fríggjadagur 1. august 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 • 1. august 2008
Vikuskifti
16
H
ey... Riggar mikrofonin?
Hallóv 1-2, 1-2... nei hon
riggar ikki... (kunstpausa)
Riggar hon nú? Okey... 3-2-1:
F
øroyingar, vinir og frændir.
Takk fyri stuðulin, takk fyri
uppmøtingina, og takk fyri, at tit
enn eru føroyingar, sjálvt um tað
leingi ikki hevur sæð út til, at tað
er nøkur grund til at vera tað.
Sjálvt um tað leingi ikki hevur
verið nøkur grund til nakað sum
helst annað, enn at vakna, smyrja
matpakkar, sita í trafikkproppum,
arbeiða uttan grund, dag út og
dag inn, bara avbrotið av einari
árligari ólavsøku, sum man ikki
minnist allíkavæl og so víðari og
so víðari og blablabla og mangt er
og sovorit. Takk fyri.
Politikkurin í Føroyum hevur so
lítið við politikk at gera, at ongin
politikkur er. Føroyar hava slett
ikki nakran politikk. Og akkurát,
sum man snakkar um konufólk á
saltfiskatúrum, so snakkar man
um politikk í Føroyum... Man
snakkar um tað, sum ikki er ... og
um veðrið.
M
en lat meg snakka um meg
sjálvan... Eg vaknaði ein
dagin, í einum trafikproppi, við
smurdum matpakka í taskuni á
veg til eitt arbeiði, sum slett ikki
líktiskt tí arbeiðinum, eg droymdi
um, tá ið eg var lítil. Tað vísti
seg nemliga, at tá eg endiliga
var nóg stórur til at bestemma
alt sjálvur, valdi eg ting, sum eg
Johan í Kollafirði pilkar fja
Millum mongu
innsløgini á
ólavsøku gjørdi
Johan í Kollafirði
‘come back’ í
egna besta stíli á
Fólkafundinum
við eini røðu til
allar forvandar og
vilstar føroyingar.
Hesir rúmaðust
ikki allir í trongu
gøtunum úti á
Reyni hesa løtuna,
og prenta vit tí
røðuna her
- Tað ger onki, um vit øll skíta í buks,
um vit onki leggja í tað, tí so hava vit
jú ‘loyst’ problemið, hugleiddi Johan í
Kollafirði í síni røðu um innbilta føroyska
fólkaræðið