mikudagur 1. mars 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 41 - 1. mars 2000
Jóannes Nielsen hevur í
Dimmalætting tann 15/2 í
ár eina grein undir heitinum
”Sólborg úr flotanum”.
Høvuðsspurningurin verður
sentralt
orðaður
í
setninginum: ”Men hvussu
ber tað til, at tað bara verður
grátið um stjórar og vællønt
fólk?” — og altso ikki, tá
ið verkafólk og fiskimenn
missa starv sítt, t.d. tí at eitt
skip fer úr flotanum.
Í greinini er eitt av døm-
unum landsverkfrøðingurin
Henning Jacobsen, sum var
koyrdur úr starvi um jóltíðir
1998 — men sum eisini
man hava sagt um 150 fólk-
um úr starvi. Rokna vit í
arbeiðsplássum, so er talan
heldur um gott 300 arbeiðs-
pláss eftir um 5 árum mitt í
krepputíðini.
Sjálvandi havi eg eins og
onnur ”grátið”, um enn ikki
alment, tá ið hesir mínir
starvsfelagar fingu uppsag-
narbræv, men eg havi ”grát-
ið” alment um uppsøgnina
hjá Henning Jacobsen —
fyri at halda seg til mál-
burðin hjá Jóanesi.
Málið
um
uppsagda
landsverkfrøðingin hevur
fleiri síður av almennum
áhuga. Ein spurningur er,
hvussu tað almenna fer við
sínum borgarum og starvs-
fólkum. Størsta týdningin í
hesum sambandi hevur tað
helst, at Henning Jacobsen
alment er ”karaktermyrdur”
og harvið er ”invalideraður”
sum starvsmaður innan sítt
øki — leiðsluøki — uttan
sjálvur at hava møguleika
at verja seg.
Ein uppgáva hjá okkum
øðrum hevur verið at vísa
á, at talan var um kar-
aktermorð — fólk omanfyri
Henning í hierarkisku skip-
anini hava lagt uppgávurnar
soleiðis til rættis, at hann
ongan møguleika hevði at
verja seg móti ákæruni: ”Tú
Kaffi og siropskøkur. Tað er
tað, ið vit minnast aftur á
tað breiðu semjuna. Higartil
hevur samgongan fulkomu-
liga einvíst hildið fast um
fullveldisætlanina. Hóast
Hvítabók, Caragata og Ís-
landska kanningin sýna, at
lønarniðurskurður, arbeiðs-
loysi, skerjingar í livifóti
eins og fráflyting er sann-
líkur.
Vit hava nú í knapt 2 ár
hoyrt um søguliga møgu-
leikan, har allir flokkar á
Føroya Løgtingi eru hug-
aðir at gera ríkisrættarligar
broytingar. Broytingar, ið
eru tiltrongdar, nú Heima-
stýrislógin er 50 ár.
Av tí at meira enn ein
flokkur er á tingi, so er
sjálvsagt eisini meira enn
ein hugsan um hesi viður-
skifti.
Samgongan fann felags-
stev um at loysa Føroyar
úr ríkisfelagsskapinum og
skipa Føroyar sum fullveldi.
Tíverri varð tjóðveldið sett
at taka sær av hesum viður-
skiftum. Harvið varð ein
breið semja nærum útilokað
frá byrjan av. At skeivt varð
farið fram, hesum viðvíkj-
andi, munnu flest øll vera
samd um. Tí Tjóðveldis-
flokkurin liggur so langt úti
í loysingini, at tað er ringt,
fyri ikki at siga ómøguligt
er hjá hesum flokki at virka
savnandi og semjusøkjandi
í hesum spurningi. Best
hevði verið at fingið eina so
breiða semju at allir flokkar,
umboðandi allar veljarar eru
við. Samráðingarmandatið
hevði
verið
ómetaliga
sterkt, um breiða semjan
varð funnin.
Vit vita, at stórur partur
av veljarum hjá Fólkaflokk-
inum, Sjálvstýrisflokkinum
og eisini partur av Tjóð-
veldisflokkinum, umframt
nærum øllum Javnaðar-
flokkinum, eru fyri, at
broytingar skulu gerast
innan Ríkisfelagsskapin.
Sambandsflokkurin tekur
undir við at finna eina góða
skipan innan Ríkisfelags-
skapin. Hesir mongu velj-
arar eru sjálvsagt ímóti at
Føroyar gerast fullveldi.
Tí er púra greitt, at tann
breiða og sterka semjan
liggur innan karmarnar av
ríkisfelagsskapinum.
