga Á fundi millum fiskivinnuráðharrarnar í ES í november 1999 varð samtykt nýggj reglugerð fyri skipanina av marknaðinum fyri fiska- og alifiskavørur oyskan áhugað. Tey eru: betur kunning til brúkaran og javnvágin millum útboð- ið og eftirspurningin av rá- vørum, skrivar Vinnuhúsið. Fiskivinnuráðharrararnir í ES royna at skapa umstøður fyri, at vinnan á landi hevur ivaleyst av rávøru at arbeiða við, samstundis sum arbeiðspláss á havinum ikki verða hótt Umrøða nýskapan og vitan Franskar vørur av føroysku hillunum Áðrenn middag í gjár skuldu allar vørur frá fronsku heilsøluni, Sapar, við ávísum góðkennismerki vera tiknar av føroysku handilshillunum. Orsøkin er, at vandi er fyri listeria JOHN JOHANNESSEN Allar føroyskar heilsølur, størri handlar, hotel og køk- ar á stovnum fingu í gjár boð frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni um, at allar vørur, sum eru frá SAPAR í Fraklandi og hava góðkenn- ingarnummarið 77-284-03, skuldu takast av hillunum innan á middegi í gjár. Orsøkin til boðini er, at vandamikla listeriabakter- ian í undanfarnu viku varð funnin í vørum av hesum slag í Fraklandi, har 23 fólk gjørdust sjúk, og sjey teirra so álvarsliga sjúk, at tey doyðu. Veik í størstum vanda Danska matvørudirektorat- ið vísir í tíðindaskrivi á, at tað oftast bert eru fólk við veikari immunverju, ið fáa sjúkuna lieriosu av vandamiklu listeriabakter- iunum. Mett verður, at tey, sum eru í størstum vanda, eru drykkjufólk, fólk við sukur- sjúku og fólk við AIDS ella krabbameini. Eisini eru gomul, nýføðingar og kvinnur, ið bera barn undir belti, í vandabólkinum. Men sjúkan kann eisini raka fólk, ið eru uttan fyri vandabólkin. Tíðin frá tú verður smitt- aður til sjúkan brýtur út til tú verður smittaður, liggur millum fáar dagar og heilar tveir mánaðir. Sjúkan kann elva til blóðeitran og mene- gitis, og kann hin eisini elva til, at barnakonur kasta missa barnið. Vandin fyri at doyggja av listeriosu er yvir 50 prosent hjá fólkum í vandabólkinum, men nógv lægri hjá fólkum uttanfyri. Sjúkueyðkennini eru oft- ast, at tú hevur ringt við at síggja, munnurin gerst turr- ur, ringt er at svøgja og tú fert at spýggja. Eisini verður tú leysur í vøddunum, men tó hevur tú ongan fepur. Hava fólk hesi eyðkenni fáar dagar eftir, at tey hava etið mat frá SAPAR, eiga tey at fara til lækna sum skjótast, sigur danska mat- vørudirektoratið í tíðinda- skrivi, Heilsufrøðiliga Starvstovan hevur sent út. Fleiri nøvn Franska fyritøkan, SAPAR, selur vørur sínar undir fleiri ymiskum nøvnum. Nøkur teirra eru Jac Gourmet, Tra- teur, Antoine AUGE, DELICE DE SUZON, VAL HEREUX og SAPAR. Hes- ar vørur eru allar í vanda fyri at hava ov nógvar list- eria bakteriur í sær. Okkum nýtist kortini ikki at minnast øll hesi torføru nøvnini, tí felags fyri allar vørurnar er, at tær hava góð- kenningarmerkið 77-284- 03. Serkøn fólk fara at meta um, hvar Norðurland standa við byrjanina til 21. øld, tá Norðurlandaráðið skipar fyri evnisráðstevnu í Keyp- mannhavn. Ráðstevnan verður hildin í fólkatinginum mánadagin og týsdagin, og millum tey, sum fara at røða um hesi viðurskifti eru Helga No- wotny, professari, Bertel Haarder, næstformaður í Europaparlamentinum, Jón Sigurðsson, stjóri í norð- urlendska íløgubankanum, og Erkki Ormala, stjóri í Nokia. Nýskapan og vitan eru avgerandi fyri vælferð og inntøku hjá einum landi og øki. Hvussu standa Norður- land í hesum høpi, og hvussu verður gjørt fyri at styrkja og menna Norður- lond sum eitt vitanar- og menningarøki. Undir ráðstevnuni verða norðurlendsku virðislønir- nar fyri tónleik og bókment- ir handaðar ávíkavist Kaija Saariaho