mikudagur 1. mars 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 41 - 1. mars 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 41 - 1. mars 2000
EDVARD JOENSEN
Fleiri enn seksti halar í
fjósinum. Ivaleyst av grasi
bæði til egna nýtslu og til
sølu. Og handil við ung-
neytum. Hetta er tann stóri
setningurin, hin 29 ára
gamli Eyðansstovubóndin í
Sandavági er farin undir.
Beint innanvert skúlan á
Giljanesi er fjósið hjá Eyð-
ansstovubóndanum, og har
standa eisini sethúsini, har
vit hitta Jákup Paula í Eyð-
ansstovu.
Hann er júst komin aftur
av búnaðarstevnu á Hotel
Vágum, har hann hevur hitt
aðrar føroyskar bøndur,
sum hava lurtað eftir norska
búnaðar- og búskaparfrøð-
inginum,
Ole
Christen
Hallesby, ið hevur tosað um
tað at vera bóndi.
Tað sær eitt sindur rokut
út uttan fyri hjá Eyðans-
stovubóndanum. Klædning-
urin er tikin av endanum á
fjósinum. Ein nýggj fjós-
grund er í gerð, og í túni-
num liggja bunti av armer-
ingsneti, sum siga frá, at her
skal meira byggjast.
Jákup Pauli í Eyðans-
stovu greiðir frá, at hann í
dag hevur 14 mjólkineyt, og
at hann eftir útbyggingina
ætlar at hava 22. Men tann
stóra skipanin í fjósinum,
ætlar hann, skal vera ung-
neyt. 40 ungneyt aftrat
mjólkikúnum ætlar hann at
hava, tá fullskipað er, sigur
hann.
Ætlan hansara við ung-
neytunum er, at hann fer at
seta kvígur við og so selja
tær víðari til aðrar bøndur í
landinum, tá tær eru kvid-
nar. Jákup Pauli sigur, at
hann eisini hugsar um at
keypa kvígukálvar til at
selja víðari, um hann ikki
fær nóg nógvar úr egnum
fjósi.
Tarvskálvarnar fer hann
at lata út í Mykines, har
møguleikarnir ikki eru til
mjólkarframleiðslu, men
hinvegin til kjøt.
Jákup Pauli í Eyðans-
stovu heldur tað ikki vera
rætt, at vit skulu flyta inn
80% av tí kjøti, vit eta.
Hann sær avgjørt møguleik-
Hann leggur inn lendi
Eyðansstovu-
bóndin í Sanda-
vági er farin
undir eina stór-
fingna búnaðar-
ætlan. Hann
veltir upp úr
nýggjum og
miðar ímóti at
handla við bæði
kríatúrum og
fóðri
ar í at hava kjøtneyt í
Føroyum.
Nýlendi
Jákup Pauli í Eyðansstovu
hevur velt upp úr nýggjum
í Vágadali oman fyri Sanda-
vág. Hann hevur hálvatriðju
mørk við haga, sum er rætti-
liga góður at velta, sigur
hann. Fyri nøkrum árum sí-
ðan fekk hann eina útskift-
ing, soleiðis at hann nú hev-
ur einbýttan haga.
Jákup Pauli sigur, at hann
hevur velt eini 24 kúfóður
úr nýggjum og ætlar at velta
16 aftrat. Alt í alt væntar
hann, at velti bøurin um
nøkur ár fer at geva so mik-
ið, at hann kann selja strá-
fóður, sum annars nakað
væl verður innflutt av. Her
nevnir hann millum annað
rossafólkið, sum keypir
nógv útlendskt hoyggj. Og
hann ivast ikki í, at tað fer
at bera til at fáa so mikið av
grasi, at hann kann selja.
Hetta skuldi, saman við
handli við kvidnum kvíg-
um, kunnað givið eitt gott
íkast til raksturin, metir
hann.
Og júst her eru vit inni á
onkrum av tí, norðmaðurin
Ole Christen Hallesby tos-
aði um á stevnuni á Hotel
Vágum. Nevniliga at hugsa
øðrvísi og nýtt innan før-
oyskan landbúnað.
Møguleikar
í seyðinum
Eyðansstovuhagin hevur
høgligan undirhaga, sum
væl ber til at velta heilt nið-
an undir fjallið, sigur Jákup
Pauli. Og hann hevur gjørt
fitt av uppdyrkingarvegi
gjøgnum hagan. Hesin veg-
ur verður millum annað
nýttur til taðing um summ-
arið.