Breiða semjan eigur
at finnast innan
ríkisfelagsskapin
Tað tykist ikki vera tørvandi
politiskt hegni av løgmanni,
ið er ein royndur politikari,
at breiða semjan ikki er
funnin. Heldur hevur skort-
að uppá viljan at finna slíka
semju. Tí um hendan skal
finnast, so skal fullveldið
sleppast. Um ein slíkur vilji
var tilstaðar, so var helst ein
slík semja longu funnin,
Breiða semju innan ríkisfelagsskapin
ert ómøguligur at samstarva
við.” Sami ”karaktermorðs-
teknikkur”
verður
enn
brúktur.
Ein annar spurningur av
almennum áhuga er, at
Henning Jacobsen var okk-
ara leiðari. Tann ovari
myndugleikin hevur mynd-
ugleika at seta ein stjóra,
men tað verða fólkini, sum
mynda stovnin á gólvinum,
sum gera stjóran til leiðara.
Í demokratiska partinum av
heiminum er hetta ein veru-
leiki, sum ovasti myndug-
leikin í tí einstaka førinum
ger klókt í at fyrihalda seg
til.
Tann ovari myndugleikin
hevur loyvi til at siga okkara
leiðara upp, men tann
óhepni týdningurin røkkur
væl longur út í arbeiðs-
plássið, enn ofta verður
hugsað um — og orðað.
Aftur til høvuðsspurning-
in: Hví er munur á — ella
er munur á?
Sjálvur fati eg tað ikki
sum ein demokratiskan
trupulleika, at eitt skip fer
úr flotanum og annað kem-
ur inn — ella aðrar natúr-
ligar broytingar í arbeiðs-
marknaðinum. Hetta er ein
partur av tí, at vera liðiligur
og at laga seg til nýggjar
umstøður at taka við nýggj-
um møguleikum o.s.fr. (At
Sólborg-dømið er eitt sindur
øðrvísi, komi eg til seinni).
Men eg síggi fleiri demo-
kratiskar trupulleikar í øðr-
um viðurskiftum — ikki
bert tá ið leiðarar verða upp-
sagdir.
Tað var eitt demokratiskt
afturstig fyri Føroyar, tá ið
”Biggi” var koyrdur úr
starvi sum ruddingarmaður
í Tórshavnar kommunu í
kreppuárunum.
Tað var eitt demokratiskt
afturstig fyri landið, tá ið
kunningardiskurin í Vágum
var ”privatiseraður”.
Og tað var eitt demokrat-
iskt afturstig, tá ið Henning
Jacobsen var sagdur úr
starvi.
Endurskoða demo-
kratisku støðuna
Onnur dømi um demo-
kratisk afturstig av hesum
slagnum eru væl kend í
landinum.
Um vit knýta heitið ”ber-
ufsverbot” ella ”karakter-
morð” ella okkurt annað til
hesi demokratisku aftur-
stigini ger helst ikki tann
stóra munin. Tað avgerandi
er, at sjálv atgerðin er til
lítlan sóma fyri einstakling-
arnar, sum antin fremja at-
gerðina, viðurkenna atgerð-
ina ella virka sum ”stand-
in”. Enn minni er tað til
nakran sóma fyri okkum,
sum fólk, at vit ikki reagera
týðuligari móti slíkum.
Tíanverri fyri okkum
hevur tað í fleiri førum
eydnast at geva okkara
”innara svínhundi” gott í
beinini. Vit hoyra okkum
sjálv siga onkran setning:
”Ja, hann var nú heldur ikki
bara góður til _”. Karakter-
morðið er framt, og vit hava
medábyrgd.
Við orðunum hjá einum,
sum altíð er áhugaverdur at
læna oyra: ”Í 90-unum
stakk muran fram í føroy-
inginum.”
Eftir míni meting er tíðin
búgvin til at umhugsa
demokratisku støðuna í
landi okkara. Hetta er ikki
minst týdningarmikið hav-
andi í huga, at vit í hesum
døgum leggja lunnar undir
eina sjálvbjargnisleið.
Okkurt skip fer úr flot-
anum. Vit kunnu brúka tíð
og kreftir til at forða einum
natúrligum útviklingi og
natúrligum útskiftingum.
Men eg haldi tað vera
skilabetri hjá fakfeløgum,
arbeiðsgevarum og ikki
Hví er munur á – ella er munur á?
