Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 41 - 1. mars 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 41 - 1. mars 2000 Tey eldru í Hvalba fáa nú betri sømdir Hesi húsini í Hvalba hevur kommunan keypt til eitt eldrasambýli og miðað verður eftir, at tað skal verða liðugt tíðliga í summar. Kommunan hevur leingi arbeitt við ætlanini, men nú er so komið undir land. ÁKI BERTHOLDSEN Hvalbiar Kommuna er farið undir eitt tiltak, sum verður eitt stórt framstig hjá teim- um eldru í kommununi, og teimum, sum vara av teim- um. Einaferð tíðliga í summar er nevniliga ætlanin, at eitt eldrasambýli skal lata upp í Hvalba. Tað er nú nakað síðani, at kommunan keypti húsini hjá Johan Eli og Margit Lis- berg í Hvalba við tí fyri eyga at gera tað til eitt eldra- sambýli. Levi Niclasen, bygda- ráðsformaður, sigur, at áðr- enn húsini verða tikið í brúk til eldrasambýli, skulu ymsar ábøtur og broytingar gerast eftir krøvum frá myndugleikunum. Farið verður undir tað ar- beiði nú. Og Levi Niclasen sigur, at ætlanin er at bera so mikið skjótt í bandi, at sam- býlið kann lata upp tíðliga í summar, kanska einaferð í mei mánaði,ella 1. juni. Tað, sum skal gerast við húsini, er í høvuðsheitum, at kjallarin skal innrættast, umframt at ein lyfta skal gerast. Annars skulu aðrar ábøtur gerast, eitt nú skulu onkur kømur leggjast sam- an o.s.fr. Levi Niclasen heldur eis- ini, at hetta er ein hampiliga bílig íløga fyri kommununa. Húsini, sum eru sera væl egnað til endamálið, vórðu keypt fyri eina millión. Men kommunan fær helvtina av keypsprísinum aftur úr landskassanum. Uvælingarnar og ábøtur- nar fara at liggja um 300- 350.000 krónur. So tilsamans fer hetta til- takið at kosta kommununi ímillum 800 og 850.000 krónur. Bygdaráðsformaðurin sigur, at eitt, sum ger húsini sera væl egnað til sambýli, er, at tey eru upprunaliga bygt við tí endamálið at hava krambúð í kjallaranum og tí eru tey bygt breiðari enn vanlig sethús. Á veg í fleiri ár Í sambýlinum verða 10 pláss. Ætlanin er at hava átta búpláss og tvey umlætt- ingarpláss. Tað hevur í fleiri ár verið eitt stórt ynski hjá heima- røktini at fáa eitt eldrasam- býli í Hvalbiar Kommunu, Umframt Hvalba, fevnir er eisini Sandvík í komm- ununi. Kommunan hevur eisini arbeitt við málinum leingi. Eitt drúgt skifti var ætl- anin, at finna eina felags loysn saman við Tvøroyrar Kommuna. – Men tað bleiv ongantíð til meiri enn prát og tí mátti kommunan taka síni egnu stig fyri at fáa gongd á, sigur Levi Niclasen. Eitt stórt framstig Hetta er eitt sera stórt fram- stig fyri tey eldru í komm- ununi. Heimahjálpin sigur, at tað eru fleiri eldri í kommun- uni, sum eru búgva einsa- møll og sum tí kenna seg reiðiliga ótrygg, serliga um næturnar. Nú skal so ein upptøku- nevnd veljast við umboðum fyri heimarøktina, heima- sjúkrasystraskipanina, kommunulæknarnar og kommununa. Tað verður heimarøktin, sum kemur at standa fyri arbeiðnum og sum kemur at arbeiða á sambýlinum um dagin. Men Levi Niclasen sigur, at náttarvaktirnar, er ein út- reiðslan, sum kommunan sjálv betalir. Hvalbiar kommuna ætlar at lata eldrasambýli upp í summar. Fyrst skulu ábøtur gerast á húsini, sum kommunan hevur keypt til endamálið ÓLAVUR Í BEITI Í sambandi við nógva tos- ið seinastu tíðina um at privatisera og útlisitera, hevur Vinnuhúsið eisini gjørt sína viðmerking til malini í seinasta tíðinda- skrivinum. Vinnuhúaisð skrivar, at fleiri almennir stovnar hava valt at seta starvsfólk í starv, í staðin fyri at keypa tænastu frá privat- um fyritøkum. Hetta er galdandi innanfyri fleiri vinnugreinir, til dømis: Almennir stovnar velja at seta teldufólk í staðin fyri at keypa