Jákup Pauli í Eyðans-
stovu heldur, at tað er rætt
at satsa upp á seyðahald í
Føroyum. Mjólkin er kvot-
erað, so har gerst ikki meira
við útbygging. Men seyð-
urin eigur avgjørt møguleik-
ar í sær, heldur Eyðans-
stovubóndin.
Her hugsar hann um kjøt-
framleiðslu, sigur hann. Tí
støðan hjá tí, sum uttan á
seyðinum er, sær heldur ull-
int út í løtuni.
Føroyski marknaðurin er
eingin forðing, hóast vit ofta
hoyra, at hann er so lítil.
Jákup Pauli í Eyðansstovu
heldur ikki, at tað verður
nakar trupulleiki at slepp av
við føroyskt kjøt. Tað er
stutt sagt ikki annað kjøt,
sum kann turkast, heldur
hann.
Hann heldur, at rætt hevði
verið at minkað áseyðatalið
og lagt seg eftir at fingið
tvílembur. Tað hevði helst
gjørt, at tað varð betri lamb-
að. Vóru færri ær til somu
fóðurnøgd og lendi, er helst
eingin ivi um, at lombini
gjørdust bæði fleiri og betri.
Jákup Pauli í Eyðans-
stovu sigur, at í hansara føri
hevði tað borið væl til at
gjørt meira við seyðahaldið.
Og tað ætlar hann sær eisini
at gera.
»Tað er skilagott at hava
fleiri bein at standa á«, held-
ur hann.
Nú hevur hann góðan
møguleika at koma gjøg-
num hagan eftir vegnum,
hann hevur gjørt. Hann sig-
ur, at hann fær sprænt eini
1000 tons av tøðum út í hag-
an, og tað má kunna síggj-
ast aftur á seyðinum.
Sjálvandi sleppur hann
ikki um allan hagan við
tøðvogninum. Men har, ikki
er atkomandi við vogninum,
ætlar hann at taða við
kunsttøðum, sigur Eyðans-
stovubóndin.
Síðan er tað tann nýggi
bøurin, sum verður sligin.
Har hevur hann ætlanir um
at sleppa til dømis tví-
lembu- og gimbralombum
inn á eftirgróðurin seinna-
part á sumri. Tað gevur aftur
ónum møguleika at koma
betri fyri seg aftur, tá lomb-
ini verða tikin frá teimum,
vísir Jákup Pauli í Eyðans-
stovu á.
Vit klára tað nokk
Jákup Pauli í Eyðansstovu
er ikki bangin fyri, at før-
oyski landbúnaðurin skal
brenna inni við síni vøru.
Matvørur er ein stórur
partur av lívinum hjá fólki.
Tað er nakað, vit skulu hava
hvønn dag, so har er einki
at vera bangin fyri, sigur
hann. Og tað ger ikki tað
sama, hvat vit eta. Tað ber
ikki til bara at stappa okkurt
lort niður í búkin á fólki.
Vit skulu hava ordiligan
kost fyri at liva ordiliga, sig-
ur Eyðansstovubóndin.
Jákup Pauli vísir á, at vit
hoyra dagliga um bæði líkt
og ólíkt, sum funnið verður
Jákup Pauli í Eyðansstovu sigur, at í hansara føri hevði tað borið væl til at gjørt meira við seyðahaldið. Og tað ætlar hann sær eisini at gera
í útlendskum matvørum. So
eru tað bakteriur og basillur
ein dag. Dagin eftir eru tað
kemisk evni og so framveg-
is.
Halda vit okkum til før-
oyskt seyðakjøt, eru hesir
trupuleikarnir ikki til staðar,
sigur hann.
Jákup Pauli í Eyðans-
stovu tók við garðinum eftir
pápa sín fyri seks árum síð-
an. Hann hevur verið tvey
ár á landbúnaðarskúla í
Kollafirði og kann sita við
festinum í eini 40 ár aftrat.
Vit fara inn á skrivstov-
una. Har er eingin telda, vís-
ir hann á. Hana dugir hann
ikki at tendra kortini, sigur
hann. Men roknskapi og tí,
sum har hongur uppi við,
ber hann ongan ótta fyri
kortini. Tað hevur hann ein
sera góðan grannskoðara at
taka sær av.
Á borðinum liggur ein
tekning av nýggja fjósinum,
sum hann vísir okkum.
Neytini fara at standa í
tveimum røðum við reyv
móti reyv. So slepst undan
at dálka veggirnar, heldur
Jákup Pauli. Og til ungneyt-
ini eru teknaðar krubbur, har
fimm og seks skulu ganga í
hvørjari.