úr Finlandi og Henrik Nordbrendt úr Danmark. Føroyskir tingmenn verða eisini umboðaðir á ráðstevnuni. Frá Norður- landanevndini luttaka Jógvan við Keldu og Dan Reinert Petersen, og fyri Útnorðurráðið luttekur for- maðurin Jógvan Durhuus. ek Veðrið fáa vit onki gjørt við. Men annars skuldi for- treytirnar hjá útróðrinum at gera tað gott í várróðrinum í ár, verið nógv betri í ár, enn tær vóru í fjør. Í øllum førum hevur fiski- málaráðharrin nú gjørt av at lata allar kassarnar norðanfyri og vestanfyri besta tíðin hjá útróðrarbát- unum yvirhøvur Útróðrarmenn siga, at várróðurin er stuttur Og verða so leiðirnar avmark- aðar aftrurat, eru umstøð- urnar at fáa nakað munagott burturúr, ikki so góðar. –Áki– Allir kassarnir lætnir upp í vár upp fyri snelluni í vár Teir vórðu eisini lætnir upp í fjør, men tað var so seint, at tað kom lítil og ongin nytta burturúr tí. Men í ár verða kassarnir lætnir upp í góðari tíð og tað skuldi verið ein góður bati hjá útróðrinum, ikki mint, tá ið hugsað verður um, at várróðurin er ÁKI BERTHOLDSEN Nú skal skúlin í Sandvík byggjast út. Hvalbiar Bygdaráð, sum Sandvík er undir, hevur amtykt at fara undir arbeiðið fyrsta dagin, so skjótt sum veðrið batnar, so at skúlin verður lið- ugur, tá ið hann byrjar aftur aftaná summarfrí- tíðina. Levi Niclasen, bygda- ráðsformaður, sigur, at tað, sum verður gjørt, er at byggja átta metrar upp eystara enda á skúlanum. Har verða so tvær nýggjar skúlastovur. Onnur skal verða teldu- stova og hin skal verða til handverk og list og evn- ing. Levi Niclasen sigur, at annars varð tosað um at lyfta hann upp ístaðin, men bygdaráðið kom til ta niðurstøðu, at rættast var at byggja frameftir jørð. Hann sigur, at útbygg- ingin er neyðug, tí sum er lýkur skúlin ikki tey krøv, sum verða sett til hølisviðurskiftini. Í skúlanum sum er, er bara tann eina skúlastov- an, og har skal so alt fara fram, bæði vanlig undir- vísing, telduarbeiði, evn- ing, handverk og list og annað, sum annars krevur serlig høli. Bygdaráðsformaðurin sigur, at skúlin í Sandvík hevur nú eisini fingið teldur, men sum er, eru tær settar upp í skúlastov- uni sum er, og tað er ikki tann besta loysnin. Tað fer at verður mett, at tað fer at kosta komm- ununi einar 300-350.000 krónur at byggja skúlan út. Skúlin í Sandvík byggjast út Skúlin í Sandvík lýkur ikki tey krøv, sum verða stt til skúlar nú á døgum, tí skal hann byggjast út í summar Skúlin fær tvær stovur afturat, eina til teldu og eina til handverk og list Uni Næs nýggjur prestur í Fuglafirði JOHN JOHANNESSEN Presturin í Fuglafjarðar prestagjaldi eitur frá degnum í dag Uni Næs. Hann tekur við starvinum eftir Peter O. K. Olofson, sum segði seg úr starvi, eft- ir, at hann ikki fekk viðhald í kærunum, hann fyri knøppum ári síðani sendi danska kirkjumálaráðnum um Føroya Bisp, Hans Jac- ob Joensen. Uni Næs hevur seinastu mongu árini verið prestur í Vestmanna. Men nú høvi beyst at royna nakað annað, helt hann tað vera vert at søkja starvi í Fuglafirði. Fuglafjarðar prestagjald og Nes prestagjald verða í næstum deild í trý. Hetta fer at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá einstaku prestunum í Eysturoynni. Fyrrverandi presturin í Fuglafirði, Peter O. K. Olof- son, flytur nú til Klaksvíkar at búgva. Uni Næs flytur nú úr Vestmanna til Fuglafjarðar at virka sum prestur Móttøka Sjúklingahotellið Tórshavn Hotel Tórshavn er flutt í nýggj hølir og hevur skift navn til Sjúklingahotellið Tórshavn. Í hesum sambandið verður móttøka fríggjadagin tann 3. mars 2000 kl. 14.00-17.00 í hølunum í Taasingegade 29, 4. hædd, 2100 København Ø. Almanna- og Heilsumálastýrið