tænastuna frá einari privatari fyritøku, almennir stovnar velja at seta fulltrúar og ráðgev- arar í starv í staðin fyri at keypa ráðgeving frá pri- vatum ráðgevaravirkjum, og almennir stovnar velja at seta handverkarar í starv í staðin fyri at bjóða arbeiðið út ímillum privatir entreprenørar. MVG – Í fleiri ár hevur verið ført fram, at mvg’ið hevur forða almennum aðalstýr- um og stovnum í at keypa tænastur frá privatum virkum, tí at aðalstýri og almennir stovnar ikki hava fingið mvg’ið endur- rindað. Hesi viðurskifti er broytt frá 1. januar í ár, men her manglar ein kunning um tey broyttu viðurskiftini. – Men hetta er tó ikki so einfalt, skrivar Vinnu- húsið. Tá ið ein privat fyritøka bjóðar uppá eina tænastu, er hon noydd at taka umsitingarútreiðslur, Partur skal bjóðast út alment Fleiri almennir stovnar hava valt at seta starvsfólk, ístaðin fyri at keypa tænastu frá privatum fyri- tøkum. Vinnuhúsið metir ikki at sammetingargrundarlagið er satt kapitalkostnað, inntøkur v.m. við í prísin, umframt løn til starvsfólk. Ein kostnaðarmeting verður gjørd út frá hesum. – Tað eru viðurskifti, sum benda á, at almennir myndugleikar bara taka lønarkostnaðin av starvs- fólkinum við, tá ið sam- anlíknað verður við prísin hjá tí privata, og tá sigur tað seg sjálvt, at rokni- stykkið hjá tí almenna verður bíligari. Hava servitan – Men hetta er ein skeiv samanbering. Almennir myndugleikar eiga at taka umsitingarútreiðslur, hølisútreiðslur við meira við, tá ið samanlíkað verður, tí aðalstýri og al- mennir stovnar rinda fyri hesar útreiðslur. Kostn- aðarmetingin byggir í alt ov lítlan mun á, hvat vør- an ella tænastan í veru- leikanum kostar tí al- menna at framleiða. Tað hava verið nógv dømi seinastu tíðina, har al- mennir stovnar hava valt at seta starvsfólk í starv í staðin fyri at nýta privatar fyritøkur, sum ofta hava eina servitan á økinum. – Fyri at bøta um hesi viðurskifti og broyta hugsunarháttin hjá fólki, kundi tað í eini skift- ingartíð verið eitt krav til aðalstýri og stovnar, at ein partur av uppgávunum skal bjóðast út alment. Ein verulig kostnaðar- meting eigur síðani at vísa, um privat feløg eru før fyri at kappast við aðalstýrið og stovnar, skrivar Vinnuhúsið. Skifta brúkilig flogfør út Danska verjan fer nú at skifta fýra flutningsflog- før út, sum kundu havt flogið í 10 ár afturat. Íløgan í nýggju flogfør- ini fer at kosta 1,8 milli- ardir krónur. Onkur av teimum, sum hava tikið undir við íløg- unum, halda seg ikki hava fingið allar upplýsingar í málinum, og ivi verður sáddur um tað rætt at skifta flogførini júst nú. Í august mánaði í 1997 mettu serfrøðingar hjá verjuni, at Hercules flog- førini kundu flúgva til ár 2010 uttan trupulleikar. Avgerðin um at keypa fýra nýggj flogflog varð tikin í mai mánaði í fjør. Enn er ikki komið fram, hvør skal lata nýggju flogførini, men tað sigst at bretska Lockheed- verksmiðjan skal lata tey. Í hesum døgum verða skiltir skift út og vindeygu verða dekorerað av nýggjum í fleiri krambúðum kring landið. Talan er um ellivu krambúðir í Porkeri, Havn- ini, Vestmanna, Miðvági, Sørvági, Toft- um og í Klaksvík. At krambúðirnar nú so at siga verða endurnýggjaðar kemst av, at tær skifta navn.Teir ellivu handlarnir fóru undir samstarv í januar 1995. Seinni fóru teir at marknaðarføra seg undir navninum fd handlarnir. Nú broyta teir til Merko handlarnir. Høvuðsveitari av vørum til hesar handlarnar er Edcka í Danmark. Saman við trimum øðrum krambúðum verða Merko handlarnir í framtíðini einsa- mallir um vørumerkið Super. Hetta vørumerkið fevnir um matvørur og aðrar Eita nú Merko Føroyar húsarhaldsvørur. Super vørurnar verða at fáa sum