Innrættingin verður nú-
tímans, so einki, ella sum
minst, skal lyftast og berast.
Mjólkimaskinur, fóðurauto-
matir og hvat nú verða
kann, skal alt flytast mekan-
iskt.
Talan er um eina milli-
ónaíløgu. Men hana ræðist
bóndin ikki.
»Tú skalt trúgva upp á tað
og so bara fara til verka«,
sigur Jákup Pauli í Eyðans-
stovu, bóndi í Sandavági.
Oceanic Days á pall
Trý ár seinni enn ætlað verður symfoniin, Oceanic Days, hjá Sunnleifi Rasmussen
frumfranførd. Tað er Sinfóniuhjómsveit Íslands, sum hevur fingið heiðurin at vera
fyrsta orkestrið, sum sleppur at spæla fyrstu føroysku symfoniina nakrantíð
SVEINUR TRÓNDARSON
Fríggjakvøldið 31. marts
verður stórur dagur í før-
oyskari tónleikasøgu. Tá
verður symfoniin »Oceanic
Day« hjá Sunnleifi Rasmus-
sen frumframførd í Norð-
urlandahúsinum.
Tað er ikki hissini verk,
sum verður framført henda
dagin, tí ikki færri enn 85
tónleikarar koma úr Reykj-
avík og teir hava so nógv
ljóðføri við sær, at eitt flog-
far burturav má nýtast til
flutningin.
Í gjár skipaði Norðurland-
ahúsið fyri tíðindafundi í
sambandi við konsertina.
Tungur burður
Tað var nú ikki ætlanin, at
verkið hjá Sunnleifi skuldi
framførast nú, tí í avtaluni,
sum táverandi stjórin Peter
Turtschaninoff gjørdi við
tónasmiðin, var avrátt, at
verkið skuldi á pall eitt ár
eftir at Sunnleif var liðugur
við tað.
Men umstøðurnar vildu
tað so, at tað bar ikki til.
Upprunaliga ætlanin var,
at finska symfoniorkestrið
skuldi frumframføra verkið,
men ætlanir teirra og ætl-
anirnar hjá leiðsluni í Norð-
urlandahúsinum passaðu
ongantíð saman.
Norðurlandahúsið vildi,
sum skilligt er, hava verkið
frumframført í Føroyum,
meðan finnar buðu sær til
at frumframføra tað í Ong-
landi og so koma til Føroya
á vegnum, men soleiðis
varð ikki, og tí varð alt av
ongum í fyrsta umfari.
Í sambandi við stjóraskifti
í Norðurlandahúsinum er
eyguni so vend vesturyvir
til grannarnar í Íslandi og
nú bar til.
Sinfóníuhjómsveit Ísl-
ands tók av og 31. marts
upprennur so tann stóri dag-
urin, tá verkið fyrstu ferð
verður framført.
Stór verkætlan
Sum tað sæst omanfyri, so
er tað ikki eiti á verkætlan,
sum Norðurlandahúsið hev-
ur sett saman hesaferð.
Helga Hjørvar greiðir frá,
at alt varð lættari av, at
Reykjavík er valdur, sum
Mentabýur 2000 og at teir
samstundis vildu geva før-
oyingum ein part av tí eis-
ini.
– Verkætlanin er ógvuliga
dýr, men av tí, at tað her er
talan er um eitt fast orkestur,
sum tekur verkið upp, so
sleppa vit undan lønum til
leikararnar og tryggingum
í sambandi við flutningin og
tað er nógv at spara, greiðir
Helga Hjørvar frá.
Samanlagt kostar verk-
ætlanin góðar 800 túsund
krónur og hóast tað ljóðar
av nógvum, so er tað bara
umleið helmingurin av tí,
sum tann fyrsta verkætlanin
var mett at kosta.
– Tað er m. a. av tí, at vit
sleppa undan lønum og
tryggingum, men tað hevur
sjálvandi eisini nógv at siga,
at tónleikararnir »bara«
skulu ferðast úr Íslandi,
leggur hon afturat.
Stuttur steðgur
Tað er ikki bara sum at siga
tað at fáa eitt symfoniork-
estur til Føroya, tí tey hava
ofta nógv um at vera. So-
leiðis er eisini við íslendska
orkestrinum, og tí verður
talan um ein sera stuttan
steðg.
Orkestrið kemur til Før-
oya hósmorgunin 30. mars
og fer avstað aftur til Íslands
leygarkvøldið 1. apríl.