Viðmerking:
innan karmarnar av ríkis-
felagsskapinum. Men sam-
bært stýrisskipanarlógini
hevði eisini verið neyðugt,
at tikið flokkarnar, sum eru
settir í andstøðu, við í sam-
gonguna. T.d. Sambands-
flokkurin
fiskivinnumál,
Javnaðarflokkurin almanna
og heilsumál, Miðflokkurin
oljumál. Saman skuldu allir
flokkar funnið eina polit-
iska semju, ið ikki eins og
fullveldið hevði sett væl-
ferðina uppá spæl. Eg ivist
ikki eina løtu í, at møguligt
hevði verið at funni eina
slíka semju. Vit kundu síðan
samrátt við donsku stjórn-
ina um tær broytingar vit
ynsktu framdar innan ríkis-
felagskapin. Allir flokkar
áttu sjálvandi at verið við,
tí bert á tann hátt er tann
breiða semjan umboða.
Tí ongin kann rokna við,
at Sambandsveljarar góð-
taka, at Tjóðveldisflokkurin
skal umboða teir. Tað skal
Sambandsflokkurin sjálvur
gera. Tað sama er sjálvandi
galdandi Miðflokkin eins
og Javnaðarflokkin. Vit
kundu staðið sum ein mað-
ur. Tað megnaðu teir ikki
fyri 50 árum síðani. Tað
kunnu vit nú.
Men tað krevur eitt polit-
iskt hegni, sum Løgmaður
hevur. Men tað krevur eisini
ein vilja til semju av sam-
gonguni, ið vit ikki hava
sæð higartil.
Um ein breið semja skal
gerast og fremjast, so skal
annað til enn kaffi og
siropskøkur.
Marjus Dam,
løgtingsmaður
minni hjá tí politiska
myndugleikanum, at brúka
tíð, kreftir og tankakapasitet
til at skapa størri fleksi-
bilitet og vilja til broytingar
á arbeiðsmarknaðinum.
Tað kundi verið áhug-
avert, um vit komu hartil,
at føroyski arbeiðsmarkn-
aðurin er ein tann mest
framkomni — t.e. fleksibli,
vitandi og motiveraði - í
heiminum.
Ein slíkur málsetningur
var als ikki so veruleika-
fjarur fyri bert fáum árum
síðani, men er í dag nakað
væl tyngri at fáa á dags-
skránna og enn tyngri at
náa.
So, Jóannes, tú hevur í
grein tíni – og í aftursvar-
inum tann 19. februar til
dulnevnda í FF blaðnum -
nortið við eitt mál, sum vit
sum fólk og land gera klókt
í at hugsa nærri um.
Vit skulu øll vera her.
Leiðslurætturin er eitt nógv
slitið hugtak. Leiðsluskyld-
an er nakað heilt annað og
meira áhugavert – at hvør
einstakur okkara átekur sær
sín part av leiðsluskylduni.
Hvør einstakur kann í
minsta lagi átaka sær ein
part av uppgávuni at leiða
egnan arbeiðsdag og ein
part av uppgávuni at sam-
skipa innan egið starvsøki.
Leiðsluskyldan verður eftir
hesum hugburði ein partur
av demokratisku skyldum
okkara.
Tey, sum so koma soleiðis
fyri, at fáa í hendurnar at
røkja felags tilfeingi, annað-
hvørt tað er fiskiloyvi, jørð,
vitan, makt yvir øðrum
menniskjum ella annað,
hava eina serliga etiska
skyldu, sum røkkur víðari
enn at ”lívið er ein forrætn-
ing”.
Munurin millum stjóran
og sjómannin verður tá ikki
so stórur kortini. Báðir hava
teir sín part av leiðsluskyld-
uni. Báðir hava teir sín part
av skylduni at røkja felags
tilfeingi. Og báðir kunnu
teir gerast fótatrakk hjá slík-
um, sum vit mega liva sam-
an við, men sum eru bæði
sær sjálvum og okkum, sum
fólki, til lítlan sóma.
Signar P. Heinesen
Tey, sum so koma soleiðis fyri, at fáa í hendurnar at røkja
felags tilfeingi, annaðhvørt tað er fiskiloyvi, jørð, vitan,
makt yvir øðrum menniskjum ella annað, hava eina serliga
etiska skyldu, sum røkkur víðari enn at ”lívið er ein for-
rætning”, skrivar Signar P. Heinesen millum annað í hesi
viðmerking
2000
Nr. 8
Allir vegir føra til Róm
Allir vegir føra til Róm
síða 13
síða 13
Er eingin breidd verður heldur eingin elita
Er eingin breidd verður heldur eingin elita
síða 14-15
síða 14-15
Reyð undirklæði eru in
Reyð undirklæði eru in
síða 16
síða 16
Hitlistar & Svara So
Hitlistar & Svara So
síða 17
síða 17
Fløguumæli
Fløguumæli
síða 18
síða 18