lágprísvørur hvønn dag. Merko handlarnir siga, at ein fyri- munur í samstarvinum teirra millum er millum annað, at marknaðarføringin er minni kostnaðarmikil, enn hon hevði verið, um hvør einstakur handil skuldi staðið fyri hesum. Ein annar fyrimunur er, at vørurnar fáast bíligari, enn tær annars høvdu fingist. Merko handlarnir brúka lýsingar- blaðið Framfýsni. Blaðið kemur út eina ferð um mánaðin. Umframt Merko handlarnar er tað ætlanin, at aðrar kram- búðir kring landið skulu lýsa í blaðnum. Ætlanin er eisini at hava nakað av red- aktionellum tilfari í blaðnum, verður sagt í tíðindaskrivi. Byggja nú út fyri 25 milliónir á Havsbrún Hetta er eitt tungt tak, men tað er neyðugt fyri at fylgja við kappingini, sigur stjórin á Havsbrún verður 1.700 fermetrar. Men hon verður hartil nógv betri innrættað og betri útgjørd í allar mátar. Harafturat skal ein nýggj blandingar- og silohøll ger- ast niðanfyri fóðurdeildina, tí eisini á tí økinum, er ork- an ov lítil. Silohøllin er staðið, har tað verður tikið ímóti rá- vøruni til fóðurið, tvs, fiska- mjøli, bindievni, hveiti o.a. Og í blandingarhøllini verður tað so blandað til fóður. Í fóðrinum er 50% fiska- mjøl, 30% er lýsi og 20% av bindievni, vitaminum og ørðum evnum. Tann nýggja goymslan kemur at standa undir liðini á fóðurdeildini. Men ætlan- in er, at kommunan skal út- vega meiri øki, so at hon kann byggjast størri, tá ið økið er tókt. „Tjaldið“, ið eisini er ein goymsla, sum í løtuni stend- ur niðanfyri fóðurdeildina, skal flytast á økið norðuri á Enninum. Og harafturat fer Havs- brún at útvega sær ein nýggjan, nýmótans, fjar- stýrdan krana at landa bát- arnar við, og tað fer eisini at lætta munandi um ar- beiðsgongdina. Bergur Poulsen sigur, at bátarnir, sum eru nú, eru so nógv størri, enn teir vóru fyrr, so at kranin, sum tey hava havt nú í nógv ár, er blivin ov stuttur. Betri umstøður og sparing Umframt at fáa betri pláss og at skapa betri umstøður, hava allar hesar íløgurnar eisini til endamáls at spara, tí av tí, at tað verður nógv arbeiðsligari á virkinum, fer tað at bera til at umseta nógv meiri framleiðslu, utt- an at økja talið á arbeiðs- fólki. Ikki minst fara um- og útbyggingarnar at føra við sær, at tað verður munandi minni flutningur, enn tað er nú, bæði av rávøru og av lidnari vøru, og tað fer at spara rættiliga fitt av pengum, sigur Bergur Olsen. Øgiliga stórar nøgdir Hann sigur, at at alt hetta kann ljóða ógvusligt. –Men vit skulu eisini hava í huga, at tað eru sera stórar nøgdir, sum fara í- gjøgnum maskinaríið hjá Havsbrún, so tað er eisini neyðugt við nógvum plássi og góðum umstøðum. Hann sigur, at á Havsbrún gera tey eini 40.000 tons av fóðuri um árið, umframt 35.000 tons av mjøli, og tað krevur sítt pláss, umframt at tað er rættiliga nógvur flutningur. Tað arbeiða eini 100 fólk á Havsbrún. aðinum, so útflutningurin veksur eisini alsamt, helst til alivinnuna í Hetlandi og í Skotlandi. – So alt í alt er tað neyð- ugt at vit fara undir hetta takið nú, sigur Bergur Poul- sen. Havsbrún hevur nú søkt um tey neyðugu loyvini til at fara undir hesar útbygg- ingarnar, og so skjótt, sum tey eru fingin til vega, verð- ur farið í gongd við arbeið- ið. Goymslir og hallir Íløgan, sum Havsbrún fer at gera nú, er í fleiri pørtum. Í fyrstu atløgu er ætlanin at gera eina nýggja goymslu til fóðurdeildina. Goymslan, sum tey hava nú, er alt ov lítil og hartil alt ov óarbeiðslig. Tann nýggja goymslan ÁKI BERTHOLDSEN – Hetta verður eitt ódnartak. – Men skulu vit gera okk- um vónir um at fylgja við, er onki at gera, uttan at fylgja við. Og fylgja við, tað royna tey í hvussu so er á Havs- brún í Fuglafirði. Tí nú