fríggjadagur 1. august 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 145 - 1. august 2008
tíðindi
Stutt Sagt
Skal í fongsul
Potjaman Shinawatra, kona
fyrrverandi teilendska for
sætisráðharran
Thaksin
Shinawatra, er dømd trý ára
fongsul fyri skattasvik. Ein
beiggi
hennara
og
ein
skrivari hennara vórðu eisini
dømd sek í skattasviki og
fingu fongsulsrevsing ímill
um tvey og trý ár. BBC skriv
ar, at Potjaman Shinawatra
gjørdist frá sær sjálvari, tá
dómarin las dóminn fyri
henni.
Dómarin
nýtti
samstundis høvi til at minna
fyrrverandi
forsætisráð
harrafrúnna á, at sum kona
forsætisráðharran átti hon at
vera ein góð fyrimynd fyri
onnmur í landinum. Men tað
hevði hon ikki verið.
Maðurin, Thaksin Shin
awatra, hevur alla tíðina av
sannað, at hann, konan ella
nakar í familjuni hava brotið
skattalógina ella aðrar lógir.
Hann bleiv koyrdur frá fyri
tveimum árum síðani og
skuldsettur fyri at hava oyðsl
að almennar pengar burtur.
Olmert frá
Tá formansval verður í
ísraerlska stjórnarflokkinum
Kadima tann 17. novembur,
verður núverandi formaður
in, Ehud Olmert, forsætis
ráðharri, ikki millum val
evnini til formansvalið. Ein
talsmaður hjá Olmert segði
við blaðið Haaretz í gjár, at
forsætisráðharrin hevur valt
at brúka ein størri part av
síni tíð upp á at fáa frið í lag
við palestinar. Egyptiskir
politikarar hava svarað, at
eftir teirra tykki er tað líka
mikið, um Ehud Olmert er
við í samráðíngunum ella
ikki. Ehud Olmert fer tó
ikki úr formansstarvinum,
fyrr enn eftirmaður hansara
hevur skipað stjórn, og í
Ísrael kann tað lættliga taka
fleiri mánaðir.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Í nítiárunum hugsaði eg fleiri ferðir um at melda meg
sjálvan, men eg stúrdi fyri lívinum
Radovan Karadzic
útlond
Potjaman Shinawarta
skal í fongsul
Mynd: AP
Ehud
Olmert
fer frá
sum floks-
formaður
Mynd:
Polfoto
Radovan Karadzic
heldur uppá, at hann
fekk lyfti um at sleppa
undan rættarsókn
aftan á borgara
skríggið í Bosnia
Radovan Karadzic sigur, at
tað
var
sendimaðurin
Richard Holbrooke, sum
gav sær lyfti um grið aftan á
borgarakríggið í Bosnia.
Sambært lyftinum skuldi
Karadzic sleppa undan at
verða drigin fyri rættin fyri
krígsbrotsverkini í Bosnia,
treytað av, at hann helt seg
burtur frá tí almenna palli
num aftan á borgarakríggið.
Richard Holbrooke, sum
er amerikanari, vísir orðun
um hjá fyrrverandi bosn
iaserbiska leiðaranum aftur.
Holbrooke var amerikan
skur sendimaður á Balkan í
1998.
Altjóða krígsbrotsmannad
ómstólurin í Haag ákærdi í
gjár Radovan Karadzic fyri
11 ymisk brot á altjóða lóg
ir og reglur. Karadzic vildi
ikki siga, hvørt hann játtar
seg sekan ella ikki, men bað
um tíð til at kanna ákærurnar
nærri. Sambært reglunum
mhjá dómstólinum kann
tann ákærdi fáa 30 dagar til
at umhugsa seg í.
Karadzic: Eg fekk lyfti um grið
Richard Holbrooke
Mynd: Polfoto
Ein ísflaki, sum er einar 20
ferkilometrar
til
støddar,
er
loysnaður
frá
ísinum
við
ta
norðurkanadisku
strondina.
Fylgisveinamyndir,
sum
CNN
hevur víst, vísa, at ísflakin loysnaði
frá strondinmi á Ellis Island. Kanad
iskir granskarar halda, at hetta er
tann størsti ísflakin, sum er
loysnaður har á leiðini síðani 2005,
tá ein 60 ferkilometrar stórur ísflaki
brotnaði av ísinum nærhendis
Ayles. Ellis island var einaferð í
tíðini knýtt at kanadisku strondini
við einum jøkli, sum var einar
10.000 ferkilometrar, siga teir
kanadisku granskararnir við CNN.
Risastórur ísflaki loysnaður
Kina
hevur
sett
fleiri
løgreglufólk og hermenn at
tryggja frið í Tibet, nú teir
olympisku summarleikirnir
nærkast
Tað almenna dagblaðið í
Tibet skrivar, at endamálið
við at lata fleiri løgreglufólk
og hermenn hava eftirlit við
viðurskiftunum í Tibet, er
at tryggja tað, sum blaðið
kallar "fullkomna trygd".
Kinesisku
myndugleik
unum er greitt, at altjóða
samfelagið fer serliga at
varpa ljós á mannarættindini
í Kina, nú teir olympisku
summarleikirnir verða í
Beijing.
Í
mars
bardu
myndugleikarnir fleiri mót
mælisgongur í Tibet niður
við harðari hond, og síðani
hava løgreglan og herurin
hildið
Tibet
í
einum
jarnneva.
Tað ætla teir kinesisku
myndugleikarnir framvegis
at gera, og undir sjálvum
leikunum fara teir uttan iva
at tátta takið um Tibet. Man
narættindafelagsskapir
siga, at stjórnin í Beijing
ber ótta fyri ófriði í Tibet,
og at sjálvt tann minsti
ófriðurin kann vera sera
óheppin
fyri
kinesisku
stjórnina.
Í
einum
innanhýsis
arbeiðsskjali, sum Reuters
hevur fingið hendur á,
stendur milluum annað, at
kinesisku myndugleikarnir
skulu í hernað ímóti "øllum
harðskapi og tí, ið minnir
um yvirgang".
Kina táttar takið um Tibet
undan summarleikunum
Kinesisku myndugleikarnir
fóru harðliga fram, tá
munkar í Tibet gjørdu
uppreristur í vár
Mynd: Polfoto