Mánadagin skal orkestrið
nevniliga undir nýggjar
venjingar av einum øðrum
verkið, so stundir eru ikki
til ein drúgvari steðg.
Kortini eru møguleikar
fyri at tað vera tvær kon-
sertir á Føroyaferðini, hóast
tað enn bert er tann eina,
sum er sett í skránna.
Tann konsertin er sett at
verða fríggjakvøldið 31.
mars klokkan 19.30, men
verður útselt til ta konsert-
ina, so er ikki óhugsandi, at
ein konsert verður seinna-
Heri nýggjur stjóri á Ferðaráðnum
Heri Niclasen, sølu - og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, varð í gjár settur í starv, sum nýggjur stjóri á Ferða-
ráð Føroya. Heri hevur drúgvar royndir innan føroyska ferðavinnu og hann gleðir seg til at smoyggja upp ermar og
fara í holt við nýggju avbjóðingina
SVEINUR TRÓNDARSON
Ferðaráð
Føroya
fekk
nýggjan stjóra í gjár. Lands-
stýrismaðurin í ferðavinnu-
málum, Finnbogi Arge,
gjørdi av at fylgja tilmæli-
num frá stýrinum fyri Ferð-
aráð Føroya og seta tann 54
ára gamla Hera Niclasen í
starv, sum stjóri á Ferðaráð
Føroya.
Ein spennandi
avbjóðing
Sjálvur fegnast Heri Nicla-
sen um, at hann hann fekk
starvið.
– Eg havi starvast í ferða-
vinnuni í sekstan ár og eg
haldi, at tað var ein náttúr-
ligur partur av eini starvs-
leið innan ferðavinnuna, at
eg søkti hetta starvið og eg
haldi ikki, at tað er verri fyri
Ferðaráði Føroya, at tað fær
ein stjóra, sum kemur úr
sjálvari vinnuni. Á tann hátt
kann Ferðaráðið fáa tilført
eina nýggja dimemsión, sig-
ur nýsetti stjórin, tá vit fingu
orð á hann seinnapartin í
gjár.
Hann veit, at avbjóðingin
er stór, men hann stúrir ikki
fyri at fara undir hana.
Hann veit hvat hon inni-
ber, og hann veit kanska
betri enn nakar innan før-
oysku ferðavinnuna, hvat
skal til, fyri at fáa føroysku
ferðavinnuna at virka sum
eina heild.
– Hetta fer at seta sera
stór krøv til samstarvsevn-
ini, tí vit skulu samstarva
við so nógv fólk, feløg og
stovnar, sum eru í vinnuni,
sigur nýggi stjórin, sum sær
tað sum sítt fremsta mál, at
fáa samstarvið í vinnuni at
koyra.
– Tað eru jú so nógvir
leikarar á pallinum og gera
arbeiða teir ikki saman, so
kann tað ávirka teirra úrslit.
Tað at teir ikki arbeiða sam-
an merkir ikki, at teir mót-
arbeiða hvør øðrum, men
samstarv millum aktørarnar
í vinnuni og ein samansjóð-
ing av tí, teir hava at bjóða
fram, verður nakað av tí,
sum eg fari at arbeiða við,
sigur Heri Niclasen.
»Góðkenning«
Hóast Heri ikki fílist á
góðskuna á tí, sum føroyska
ferðavinnan hevst at, so
heldur hann at eitt slíkt sam-
starv millum Ferðaráðið og
teir, sum eru í vinnuni,
kundi havt ymsar ágóðar
við sær fyri vinnuna.
– Landið er so lítið, og
fer hvør fjørður at bjóða út
tað sama uttan at tað verður
samansjóða, so er vandi
fyri, at alt gerst ein vav-
greytur. Økisfeløgini gera
eitt ótrúliga stórt arbeiði,
men hjá teimum, sum gera
príslistarnar er tað torført at
vita hvussu gósðkan er á
teimum ymsu tiltøkunum.
Tað kann ein samansjóðing
bøta uppá. Hon kann virka
sum ein »góðkenningar-
skipan«, sum gevur teim-
um, sum gera príslistarnar
nakað at arbeiða út frá, sigur
Heri og leggur dent á, at tað
ikki er tí, at góðskan er ván-
alig.
Fatur á penga-
sterkum ferðandi
Nýggi stjórin á Ferðaráðn-
um dylir ikki fyri, at vit eiga
at leggja okkum eftir at fáa
peningasterkar gestir til
Føroya.