fer Havsbrún aftur at byggja út. Og tað er ikki hissini út- bygging, tí tað, sum skal gerast, fer at kosta um 25 milliónir. Og tað verður borið skjótt at. Tí allar útbyggingarnar, sum ætlanin er at fara undir nú, skulu verða lidnar longu í heyst. Bergur Poulsen, stjóri á virkinum í Fuglafirði, sigur, at hetta er størsta, einstaka íløga hjá Havsbrún í mong ár. Men hann sigur, at kapp- ingin á fóðurmarknaðinum so er so mikið hørð nú, at skal Havsbrún yvirhøvur gera sær vónir um at fylgja við, og varðveita kappingar- førið, er tað eisini neyðugt at fylgja við menningini. Og einasti máti at fylgja við uppá, tað er at gera íløg- ur. Samstundis er fóðurfram- leiðslan hjá Havsbrún al- samt vaksin tey seinastu ár- ini í samsvari við vøksturin í alivinnuni. Harafturat kemur Havs- brún eisini meiri og meiri fyri seg á útlendska markn- Tað eru ikki nógv virkið á landi, sum hætta sær undir eina íløgu uppá 25 milliónir krónur. Men tað fer Havsbrún í Fuglafirði undir nú, og arbeiðið skal vera liðugt longu í heyst. Signar á Brúnni flutti lønirnar hóast Karsten Hansen bað hann lata vera – Eg skilti hetta ikki sum eini harra- boð frá Karsten Hansen Og eg flutti læraralønirnar fyri ikki at darva sam- ráðingunum, sigur Signar á Brúnni ÁKI BERTHOLDSEN – Eg havi gjørt eftir míni bestu dannføring. Og eg helt at tað var skeivt at steðga læraralønunum. Um vikuskiftið syrgdi Signar á Brúnni, landsstýr- ismaður fyri, at lærararnir fingui lønina sum vant. Annars var tað ikki ætl- anin, at teir skuldu fáa løn- ina hesuferð. Lærarafelagið og fíggjardeildini samráðast um nýggjan sáttmála og í tí sambandi hava lærararnir boðað frá verkfalli frá 1. mars at rokna, um ongin sáttmáli er komin tá. Og av tí, at teir sáttmála- settu lærararnir fáa lønina frammanundan, teir ar- beiða, heitti Karsten Han- sen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, á Signar á Brúnni, landsstýrismann í skúlamálum um at halda mars-lønini aftur, nú verk- falshóttan varð fráboðað. Men tað vakti ans, tá ið Signar á Brúnni ikki vildi fylgja hesi áheitanini frá partamanninum í glasborg- ini á Argjum, men flutti lær- aralønirnar kortini sum van- ligt. rætt at steðga lønini framm- anundan. – Eg haldi, at málið skal sleppa at ganga sína gongd. – Og verður tað verkfall, ber tað altíð til at finna útav lønini aftaná, sigur Signar á Brúnni. Hann sigur, at tað hevði verið óvanligt at steðga løn- ini frammanundan og tí valdi hann ikki at fylgja á- heitanini frá Karsten Han- sen. –Men er tað heppið, at tvey stýrið hava ymsa upp- fatan av, hvussu farast skal fram? – Eg veit ikki, um upp- fatanin er ymisk. Vit fingu eina sakliga áheitan frá fíggjarmálastýrinum. – Men eg helt, at tað var skeivt at steðga lønini útfrá tí, at tað møguliga verður verkfall. Og nú semings- menn eru komnir upp í, hava teir heimild at útseta eitt møguligt verkfall í eina viku. Tað helvur ljóðað, at Karsten Hansen hevur tikið partamanni sínum tað rætti- liga illa upp, at hann flutti lønirnar Men tað veit Signar á Brúnni onki um. –Eg valdi bara at arbeiða útfrá míni sannføring. Og eg haldi heldur ikki, at tað hevði verið fremjandi fyri samráðingarstøðuna at steðga lønini frammaundan. – Tað hevði bara darvað samráðingunum, og tað helt eg ikki, at eg kundi. Tí varð lønin flutt fyri at í hvussu so er tað ikki skuldi forða fyri eini semju, sigur Signar á Brúnni. Signar á Brúnni sigur, at hann hevur fylgt síni sann- føring í hesum sambandi. Og hann uppfataði heldur ikki áheitanini frá fíggjar- málaráðharranum sum eini harraboð. – Eg haldi ikki, at tað er Signar á Brúnni er ósamdur við Karsten Hansen um, hvussu farast skal fram ímóti lærarunum