Hann greiðir frá, at Atl-
antsflog í seinastuni hevur
arbeitt við at uppbyggja eitt
agentnet úti í Evropa saman
við SAS og Icelandair og
tankin aftanfyri tað er, at fáa
so stóra flatu úteftir, sum
gjørligt.
– Tað er ikki at leggja seg
eftir einum ávísum mál-
bólki, men eg haldi, at vit
eiga at royna at fáa pening-
asterkar gestir til Føroya.
Sum støðan er í løtuni, so
er ferðavinnutíðin í Føroy-
um ikki serliga long, og tað
heldur Heri, at vit eiga at
gera nakað við.
– Vit eiga at leingja um
ferðavinnutíðina í byrjanini
og í endanum fyri at fáa
fleiri ferðandi til Føroya, tí
tað er ein spurningur um vit
klára at hýsa fleiri í háárs-
tíðini, sum tað sær út nú.
Og tað má vera ein saman-
hangur ímillum útboði og
kapasitetin, sigur hann.
Hann vísir eisini á møgu-
leikan at lýsa Føroyar sum
skeiðstað og líknandi, tí tað
er ofta nakað, sum hendir
uttanfyri vanligu ferðavinn-
utíðina.
Broyta hugsunarhátt
Tá kemst ikki uttanum, at
Heri Niclasen er ein sera
kendur maður, tá tað um
ferðavinnu ræður. Hann
hevur starvast á SmyrilLine
í 12 ár og á Atlantsflog í
hálvt fjórða, og hevur í báð-
um støðum tikist við sølu-
og marknaðarføring. Tí
kennir hann og er kendur
av einum ótali av fólki bæði
innanlands sum uttanlands.
Og Heri veit, at tað kann
gerast ein fyrimunur hjá
honum nú hann fer í nýggja
starvið.
– Tað eigur sjálvsagt at
vera ein fyrimunur, at hava
arbeitt saman við so nógv-
um fólki. Tað verða so at
siga somu fólk, sum eg
komi at samstarva við í
nýggja starvinum. Bæði
innanlands og uttanlands.
Men nýggja starvið krev-
ur eisini, at hann sjálvur
broytir hugsunarhátt. Fyrr
hevur
høvuðsendamálið
verið eksternt, sum hann
sjálvur tekur til, men nú
verður tað internt.
Men tí smæðist hann ikki
fyri, og hann gleðir seg ógv-
uliga nógv at fara undir
nýggju uppgávuna, sum
liggur fyri framman.
Heri heldur fram í starv-
inum hjá Atlantsflog í
tríggjar vikur afturat. Hesa
tíðina skal hann brúka til at
handa øðrum tað, sum hann
hevur tikist við, og so er
klárt at taka við nýggja
starvinum.
Starvið er áramálssett fyri
fimm ár, men Heri vónar,
at hann klárar at gera eitt so
gott arbeiði, at starvstíðin
verður longd.
Sosialurin ynskir nýggja
stjóranum á Ferðaráð Før-
oya tillukku og góðan byr
frameftir.
Heri Niclasen, stjóri sam-
an við Petur Olivar í Hoy-
vík, stýrisformanni og
Arna Poulsen, vinnumála-
stjóra
partin leygardagin, beint
áðrenn íslendsku tónleikar-
arnir fara avstað aftur.
Atgongumerki til
keyps um alt landið
Fyri at fólk í øllum landi-
num skulu hava møguleika
at ogna sær eitt atgongu-
merki, verða tey seld í søl-
ubúðum ymsastaðni kring
landið.
Tangabúðin á Tvøroyri,
Kiosk Vár í Runavík, Stat-
oilstøðin í Klaksvík, Stat-
oilstøðin á Sandi og Myllan
í Miðvági selja atgongu-
merki til konsertina, men
tað ræður um at verða
knappur, tí einans 550 fólk
sleppa til hvørja konsert.
Kostnaðurin
fyri
at-
gongumerki er 150 krónur.
Heri Niclasen
Føddur á Tvøroyri 1946, 54 ára gamal
Útbúgvin sum fjarrirtari í Keypmannahavn
Størv: Fjarritari í Grønlandi frá 1966 til 1975
Fjarritari á Lyngvy Radio 1975 til 1984
Fjarritari við Norrønu 1984
Starv á marknaðardeildini hjá Smyril Line
1984 til 1986
Sølu- og marknaðarleiðari hjá Smyril Line
1986 til 1996
Sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic
Airways 1996 til 2000
Stjóri á Ferðaráð Føroya frá 1. apríl 2000
Fakta um